Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 28. oktober 2008 29 Minnist í mínum uppvøkst­ ri, at tá bar til at hiva bátar upp á ovastu hædd á Salt­ søluni. Tá var laga manni, at mála bát ella at gera minni ella størri umvæling­ ar av bátinum undir taki. Um kvøldarnar og í viku­ skiftinum alt árið, gingu menn og pjøssaðust um bátarnar og felagslívið har á ovastu hæddini var bæði gott og gevandi. Nú liggja menn sum eftir lívinum at finna sær ein skáa á sumri og í vikuskift­ inum og ikki minst um á vetrartíð. Nógvir bátar verða tiknir upp og aðrir kundi hugsað sær at fingið umstøður til hetta sama. Veðrið fáa vit onki gjørt við, men umstøðurnar kundu verið betri. Fyritreytirnar frá mínum uppvøkstri og til nú, eru so nógv broyttar. Frá fyrr at hava lágvaksnar maskin­ og róðrarbátar, eru førini blivin bæði størri og vakr­ ari. Bátalívið hevur eftir at bátafelagið í Havn var stovnað, fyri umleið 10 árum síðani, ment seg so ótrúliga nógv og nú verður bátur nýttur til annað enn at fáa sær eitt kók við. Frá fyrr at hava verið ein mans­ lig dygd at hava og fara við báti, er øll familjan tikin við í hetta felagslívið og nógv eru tey sum um sumrarnar sigla runt Føroya land og halda sær á gaman og vitjað kenningar. Umstøðurnar hjá báta­ eigurum er hesi seinastu árini batnaðar nógv, men enn restar í at fáa ein høll, har tað ber til at fara inn við bátinum í styttri tíðarskeið fyri at mála ella umvæla bátin. Øki í Álakeri hevði verið eitt upplagt øki at sett eina stóra høll á, har serskildur bátadráttur var gjørdur, sum dróg bátin beinleiðis inn í høllina. Kommunan saman við bátafeløgunum í kommuni kundi staðið fyri hvussu hettar ítøkiligt skal skipast og hvussu høllin skal rekast og haldast viðlíka. valevni á lista C Jákup Danielsen Bátahøll í Álakeri Um eg gekk mær ein túr í býnum! ”Ella tað má held­ ur vera í SMS, tí miðbýur­ in er steindeyður” og spurdi fólk, hvat tey hugsa, tá eg sigi orðið trivnaður, er ongin ivi, at svarini høvdu verið líka fjølbroytt, sum tey fólkini eg spurdi. Vanliga verður sagt, at trivnaðurin kann metast út frá, hvussu tey veikastu í samfelagnum hava tað. Í míni verð er hetta eitt gott barometur. Nógv er gjørt seinastu 4 árini fyri at bøta um trivn­ aðin hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu. Resultatlistin er langur, og tað er ein fragd fyri meg sum borgara, at síggja, at tað hendir nógv jaligt í Kommununi. Men vit eiga ikki at gloyma, at øll fólk skulu trívast í okkara kommunu. Og fyri mær merkir tað, at nú er tíðin komin at seta fokus á teir borgarar, ið ikki hava fingið gagn av teimum stóru íløgunum, íð eru gjørdar seinastu árini. Var til dømis á veljara­ fundi í Kollafirði, har bleiv tosað um, at tey ungu rýma, tí tey onki grund­ stykki fáa, og ungdómurin situr í einum trappuholi og spælir kort o s.f.v. So eru tað okkara eldru borgarar, ið als ikki hava nøktandi umstøður, tey ungu undir 18 ár, ið ikki hava nakað stað ella hølið at samlast í. Fyri tey ungu ið ætla at seta búgv er tað er alt, alt ov kostnaðar­ mikið og so er tað ógjørligt fyri einligar forsyrgjarar at búgva í Tórshavnar Kommunu. Møguliga er nakað gjørt, men nógv er eftir. Havi hug at leggja aftrat, at alt tað. sum vit. ið bjóða okkum fram ”lova”, hevur stórar avleiðingar og mangan stórar arbeiðs­ byrðar fyri umsitingina og starvsfólkini hjá Tórs­ havnar kommunu. Eg veit, hvussu tit starvsfólk hava tað, ikki minst upp undir val. Eg veit eisini, at Tórs­ havnar kommuna hevur hópin av dugnaligum starvsfólki, ið stríðast hvønn einasta dag, fyri at nøkta tørvin hjá borgar­ unum í kommununi. So í míni verð merkir trivnaður, trivnaður fyri allar borgararar , eisini starvsfólkini hjá Tórs­ havnar kommunu. Tingini hanga jú saman. Hvat merkir trivnaður? sJúrður Johannesen Tvey av teimum stóru málsøkjunum sum komm­ unan hevur ábyrgdina av, eru skúlabygningar og dagstovnaøkið. Hendan greinin snýr seg um skúl­ an, hvat er gjørt, hvat er í gerð, og hvat er í væntu. Dagstovnaøkið verður tikið upp í aðrari grein At skúlaøkið hevði ligið á láni í alt ov mong ár, vita øll, og eru tað fleiri góðar og minnið góðar orsøkir til at so var. Hesi seinastu fýra árini hava skúlarnir verið raðfestir fremst í Tórshavnar kommunu, og tað er ikki hissini tørvur og harvið peningaupphæddir sum krevjast samsvarandi. Tá ið tørvurin er so mikið stórur sum hann er, er tað sjálvsagt, at fýra ár ikki røkka til at koma á mál. Men væl er komið áleiðis, og tað er við góðum vilja møguligt at nærkast máli­ num, sum er at fáa stóran part av skúlunum dagførdar, nakrar væl ávegis og aðrar í eina raðfesta ætlan komandi fýra árini. Mentamálanevndin sett krøv til skúlabygging Vit hava í mentamálanevnd­ ini sett krøv til alla skúla­ bygging í kommununi. Hesi krøv skulu tryggja at skúlin hevur góðar umstøður til fjølbroytta undirvísing og arbeiðslag, har tað ber til at undirvísa í størri hópum og í smærri bólkum; góðar umstøður til bæði verkætlanararbeiði, sjálv­ støðugt arbeiði og sosiala samveru. Námsfrøðiligur tænastudepil skal verða hjarta í skúlanum og lærarar skulu hava tær neyðugu umstøðurnar til fyrireiking, toymisarbeiði, og fundir. Allir skúlar skulu hava góðar umstøður til næming­ ar at eta, og skúlagarðurin skal vera bæði spennandi og mennandi. Skúlar í gerð Í løtuni eru tveir stórir skúlar í gerð, Skúlin við Løgmannabreyt, sum verður liðugur komandi skúlaár, og síðani skúlin á Hamrinum á Argjum, har innskúlingar­ parturin við frítíðarskúla skal verða liðugur komandi skúlaár og allur skúlin árið eftir. Hesir skúlar eru báðir tveysporaðir skúlar frá fyrsta til níggjunda flokk, við frítíðarskúla og dupultari fimleikahøll. Harumframt eru tað teir eldri skúlarnir sum treingja til umfatandi ábøtur og í onkrum førum um­ og útbygging. Skúlin í Kolla­ firði er út og umbygdur og eru nú bert snøklar eftir at fáa hendan skúlan heilt liðnan. Skt. Frants skúli skal hava ein nýggjan bygning til yngstu flokkarnir við frítíð­ arskúla, og er hetta projektið klárt at seta í gongd. Stórar høvuðsumvælingar eru gjørd­ ar og verða gjørdar í Eystur­ skúlanum, og í Kommunu­ skúlanum er gjørd skitsa til komandi skúlan. Hetta er gjørt í samstarvið við skúlan sjálvan og er eitt sera spenn­ adi projekt, sum fer at gera Kommunuskúlan til ein minst líka góðan og spenn­ andi skúla sum teir nýggju skúlarnir. Fólkaskúli í Vesturbýnum Støðan hjá Venjingarskúlan­ um er óhaldbar og greiða má fáast á spurninginum um barnaskúla í Vesturbýnum. Støða má takast til, um Venj­ ingarskúlin skal dagførast til nútíðar krøv, ella um ein nýggjur Vesturskúli skal byggjast. Undir somu lon húsast ein ótíðarhóskandi barnaskúli, og ein alt ov trongur partur av Fróðskaparsetri Føroya. Ætlanin við at byggja Venj­ ingarskúlan og Læraraskúlan saman hevur ivaleyst verið sera góð í síni tíð. Lærara­ næmingarnir hava havt sín venjingarskúla, og børnini høvdu bestu atgongd til nýggjar og frískar námsfrøði­ ligar kreftir. Men í dag líða bæði økini undir ógreiðum játtanarviðurskiftum, har bæði land og kommuna skulu varða av sama bygn­ ingi, og hvørgin partur tekur greiða støðu til framtíðina hjá skúlanum. Setur og nýggjur Vesturskúli Mín støða er púra greið. Skúlin er, eftir mínum tykki, nógv betri hóskandi til vaksin enn til børn, og Skúlin á Frælsinum hevði kunnað givið stórum parti av Fróðskaparsetrinum framúr góðar karmar. Tær longu gangirnar, túnini millum lonirnar, stóra plenan og hábærsligi skálin eru sum gjørd til eitt universitet. Umstøður eru bæði til frálæru, ráðstevnur, fundir, bólkavirksemi, bókasavn, ítrótt o.s.fr. Og so liggur skúlin beint upp at restini av lærda háskúlanum, og eitt hanagleiv frá okkara størsta akademiska arbeiðsplássi ­ Landssjúkrarhúsið. Hevði landið so lagt gomlu hospitalsíbúðirnar av til lestraríbúðir, so høvdu vit um fá ár fingið karmar um eitt virðiligt altjóða universitet í Føroyum. Um landið hinvegin ikki ynskir at keypa kommunur­ nar part av skúlanum, so eiga vit at fáa tað avgreitt sum skjótast, og taka støðu til hvussu vit so kunnu byggja Venjingarskúlan um, so at hann líkur nútímans krøv til barnaskúlar. Eg vóni tó ikki at tað verður endin, men at vit í komandi val­ skeiði kunnu seta skjøtil á ein heilt nýggjan Vesturskúla á Fløtum. Tá kunnu vit av álvara siga, at vit hava fram­ tíðartryggja stóru skúlarnar í kommununi nógv ár fram. Bráfeingis ábøtur Hvussu víkur og vendir, mugu tær neyðugu bráfeing­ is ábøturnar gerast, so tað er liviligt hjá bæði lærarum og næmingum til endaliga loysnin er komin uppá pláss. Bygdaskúlarnir Neyðugt er somuleiðis at gera ætlan fyri fleiri av okk­ ara bygdaskúlum, t.d.skal skúlin á Velbastað fáa eina varandi loysn og Nólsoyar skúli treingir somuleiðis til betri umstøður bæði uttan og innandura. Musikkskúlin Øll eru vit góð við musik­ skúlan, og er hann, sum fleiri hava nevnt okkara stoltleiki, men tað er ikki fyri skúlans fysisku um­ støður. Musikskúlin hevur staðið á íløguætlanini í fleiri ár, men hava tað tíverri verið ymisk viðurskifti sum hava viðvirka til at skúlin ikki er komin í gongd enn. Skúlaøkið sera umfatandi, krevur góðan vilja og breiða semju Eftir mínum tykki er skúla­ økið eitt tað týdningarmesta at raðfesta komandi árini. Vit eiga at halda áfram til vit eru komin á mál. Onkur hevur lyndi til at siga, at nú hava skúlarnir fingið so mikið nógv av fíggjarorkuni hjá kommunui, at tíðin er komin at raðfesta onnur økið. Men eg haldi ikki at vit hava røkt okkara skyldu á skúlaøkinum fyrr enn allir skúlarnir hava eins góðar umstøður. Útfrá omanfyri­ standandi kann ein og hvør síggja, at hetta gerst ikki uppá fýra ár. Tí er neyðugt við einari breiðari semju í býráðnum um at raðfesta skúlaøkið og gera eina langtíðar íløguætlan fyri skúlarnar. Kommunan byggir skúlar sum ongantíð fyrr Forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hilDur eyðunsDóttir Við meistaraskaparkvøðu MEISTARASKAPUR (kallkyn): Tað eitur ein meistaraskapur, tveir meistaraskapir, ikki eitt meistaraskap, tvey meist­ araskap, sum mong siga. (Danskt: et mesterskab). Hesin meistaraskapurin hjá EB­STREYMI var tann fyrsti. Til lukku, EB­ STREYMUR! Bending: Her er EB­ STREYMUR, Eg sá EB­ STREYM, hon heldur við EB­STREYMI. Vit kunnu helst siga EB­STREYM­ liðið; tað er kanska ikki neyðugt at siga EB­ STREYMS­liðið. EB­ STREYMA er ikki rætt. Eitt meistaraheiti er hvørkikyn. FISKISKAPUR (kall­ kyn): Fiskiskapurin hann. Góður/vánaligur fiski­ skapur. Sigið ikki fiskarí! E.S.: Ein heilsan til fótbóltsfelagið har vesturi og til okkara felag á Argjum. Koyrið á! Spell, B71! Eisini ein kvøða til tann framúrskarandi Pál , og ein til íslendska OL­ hondbóltslandsliðið. Lítlar tjóðir, stór úrslit! Á Borg á Argjum í klippingsól 2008 Eitt meistaraskap? Gott fiskiskap? Ein meistaraskapur! Góður fiskiskapur! eyðun á Borg viðvíkjandi