Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 207 - 28. oktober 2008 Fríggjadagin varð boðið til móttøku at vitja nýggja kryvji­ virkið hjá P/F Luna í Sørvági. – Vit hava snøggað virkið innan. Nú fara vit at snøgga tað uttan, sigur virkisleiðarin Óli Hansen Fiskavirki Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: Hetta virkið hjá Luna er nú einasta fiska­ virkið á Vágoynni. Tó er ein fiskauppboðsøla í Sør­ vági. Á samkomuni fríggja­ dagin tók virkisleiðarin, Óli Hansen ímóti og vísti fram virkið. Hann vísti á, at tað er sera framkomið við teldustýrd­ um robottum og skipanum. Virkið heldur til í gamla bláa bygninginum á bryggj­ uni, har alt nú er gjørt av nýggjum innan. Alt virksemið Virkið klárar dagliga at kryvja uml. 30 tons av laksi og sílum, men um maskinorkan verður størri, kann nærum tað dupulta kryvjast á virkinum. Í dag arbeiða uml. 25 fólk á virkinum, men um kapasi­ teturin á virkinum økist, verður eisini tørvur á fleiri arbeiðskreftum. Virksemið hjá feløgunum sum samstarva við P/F Luna hava virksemið frá rogni og líka til kryvjing og sølu. Á smoltstøðini á Fúta­ kletti verður fiskurin aldur frá sili og rogni til smolt. Og á alistøðunum í Gøtu, á Miðvági/Sandavági og í Sørvági verður smoltið alt til laks fram til tøku. Síðani verður hann fluttur ávikavist frá Gøtu og Mið­ vági til Sørvágs til kryvj­ ingar. Fiskurin á Sørvágs­ firði verður sleipaður inn til keiina og síðani pump­ aður inn á virkið. Virkið, sum er tað gamla fiskavirkið í Sørvági, er nú stásiligt innan. Sambært Óla Hansen verður í næstum farið undir at snøgga bygn­ ingin uttan. ­ Men fyrst skal virksemið innan koyrast til, soleiðis at framleiðslan er nøktandi. Hetta tekur altíð nakað av tíð, sigur hann. Bert eitt fiskavirki í Vágum Um virksemið á Luna verður økt, verður neyðugt við fleiri arbeiðsfólkum Nú er klárt at fara til verka – vinstrumegin Jóanis Nielsen, myndamaður, Óli Hansen, virkisleiðari og Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri Toskurin fær ikki frið Í hesari vikuni fara fiskimálaráðharrarnir í ES­londunum at umrøða fiskirættindini í Eystrasdalti í 2009. Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES sigur, at toskurin í eystara parti av Eystrasalti er heldur frægari fyri enn mett, og tí hevur ES­nevndin skotið upp at økja toskakvbotuna eystan fyri Bormholm 15 prosent. Hinvegin mælir nevndin til at skarva 15 prosent av toskakvotuni vestan fyri Bornholm, sum tó er munandi minni enn tilmælið frá ICES, sum er 23 prosent. Svenski umhvørvisverndarfe lagsskapurin hevur mótmælt, at kvotan eystanfyri verður hækkað. Felagsskapurin sigur, at toskurin skal fáa frið at koma fyri sweg aftur.