týsdagur 28. oktober 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 207 - 28. oktober 2008
Eg eri ikki sørt skelkað av
úttalilsum hjá Bill Justinus
sen og Jenis av Rana í løg
tinginum í dag.
Hóast eg ikki havi havt
stórar vónir um, at vit
skuldu verið serliga samd í
ávísum málum, so havi eg
ongantíð hoyrt so grov,
spillandi og beinleiðis
diskriminerandi úttalilsi frá
tingfólki.
Eg havi fyrr tosað ímóti
Jenisi, tá hann langaði út
eftir donskum fjølmiðla
fólki. Grein 266b.
Eg havi eisini tosað
ímóti miðflokkapolitikki,
tá hann vil kúga frælsi hjá
einstaka menniskjanum.
Abortlóggáva.
Í dag vil eg harðliga tosa
í móti úttalilsum um, at
kvinnur eru skaðiligar fyri
føroyskan politikk, og at
serliga tjóðveldiskvinnur
eru skaðiligar fyri Føroyar.
Kristin trúgv snýr seg um
tolsemi og næstakærleika.
Politikkur snýr seg um at
skapa frælsar karmar fyri
Føroya fólk.
Álit snýr seg um at loyva
fólki at ráa yvir sær sjálv
um, við virðing og um
hugsni fyri sínum med
menniskjum.
At kvinnan í bíbliuni
bert er ein fjøður í hatti hjá
manninum,
At hon ikki skal taka
orðið í forsamlingum,
At hon, um hon pyntar
seg við smúkkum, er at
meta sum skøkja,
eru eftir mínari mein
ing mannsjavinistiskar
tulkingar frá eini tíð, sum
vit á ongan hátt kunnu
sambera okkum við.
Kvinnur í politikki eru
eitt neyðugt og gott
tilfeingi fyri Føroya land.
Vit hava sæð, at kvinnur
ikki ræðast at taka orðið í
málum, sum alt ov leingi
hava verið tagd burtur.
Kvinnur tora at taka avgerð
um onnur enn seg sjálvar.
Kvinnur eru við til at
varpa ljós á samfelags
viðurskifti, sum leingi hava
verið fjald í djúpum
tunlum undir betongi og
asfalti.
Eg vil heita á
formanskapin í tinginum
um at taka so grovar
ákærur móti tingfólki í
fullum álvara og lata tær
fáa avleiðingar fyri teir,
sum føra tær fram, og at
verja tær, sum hetta er vent
ímóti.
Góðu Tjóðveldiskvinnur - haldið á!
Valevni Tjóðveldis
Maud Wang
Hansen
Ja, tað var eg sum var
fyrsta valevni, sum kom
við hugskotinum, um
ókeypis tráðleyst internet
til okkum borgarar hjá
Tórshavnar kommunu!
Hotspots/tráðleyst inter
net, verður nógv kjakast
um, inni á www.kjak.org.
Eg haldi út frá kjakinum
inni á kjak.org og face
book, at fleiri valevnir og
onnur eru við upp á tank
an, við ókeypis tráðleysum
interneti og tey halda, at
hetta hugskotið er frálíkt.
Eisini, tá ið talan er um tað
fíggjarliga. Tað hevur kan
ska verið mest kjakast um
tað fíggjarliga við hesum.
Eitt annað kjakevni er, um
hetta ikki hoyrir heima hjá
vinnulívinum.
Verður goldið við lýsing
um frá tí privata
vinnulívinum:
Eg skal siga enn einferð,
at tráðleyst internet er van
ligt í Danmark eitt nú í
Høje Taastrup kommunu
har rindar kommunan
hotspots tráðleyst ókeypis
internet við lýsingum frá tí
privata vinnulívinum.
Tað fíggarliga og
framtíðin:
Her ber til at fíggja hot
spots internet, við lýsing
um frá privata vinnulívin
um. Eisini ber til hjá Tórs
havnar kommuni, at kanna
um hotspots møguleikar,
um fyrimunur og vansar.
Her kan ein venda sær til
td. Føroya Tele og Voda
fone. Fyri at kanna, hvat
ókeypis tráðleys internet er
og hvat tað kostar. Soleið
is, at vit kunnu vera í nútíð
ina og ikki at gloyma inn í
framtíðina á KT økinum.
Vit eru í dag langt aftan
fyri á KT økinum, enn
hinu skandinavisku
londini.
Redspots internet, er
meira til tað privat vinnu
lívið enn hotspots
internet:
Eitt annað er Redspots,
tað er internet, sum kann
brúkast á gistingarhúsum
og aðrastaðni. Har verður
so goldið fyri, tá ið tú
loggar teg inn. Tað er
nakað heilt annað, enn
hotspots internet. Her er
talan meira um privata
vinnu. Ja, fylg við inni á
www.kjak.org, ella á
facebook, har tit kunnu
fylgja kjakinum. Eg kundi
eisini ynskt, at har vóru
fleiri valevnir, enn eg,
Niels Uni Dam og Leivur
Hansen. Kom og sigi
tykkara meining innan
hetta øki.
Fá nýt stev – vel Lev:
Fá nýt stev – vel Lev,
eisini inn í nútíðina og ikki
at gloyma framtíðina.
Vel Levi Mørk, eg eri
klárur eru tit?
Ókeypis internet
Levi Mørk
Eg stilli upp til býráðs
valið fyri komandi
skeiði.
Ikki er tað tann
bjartasta fíggjarliga
framtíðin, sum ger, at
man roynir seg sum
valevni. Nei, hana hava
vit so sanniliga sæð betri.
Eg bjóði meg fram, tí
eg meti meg verða føran
fyri at gera ein mun.
Gera ein stóran mun, og
soleiðis ávirka framtíðina
hjá okkum tann rætta
vegin.
Eg ætli mær ikki at
bjóða nøkrum borgara
nakað órealistist valagn,
tí sum øllum kunnugt, so
er KRUBBAN TÓM !!!
Nei, eg ætli mær fyrst
og fremst at FYLLA Í
HANA AFTUR.
Inntøkurnar hjá Tvør
oyrar kommunu eru í
løtuni í fríum falli.
Framtíðin sær ikki ljós
út, sum nú er.
Tað skal gerast nakað
nú!
Tað skal gerast av fólki
við visiónum!
Tað skal gerast av fólki
við vilja!
Tað skal gerast av
fólki, sum torir og veit,
hvat skal gerast!
Eg vil virka fyri, at inn
tøkurnar hjá kommununi
fyri fyrstu ferð í manna
minni fara at økjast. Ikki
bara økjast, men fara
veruliga at síggjast aftur.
Og tá tosi eg ikki um
at økja um skatta
prosentið.
Tá ið inntøkurnar eru
øktar, er gaman í at tosa
um íløgur og ábøtur –
men ikki fyrr.
Eg vil virka fyri, at
vinnan á plássinum aftur
fer at blóma.
Eg vil virka fyri, at tey
ungu aftur fara at seta
búgv í oynni.
Eg vil ikki bara virka
nei, eg gevist ikki, fyrr
enn míni mál eru nádd.
Hettar, og nógv meira,
tó bert um eg fái tykkara
atkvøður.
X við Kára Sørensen
tann 11. nov. ‘08
Góðu tvøráfólk, góðu veljarar!
Valevni á Tvøroyri
kári
sørensen
viðvíkjandi
Føroyingar hava ikki havt
høvi at skift orð um, hvørja
Europapolitiska leið
Føroyar skulu fara. Kortini
hevur landsstýrismaðurin í
uttanlandsmálum longu
tikið avgerðina fyri fólk
Europapolitiska kósin í
samgonguskjalinum er røtt.
Tann, sum tímir at
ómaka sær at lesa sam
gonguskjalið, sær, at tvær
møguligar leiðir skulu
kannast: Møguleikin fyri at
gerast partur av EFTA ella
at gerast partur av Europa
samveldinum. Tá hesir báð
ir møguleikar eru kannaðir,
skal støða takast til, hvørja
Europapolitiska leið, vit
eiga at halda.
Her skal altso eitt kann
ingararbeiði fáast frá
hondini, áðrenn nøkur
støða skal takast.
Kortini er landsstýris
maðurin í uttanlandsmálum
longu farin víðari.
Hóast hvørgin møguleik
in er liðugt kannaður, og
hóast ongin politisk við
gerð hevur verið av teim
um báðum kanningar
arbeiðunum, ið gerast
skulu, hevur landsstýris
maðurin longu tikið støðu.
Aftur og aftur hevur
hann greitt almenninginum
frá, at hann fer eftir einum
EFTAlimaskapi, og so
skal roynast eftir teimum 4
frælsunum innan ES.
Hetta er í stríð við sam
gonguskjalið.
Og í grundini er hetta
eisini í stríð við demokrat
isku siðvenjuna, har borg
arar í landinum fáa høvi at
skifta orð um henda
avgerandi spurning.
Lat okkum fáa
orðaskiftið
Mín roynd at fáa gongd á
eitt Europapolitiskt orða
skifti í Føroyum hevur út
loyst eitt ramaskríggj
millum summar politikarar.
Onki løgið er í, at teir
mest rabiatu limirnir í Tjóð
veldisflokkinum beinan
vegin leggja persónliga
eftir undirritaða og geyla
um undirgravandi virk
semi. Tey fólkini eru drivin
av misskiltari nationalismu
og eru von at dyrka ósemj
una og tað, ið skilir
okkum.
At toppurin í Fólkaflokk
inum ýlir saman við mis
skiltu nationalistunum,
kann undra. Kanska byrjar
formansskiftið í tí flokki
num nú at vísa sítt sanna
andlit?
Hetta eigur tó ikki at
forða føroyingum at fáa
eitt orðaskifti í lag um,
hvørja Europapolitiska
leið land okkara skal fara.
Vit mugu tvíhalda um, at
orðaskiftið vilja vit hava.
Og vit vilja hava tað,
áðrenn Jørgin Niclasen og
Høgni Hoydal seta í verk
avgerðina, teir longu hava
tikið yvir høvdið á fólki.
Hetta er ein
demokratiskur rættur, sum
vit skulu gera krav uppá, tí
uttan hann verða vit møgu
liga førd á eina leið, sum
ikki er tann besta fyri land
og fólk.
Hvat siga ymsu
bólkarnir?
Higartil hevur verið merki
liga lítið at hoyrt til teir
ymsu samfelagsbólkarnar.
Tað hevði verið áhuga
vert at frætt, hvat t.d.
arbeiðsgevarar halda?
Skulu vit royna at práta
fornuft við ES, ella er tað
EFTA við ella uttan EBS
(Europeiska Búskaparliga
Samstarvið), ið vit skulu
smyrja okkum við?
Hvat siga fakfeløg? Fríur
flutningur av arbeiðsmegi
gevur stórar møguleikar
men sanniliga eisini
avbjóðingar her heima.
Hvat siga tær nýggju
tænastufyritøkurnar, ið
byrja at vinna landinum
hart tiltrongdar inntøkur
uttaneftir? Hvussu síggja
tit framtíðina fyri tykkum á
hesum øki?
Eru skúlafólkini uttan
meinigar? Tit í granskingar
umhvørviðnum?
Fíggjarsektorurin? KT
fyritøkurnar?
Hvat halda tit ungu? Tit
skulu liva her leingi eftir,
at ættarliðið, sum nú ræð
ur, er farið.
Og hvat halda púra vanlig
ir borgarar um spurningin?
Her eru so nógvar strate
giskar, fakligar og persón
ligar diskussiónir, ið
mangla, áðrenn støða kann
takast til tann stóra
spurningin.
Fjølmiðlarnir mugu vera
við
Nógv munnu vera so evind
arliga troytt av, at tað altíð
eru vit politikarar, sum
skulu standa fremst og sláa
hvønannan í høvdið við
meiningum, ið ofta eru ov
fastlæstar og kategoriskar.
Tí hevði verið fantast
iskt, um onnur og klókari
høvd enn vit, eisini koma
fram við sínum hugsanum
og meiningum.
Fjølmiðlar noyðast eisini
at spæla við, um vit skulu
fáa neyðuga orðaskiftið um
Europapolitikkin.
Nógvir journalistar
dyrka ta politisku ósemj
una og halda mikrofonun
um heldur enn at fara
kritiskt inn í substansin í
málinum og lýsa tað frá
ymsum síðum.
Ósemjan fyri ósemjunnar
skyld er óviðkomandi og
lítið áhugaverd fyri fólk
flest, og tí má hon halda
uppat. Sum borgarar og
veljarar vilja vit hava
tíðindaflutning, sum ger
okkum før fyri at taka
veruliga støðu.
Tit í almennu fjølmiðl
unum hava eina public
serviceskyldu móti tí sam
felag, ið rindar tykkara
lønir. Hesa skyldu mugu tit
taka í álvara.
Vónandi eru fleiri, sum
hava hug at fáa orðaskiftið
í lag.
Lat okkum skifta orð um Europa-politikkin
løgtings- og
fólkatingsmaður
edMund
Joensen