Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 207 - 28. oktober 2008 num í dag, eru her úr nær­ umhvørvinum, sigur hann. Alt til Fraklands Á Skeljavirkinum verður jákupsskelin loypt, pilkað og einkultfryst ella flow­ fryst, sum tey eisini rópa tað. Hetta merkir, at skelj­ arnar verða frystar ein og ein. ­ Í nógv ár seldu vit okk­ ara framleiðslu til USA, men síðan tíðliga í nítiáru­ num hevur Frakland verið okkara størsti marknaður, og í dag fer at kalla øll fram­ leiðslan til Fraklands. Høgni sigur, at onkur ein­ stakur plattur fer til onnur lond, og ein pinkalítil partur verður seldur føroyskum heilsølum, sum kanska keypa nøkur hundrað kilo av og á. ­ Jákupskel hevur verið grundarlagið undir virksem­ inum hjá okkum øll hesi mongu ár. Onkur roynd hevur verið gjørd við øðrum skeljafiski, eitt nú gággu, men hetta vísti seg ikki at vera lønandi tá, sigur arbeiðsformaðurin, Høgni Sóloy. Royndir í Kina Sosialurin hevur frætt, at Skeljavirkið hevur gjørt onkra roynd at senda skeljar eystur til Kina til pilkingar, men hvørki arbeiðsfor­ maðurin, Høgni Sóloy, ei heldur Gunnbjørn Joensen hjá Thor í Hósvík, sum eigur virkið á Oyri, vilja siga nakað serligt um tað. ­ Hetta er bara á roynd­ arstigi, og enn er alt ov tíð­ liga at siga nakað um, hvørt nakað kann spyrjast burtur úr hesum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum annars vísir til beiggja sín, Hans Andrias Joensen, sum er uttanlands í løtuni, men ætlandi verður heima í Føroyum aftur í annaðkvøld. Fáa nógvan kongakrabba Teir, sum royna eftir kongakrabba úti fyri norðurnorsku strondini, hava havt góðan fiskiskap. Higartil eru umleið 1.200 tons komin uppá land, og tað er rættiliga nógv eftir árstíðini, verður sagt. Harafturat hevur marknaðurin verið góður. Tað mesta fer til USA og Asia, og prísurin er ásettur í amerikonskum dollarum. Tað er komið væl við í seinastuni, tí kursurin á dollaranum er hækkaður munandi tann seinasta mánaðin, skrivar Fiskaren, sum væntar, at heystið verður tað besta hjá krabbaveiðimonnunum nakrantíð. Jákupsskel er góður og leskiligur matur. Bert ein pinkalítil partur av framleiðsluni á Oyri verður seld føroyskum heilsølum Norðheim byrjaði skeljaveiðina eitt sindur seinni í heyst enn vanligt, men síðan gongd kom á seint í september, hevur viðrað serstakliga illa Mynd: Vilmund Jacobsen Línufiskur í Klaksvík Seinastu tíðina er nakað av línufiski komið upp á land í Klaksvík, men ringu líkindini gera, at summir túrar hava verið smáir. Hjá útróðrarflotanum er fiskiskapurin batnaður nakað, men dagarnir eru so fáir, sum líkindini hava verið Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík vænta tey ikki ta heilt stóru vikuna, nú veðurlíkindini seinastu tíðina hava verið so ógvuliga ólagalig. Í undanfarnu viku vóru nakrar landingar, men hetta vóru í flestu førum skip, sum brutu túr av vegna veður, tí ikki var roynandi. Onkur hampilig landing hevur kortini verið á Kósini um dagarnar. Grani úr Íslandi Í dag landar línuskipið Grani, sum hendan túrin hevur roynt undir Íslandi. Teir hava sløk 140.000 pund á eini 12-13 setum. Hetta er ikki rok, men kanska brúkiligur fiskiskapur. Av veiðini hjá Grana, sum býtir seg millum ymisk fiskasløg, er mest av longu, hýsu, brosmu og toski. Línuskipið Fugltúgvan, sum landaði í gjár, hevur eisini verið undir Íslandi, men teir hava verið stytri har yviri. Fugltúgvan hevði stívliga 60.000 pund, og veiðan hjá teimum býtti seg á leið yvir somu fiskasløg sum hjá Grana. Línuskipini Kvik og Helena løgdu eisini smærri nøgdir av fiski upp í Klaksvík í gjár. Kvik hevur verið undir Føroyum og Helena á Íslandsrygginum. Teir høvdu ávikavist 13.000 og 7.500 pund hvør og høvdu millum eina og tvær ella tríggjar setur í part. Leygardagin var línuskipið Jákup B inni. Teir høvdu eisini gjørt eina roynd undir Føroyum í nakrar dagar. Jákup B hevði stívliga 30.000 pund. Trolararnir Partrolararnir Navarin og Borgarin eru til fiskiskap, men Safir og Smaragd komu herfyri inn undan veðrið. Á Landingarmiðstøðini vita tey ikki, nær Navarin og Borgarin koma innaftur at landa. Sum skilst, hevur triðja parið hjá klaksvíkingum, Fjalshamar og Nónhamar, ligið í eina tíð. Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at tað hevur viðrað illa hjá útróðrarbátunum í longri tíð, men í gjár hevði Líðhamar eini 5.000 pund av útróðrarfiski. - Útróðrarbátarnir hava ligið um 100 pund á línuna, onkur niðanfyri og onkur omanfyri. Eg haldi, at tað hevur sæð heldur betri út við fiskiskapi hjá hesum bátum, sum heystið er liðið. Fittur partur av veiðini hevur verið gráur fiskur, men hetta veldst eisini um, hvat agn teir brúka. Landingarformaðurin heldur, at útlit kanska eru til frægari útróður, men fyrsta treytin er, at tað viðrar.