Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 207 - 28. oktober 2008 Starvsfólk til bókhaldið Starvslýsing Søkt verður eftir starvsfólki til bókhaldið at byrja skjótast tilber. Starvið er fjølbroytt, mennandi og fevnir um øll økir innan bókhald. Talan er um eitt starv, har tú fært høvið at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, sum er í støðugari menning, saman við dugna ligum og góðum starvsfeløgum. Førleiki Avgerandi er, at tú hevur áhuga í fyrisitingarligum viðurskiftum og royndir innan bókhald. Tað er umráðandi, at tú er fyrikomandi og hevur hegni og hug at hjálpa til, har tað er neyðugt og tá á stendur. Vit vænta at tú hevur lokið handilsskúlaprógv ella hevur royndir, ið eru samsvarandi við hesa útbúgving. Starvstreytir Løn, arbeiðstíð og onnur starvsviðurskifti eru eftir nærri avtalu. Umsókn Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Esmar Olsen, fíggjarleiðara á telefon 344012. Umsókn við CV, prógv um og møgulig- um viðmælum verður at senda til eo@formula.fo ella við brævi til Formula.fo Att. Esmar Olsen Stiðjagøta 5 Postrúm 1078 FO-110 Tórshavn Vit vóna, at rætti umsøkjarin kann byrja uml. 1. desember 2008. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 7. november 2008. Formula.fo er ein KT fyritøka við 70 fólk um í starvi. Vit útvega vørur og tænast ur í Føroyum og uttanlands. Í fyrisitingini á Formula.fo arbeiða í dag 5 fólk. Stiðjagøta 5-11 · Tórshavn Tel 344000 · www.formula.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo „Vegurin sum arbeiðspláss“ „Vegurin sum arbeiðspláss“ er eitt kravt skeið fyri tey, sum arbeiða á ella fram við landsvegunum, og er um trygd í sam bandi við vegarbeiði. Tvey sløg av skeiðum Landsverk hevur skipað fyri hesum skeiði fyrr. Eftir lokið skeið fær lut- takarin eitt prógv, sum síðan skal endurnýggjast fimta hvørt ár. Tíðin er nú komin, at tey, sum vóru á fyrsta skeiðnum, skulu hava prógvini endur- nýggjað. Talan er sostatt um tvey ymisk skeið; annað er fyri tey, sum ikki hava verið á skeiði fyrr (2 dagar), og hitt er endur- tøkuskeið (1 dagur). Kostnaður og tekning Kostnaður fyri hvønn luttakara er 7.000 kr. fyri vanligt skeið og 5.000 kr. fyri endur tøkuskeiðið. Íroknað prísin er matur, skeiðstilfar og prógv. Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði. Til ber at tekna seg til skeiðið við at senda eitt teldubræv til Armgarð Steinhólm á ferðsludeplinum hjá Landsverki (armgard@lv.fo). Freistin er 3. november 2008. Lesið annars meira um skeiðið á www.landsverk.fo. SKEIÐ Dagarnar 17.–21. november skipar Landsverk saman við Vejsektorens Efteruddannelse fyri skeiðnum „Vegurin sum arbeiðspláss.“ Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. Skeiðini „Vegurin sum arbeiðspláss“ verða hildin hesar dagar: 17.–18. nov. Byrjanarskeið 19. nov. Endurtøkuskeið 20.–21. nov. Byrjanarskeið Fáið næstan allar SKEMT Higartil eru útgivnar 19 Skemt bøkur við meira enn 3000 tekningum. Onkur árgangur er útseldur. Ogna tær Skemtbøkurnar signeraðar av teknaranum fyri einans 680 kr. Og tú fær Skemt 2008 ókeypis til jóla. Sendið ein teldupost til skemt@sosialurin.fo ella ringið 211820/341800 Tú kanst eisini fylla út lepan niðanfyri. SKEMT bøkurnar hjá Óla P Ja takk! Eg ynski at keypa allar Skemtbøkur (og fái 2008 ókeypis til jóla) Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Boks 76 FO-110 Tórshavn Um tú ynskir at gera brúk av tilboðnum um at fáa allar SKEMT-bøkurnar (íroknað 2008) fyri einans kr. 680, skalt tú bert fylla út lepan og senda hann til: