Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 207 - 28. oktober 2008 Kavarar vilja stovna fakfelag . Tað serliga við hesum fakfelagi er, at tað er ein arbeiðsgevari, ið er ein av stigtakarunum. – Vit mugu gera okk­ urt fyri at betra um trygdina hjá okkara kavarum, sigur Símun Jákup Højsted, ið sjálvur hevur kavarafyritøku FakFelag Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 21. novembur verður stovn­ andi fundur um fakfelag fyri kavarar. Tað eru nakrir, ið hava tikið seg saman at skipa seg í fakfelag, fyri at betra um trygdina hjá kav­ arum. Serliga er talan um kavarar við útbúgving og útgerð, ið er nútímans, ið fýlast heilt nógv á støðuna í vinnuligari kaving í Føroy­ um. Ætlanin við fundinum er antin at endurstovna gamla felagið, ið kallaðist Vinnu­ felag føroysku froskmanna, ella at stovna nýtt fakfelag. Tað óvanliga við hesum felagið, er, at tað eisini eru arbeiðsgevarar, ið vilja hava hetta felag. ­ Trygdin innan kaving í Føroyum er út av lagi vána­ lig. Í mun til grannalondini hjá okkum stendur heilt illa til hjá okkum. Eisini er sera stórur munur á, hvat menn taka fyri at gera kavingar­ arbeiði í Føroyum, og tá hevði tað verið gott, at skip­ að fyri onkrum slagið av minstu løn, so mann altíð fær havt trygdina í hásætið, sigur Símun Jákup Høj­ sted. Útbúgving er ein forðing Ingi Sørensen, ið er kavari og hevur nomið sær útbúgv­ ing innan kaving í Noregi, hevur ilt við at lata vera við at øsa seg um støðuna í Før­ oyum. ­ Tað eru alt ov nógvir, ið arbeiða fyri undirprís, og hetta ger, at teir, ið hava goldið nógv fyri sína út­ búgving fáa ein trupulleika. Eg haldi tað vera forkasti­ ligt, at menn við lítlari og ongari útbúgving gera ar­ beiðir, ið krevja nógv hægri útbúgvingar enn teir hava. Fyri mær er tað sum um ein maður við koyrikortið til prutl fekk uppgávuna at koyra buss, og tað hevði ongin gingið við til. So galin er støðan hjá okkum, og tí mugu vit gera nakað við tað, sigur Ingi Søren­ sen. Lívshættisligt uttan lógir Ingi Sørensen greiðir eisini frá, at ein av orsøkunum til, at teir vilja stovna fakfelag, er fyri, at teir saman kunnu fáa arbeiðseftirlitið at kanna arbeiðið hjá teimum betri. ­ Tað er ein lóg í Føroyum um kaving, men hon verður øgiliga sjáldan hildin, tí ar­ beiðseftirlitið ger onki við tað. Í londunum rundan um okkum fáa teir, ið kava utt­ an loyvi so stórar bøtur, at fyritøkurnar fara á heysin, um teir ikki halda lógirnar. Hetta sakna vit í Føroyum, tí tað er beinleiðis lívshætt­ isligt hjá kavarum, sum arbeiða undir umstøðunum, ið arbeiðseftirlitið sær út til at góðtaka, sigur Ingi Søren­ sen. Hann leggur afturat, at hann heldur tað vera ser­ stakliga løgið, at tað eru kavararnir sjálvir, ið mugu biðja um eftirlit, so teir verða noyddir at halda seg til galdandi lógir. Nógvir mangla útbúgving Kavararnir, ið Sosialurin hevur tosað við, meta tað vera serstakliga keðiligt, at vinnan nýtir so nógvar kav­ arar uttan nøktandi útbúgv­ ing. ­ Tað er løgi, at menn, ið bert hava loyvi til at kava niður á 12 metrar gera arbeiðir í aliringum, ið eru 25 metrar djúpir. Tað er lutfalsliga nógv, ið doyggja av at kava, og tað eru næstan altíð teir, ið ikki hava út­ búgving, sum tað gongur útyvir, greiðir Ingi Sørensen frá. Allir kavarar eru tó væl­ komnir til fundin. Fyriskip­ ararnir vóna harvið, at allir, ið vilja arbeiða innan vinnu­ liga kaving í Føroyum nema sær hóskandi útbúgving inn­ an økið. Tilmeldingin til stovnandi fundin fer fram á vinnuligkaving@gmail.com og fundurin verður 21. no­ vember klokkan 19.00 á Hotel Tórshavn. Vit gera tað vit kunnu Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, metir ikki at støðan er so ring, sum kavararnir, Sosialurin hevur tosað við, gera hana til. - Vit gera sum so ikki nakað uppsøkjandi ar- beiði. Kavaralógin er eitt serligt øki, og vit hava í løtuni ikki nakað fólk, ið arbeiðir við tí burturav. Hinvegin fara vit altíð út, tá vit fáa boð um at kanna ymisk viðurskifti, men tá eru tað sum oftast útgingin vinnubrøv og ikki lívs- hættisligar arbeiðsum- støður. Og tað er heldur ikki altíð, at tað fer nak- að ólógligt fram, tá vit fara út at kanna eina fráboðan, greiðir Karl Joensen frá. Sambært stjóranum á Arbeiðseftirlitinum vanta eisini fastar mannagongdir. - Innan kaving er tað í løtuni serliga okkara uppgáva at veita vinnu- brøv og endurnýggja tey. Lógin um vinnuliga kaving er klár, og tað verður arbeitt við at gera vantandi kunngerð- irnar, sigur Karl Joen- sen. Hann leggur aft- urat, at í framtíðini fara helst at vera betri fíggjarligir møguleikar at gera hetta arbeiði, tí tá fara teir helst at taka eitt gjald fyri teirra arbeiði. Mercedes steðgar á Fíggjarkreppan ger eisini um seg í bilídnaðinum. Í gjár kunngjørdi leiðslan í týsku fyritøkuni Mercedes­Benz, at verksmiðjan í býnum Siedelfingen steðgar framleiðsluni tann 11. desember, og at arbeiðið fer at liggja stilt tær næstu fimm vikurnar. Á hinari verksmiðjuni, sum er í Stuttgart­Untertürkheim, steðgar arbeiðið tann 15. desember og verður ikki tikið uppaftur fyrr enn tann 12. januar. Leiðslan í Mercedes­Benz sigur, at hóast eingin bilur verður gjørdur í steðginum, fáa starvsfólkini á báðum verksmiðjunum fulla løn undir steðginum. Lívshættisligt at kava undir verandi fyritreytum