týsdagur 28. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 207 - 28. oktober 2008
- Til tess at lætta
um hjá sølufólki í
Rúsuni, barrum og
náttklubbum, eiga
allir føroyingar yvir
18 ár at fáa eitt sam-
leikaprógv. Hetta
kundi eisini hjálpt
at eyðmerkt fólk, ið
ikki sjálvi fáa givð
boð frá sær, segði
Tóri Højgaard á lands-
fundi Miðfloksins
leygardagin
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tóri Højgaard er formaður
fyri UfM, ið er ungmanna
felagið hjá Miðflokkinum.
Tóri Højgaard var millum
røðararnar
á
landsfundi
floksins
leygardagin
í
Norðurlandahúsinum.
Sum navnið sigur, eru
vit ein felagskapur av
ungum millum, 15 og 30, ið
hava valt at stuðla Mið
flokkinum, og arbeiða fyri
teimun virðum ið flokkurin
stendur fyri. Felagið hevur
verið til og er dotti burtur
aftur í fleiri umførðum,
men síðani málið um 266b,
hevur felagið havt fleiri
fundir, og nevndin hevur
verið saman javnan. Eisini
hava vit ein sess í floks
stjórnini, ein sess ið varð
mannaður
av
Arna
Abrahamsen, og nú er
mannaður av mær sjálvum,
segði Tóri Højgaard.
Hann nýtti høvið at takka
tingmanningini hjá flokki
num fyri stóra stuðulin, ið
teir hava sýnt felagnum.
Eisini takkaði hann flokki
num fyri at hava veitt teim
um fíggjarligan stuðul til
tey tiltøk, ið felagið hevur
skipað fyri.
Tó at at felag okkara
sum kunnugt er mannað við
ungum fólki, so eru tað ikki
einans mál, sum hava bein
leiðis við ungdóm at gera,
ið hava okkara áhuga. Av tí
at tað eru vit, ið koma arva
hetta samfelagið, eru tað
eisini vit, sum í longdini
koma at merkja avleiðing
arnar av teimum avgerðum,
ið verða tiknar í dag – bæði
teimum positivu og teimum
meira negativu. Tí vilja vit
fegin gera okkara ávirkan
galdandi í teimum viður
skiftum, ið eru tengd at
politisku skipanini, segði
Tóri Højgaard.
Rúsdrekkaló
Hann segði, at sjálvt um
man sum heild tekur undir
við flokkinum, so eru tað
altíð økir, ið man er meir
samdur um enn onnur – og
kanska onkur, har man er
beinleiðis ósamdur. Hetta
eigur at vera so, og er í verðu
leikanum mennandi fyri
demokratisku prosessina.
Tað, at vit innanhýsis í
flokkinum kunnu viðgerða
mál, sum ymiskar áskoðanir
eru um, kann bara virka til
at styrkja okkum sum flokk.
Styrkin hjá einum flokki
verður ikki mált upp eftir
hvussu fáar ósemjur eru –
men heldur hvussu væl
flokkurin klárar at arbeiða
seg í gjøgnum tær ósemjur
ið stinga seg upp – og koma
sterkari út hinumegin. Tað
er jú sera lítið sannlíkt at øll
altíð eru samd við øllum.
Menniskju eru jú so ymisk,
segði Tóri Højgaard.
So treiv hann í nøkur
ítøkilig politisk mál.
Eg hugsaði at tríva í
nøkur politisk mál, ið eg
meti vera relevant fyri
dagsins politiska landslag,
og lýsa hesi, sæð gjøgnum
eitt sindur yngri brillur,
segði Tóri Højgaard.
Hann vísti á, at fyri nøkr
um døgum síðani gekk eitt
rættiliga heitt kjak fyri seg
niðri í løgtinginum. Kjaki
snúði seg um uppskotið,
sum Bjørt Samuelsen hevði
lagt fram um at liberalisera
rúsdrekkalóggávuna.
Uttan at koma nærri inn
á málið sjálvt – tað kenna
vit jú øll, so hugsaði eg at
nevna
eina
nokkso
áhugaverda, fyri ikki at siga
stuttliga eygleiðing: Sama
Bjørt Samuelsen, sum nú í
vikunu vildi hava rúsdrekka
lógina broytta, sat sjálv í
halvt ár sum vinnumála
ráharri – uttan at gera
stórvegis við málið. Haldi,
at bæði Bill og Jenis raktu
seymin á høvdi tá teir
tosaðu um at halda Tjóð
veldi í snóri. Flokkurin
hevur víst tíðiligar skitzo
frenar tendensir seinastu
nógvu mánaðirnar, segði
Tóri Højgaard.
Flip-flop frá Tjóðveldi
Hann segði, at áðrenn valið
var flokkurin besti vinur
hjá teimum samkyndu, og
segði seg ongan hug hava at
samstarva
við
ein
so
»ódemokratiskan«
flokk,
sum Miðflokkin, fyri síðani
at blíva teirra besti vinur í
samgongu – til hendan
slitnaði. Og so omigen.
Haldi, at hetta vísur
nokkso
væl
manglandi
støðufesti hjá Tjóðveldi, og
teirra
vilja
at
ríða
á
populistisku bylgjuni, so
leingi hendan onki kostar
teimum, fyri so at selja alt
arvasilvuri so skjótt høvið
bíðst, segði Tóri Højgaard.
Men einki er so ringt, at
tað ikki er gott fyri okkurt,
plagdi man at siga.
So leingi man kann
rokna við tílíkum flipp
floppum frá Tjóðveld, so
vita vit, at einasta vit skulu
gera fyri at steðga tí flóð
aldu av avkristnandi upp
skotum, ið flokkurin so
gjarna vil koma við – er at
verða í samgongu við teim
um. So er trupulleikin loyst
ur, segði Tóri Højgaard
Um hugt verður at rús
drekka problematikkinum
sum heild, so er tað givið,
at tað er sera týdningarmikið,
at rúsdrekkalógin verður
hildin – hetta tí at hon hevur
til endamáls at tálma nýtslu
og verja tey, ið ikki eru før
fyri at nýta rúsdrekka á ein
ábygrdarfullan hátt.
Í dag skal man vera
fyltur 18 ár fyri at keypa í
Rúsuni, og fyri at fáa at
gongd til almenn støð, har
skonkt verður sterkt, vísti
Tóri Højgaard á.
Samleikakort
Trupulleikin er bara, at í
nógvum førum er tað sera
torført hjá starvsfólki at
prógva, at viðkomandi er
yngri enn 18, og harvið
kunna nokta teimum at
gongd. Tí hevði tað verið
eitt hugskot, at allir før
oyingar yvir 18 ár fáa eitt
IDkort frá landinum. Líkn
andi skipanir eru longu í
dag í gildi í umleið 100
londum um allan heim.
Her heima hjá okkum
hevði tað gjørt tað lættari
hjá starvssfólki, bæði í
Rúsuni og í náttklubbum at
vátta, at viðkomandi kundi
hevði lógligan aldur at
keypa, og hevði harvið
styrkt um útinnanina av
rúsdrekkalógávuni í Før
oyum, segði Tóri Højgaard.
Hann heldur, at tað eru
eisini aðrir fyrimunir við
einari slíkari skipan. Sigar
ettir fáast í dag til keyps í
øllum vanligum handlum
og kioskum – sjálvt um
man eisini skal vera 18 ár
fyri at keypa. Eisini her
hevði eitt alment IDkort
hjálpt starvsfólkinum at
hildi lógina.
Men ein slík skipan
hevði ikki verið avmarkað
til eftirlit. Hon hevði eisini
hjálpt fyritøkum, ið hava
haldarar av ymiskum slag
– eitt nú telefyritøkum, at
sloppi undan skjalafalsan.
Til dømis við at ómyndug
fólk binda seg til eitt hvørt,
ella at myndug fólk keypa
upp á borg uttan at hava
rættindi til tess.
Eisini hevði hetta hjálpt
løgregluni,
portørum,
sløkkiliðsfólki og øðrum at
eyðmerkt fólk, ið av onkrari
orðsøk ikki vóru før fyri at
upplýsa navn og annað.
Tó at hetta sjálvandi
hevði kosta pening at sett í
verk og umsitið, so hevði
tað uttan iva gingið hjá
bæði tí almenna og tí priv
ata, segði Tóri Højgaard.
Samleikakort til føroyingar
Tóri Højgaard er formnaður í
ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum
Nógv av skafti eftir stutta tíð
Karsten Hansen vísti eisini á fleiri mál, sum flokkurin fekk ígjøgnum í stutta samgongu
skeiðinum. Hann nevndi FASskipanina, sum bleiv broytt. Hann nevndi eisini uppskotið um
kommunuroknskap, ið er framt og sum var eitt ófrávíkiligt krav undir samgongusamráðing
unum. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin vísti eisini á ætlanirnar um at leggja sjúkrakassa
gjald og kringvarpsgjald undir skattin, fyri at lætta um hjá teimum lágløntu. Hetta uppskot
varð tó ikki framt, og nýggja samgongan hevur eftir øllum at døma heilt aðrar ætlanir á
hesum øki, segði Karsten Hansen, tinglimur fyri Miðflokkin á landsfundi floksins í
Norðurlandahúsinum leygardagin.