Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 207 - 28. oktober 2008 Tá hjúnini Elsi og Magni Christiansen gjørdust varð við, at elsti sonurin ikki mentist sum hann átti, sóu tey seg noydd at flyta til Danmarkar, tí tað vísti seg ikki at vera nøktandi lærutilboð til dreingin í Føroyum LANDSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á landsfundinum hjá Mið­ flokkinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum leyg­ ardagin, var ein gestarøðari, Elsi Christiansen. Men fyrst legði maður hennara, Magni Christiansen fyri við at syngja nakrar sangir. Hann sang fyrst sangin »Mín Jesus livir«, síðan »Mítt ynski er at síggja Jesus fyrst«, og at enda »Meir eg síggi, meir eg undrist«. Síðan fekk Elsi orðið. Hon greiddi frá tíðini tá Hákun, ið er elsti sonur Elsi og Magna, bleiv føddur. Elsi hevði havt fosturvatns­ forgiftning, og varð sett í gongd at eiga ein mánaða ov tíðliga. Frá barnsbeini av, var Hákun eitt sindur seinur, og helt hetta áfram í skúlanum. Sum Hákun eldist, gjørdist trupulleikin alt størri, og tørvurin á stuðli og ser­ undirvísing øktist alsamt. Ein lærari metti at tørvur var á leið 20 stuðulstímum um vikuna. Men øll árini lá stuðulin millum 0 – 4 tímar um vikuna. Royndir vístu, at sonurin var um fýra ár aftan fyri í menningini, í mun til javnaldrandi. Tankin um at koyra sonin í skúlan á Trøðni, var eisini til staðar, men tað vóru eisini trupulleikar hesum viðvíkjandi – millum annað við flutningi millum Kvívík og skúlan í Havn, segði Elsi Christiansen. Góður skúli Síðan byrtist tankin um at flyta til Danmarkar. Húsini blivu seld nærum beinanveg, eisini áðrenn ætlanirnar um at flyta vóru búnaðar. Og ongar aðrar fyrireikingar vóru gjørdar. Í øllum hesum umstøðum, valdu vit at leggja alt í Harrans hond, segði Elsi Christiansen. Og sum tað vísti seg, so lagaði alt seg til rættis á rættan hátt og í tøkum tíma. Og familjan flutti niður til Lemvig. Frá Lemvig kommune fekk familjan tilboð um júst ta hjálp, tørvur var á. Og á allan hátt hevur familjan kent seg væl, og fingið stuðul. Tey góvu eitt óbindandi tilboð uppá eini hús, og áðrenn tey vistu av, hevði seljarin tikið av. Tey dámdu so væl húsini, at tey tóku avgerð um at keypa tey. Skúlin hevur verið sera góður fyri Hákun, og hann fær góða hjálp, umframt økjandi arbeiðsuppgávur og skúlating í takt við menn­ ingina, og fáa tey í skúlanum nógvar ymiskar øðrvísi av­ bjóingar. Eisini tey sum kanska ikki eru sterk bók­ liga, sleppa at menna seg við ymiskum handaligum, sum tey eru góð til, segði Elsi Christiansen. Drongurin er mentur sera nógv, síðan tey fluttu niður, og tey síggja allatíðina framgongd við dronginum. Ógreið svar Tey eru eisini komin inn í andaliga arbeiðið har í nærøkinum. Tey skipa fyri sunnudagsskúla og líknandi barnatiltøkum. Elsi nam eisini við tvør­ leikarnar, tá tað ræður um at taka bil við niður til Danmarkar. Hon vísti á, at hon hevði spurt fýra ymisk­ ar myndugleikar, og fingið fýra ymisk svar. Hon sakn­ aði greiðar reglur og greið svar. Bæði vístu eisini á, at tað er gjøgnumgangandi í før­ oysku skipanini, at man fær ikki rættiligt svar. Tá man í Danmark setur fram ein spurning ella ynski, so verður hetta kannað væl og virðiliga, og so fær man eitt greitt aftursvar. Magni vísti á tvørrandi hjálp og generellar manglar í almannaskipanini í Før­ oyum. Tað er í alt ov lítlan mun menniskjað, ið er í fokus, og í alt ov stóran mun manglarnir og tørvandi pengar og so framvegis. Eftir teirra framløgur, fekk fundarfólkið høvið at seta fram útdýpandi spurn­ ingar úr salinum. Fyrilesturin endaði við, at Magni Christiansen sang »Her glaður eg ferðist«. Ov fá lærutilboð í Føroyum Elsi Christiansen greiddi frá um teirra trupulleikar við at fáa nøktandi lærutilboð til elsta sonin Mynd: Leo Poulsen Magni Christiansen sang áðrenn og eftir fyrilesturin hjá konuni Mynd: Leo Poulsen Eitt mál, ið eftir mín­ um tykki er ógvuliga álvarsamt, er fostur­ tøkuspurningurin. Flestu av okkum, ið eru samlað her í dag, eru nokk samd um, at fosturtøka, umframt at vera skaðilig fyri kvinn­ una, er beinleiðis týning av menn­ iskjalívi, segði Tóri Højgaard LANDSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit vita, at fosturtøkur verða framdar í Føroyum, men vit geva okkum kanska ikki altíð far um, hvussu nógvir føroyingar reint faktiskt verða nokt­ aðir rættin til lívið, segði Tóri Højgaard. Hann upplýsti, at sam­ bart Hagstovuni, so eru 645 fosturtøkur framdar í Føroyum seinastu 13 árini. Hetta svarar til einar 24 stórar fyrstu flokkar, ella alt fólkið á Skála, á Eiði, í Norðagøtu ella í Hvalba. Av hesum fosturtøkum var kvinnan í 538, ella 80% av førunum, millum 20 og 49 ár – also ikki ungar, ómyndugar gentir, ið blivu við barn – men vaksnar kvinnur. Eisini er vert at leggja afturat, at ein kanning, sum varð gjørd í USA í 2004, vísti, at bert 1% av fostur­ tøkunum, ið vóru framd­ ar, vóru vegna neyðtøku, og bert 0,5% vóru vegna insest. Eisini vísti kanningin ein samanhang millum fíggjarliga støðu og fosturtøku títtleikan: fleiri fátakar enn ríkar kvinnur fingu framt fosturtøku. Sjálvt um tað er óvist, so er tað ikki óhugsandi, at hesi tøl líkjast tendensinum í Føroyum Also vísa hagtølini at tær tríggjar høvuðsgrund­ gevingarnar fyri fostur­ tøku als ikki halda, tá kem­ ur til stykkið, og at fostur­ tøka í stóran mun verður nýtt sum hjálp uppá sosial­ ar trupulleikar, segði Tóri Højgaard. Banna fosturtøku Hann segði, at tað er møgu­ ligt at hann tekur feil, men tað er hansara fatan, at tey, ið eru ímóti fosturtøku, í nógv ár hava roynt at hildi fast við gomlu fosturtøku­ lógina, helst tí at tey hava borið ótta fyri, at um nøkur broyting var framd, so hevði tað verið til tað verra heldur enn tað betra. ­ Eg haldi at tíðin er komin til, at vit fara aggres­ sivt inn og arbeiða fyri einari nýggjari fost­ urtøkulóg, einari lóg, ið bannar fosturtøku í øllum førum, uttan tá lækni metir, at lív stendur móti lívið. Vit skulu ikki sita og vóna, at tey, ið eru fyri fosturtøku, ongantíð klára at samla ein meiriluta á tingið fyri at leysgeva fost­ urtøkuna – nei, vit skulu verða proaktiv! Vit skulu út og upplýsa um, hvat fosturtøka verðuliga inni­ ber og arbeiða fyri, at steðga meiningsleysa slát­ rinum av okkara dýrasta tilfongi, segði Tóri Høj­ gaard. Vitandi um, at tað eru kvinnur, ið verðuliga ikki duga at síggja annan útveg enn fosturtøku – tað verið seg vegna sosialar ella fíggjarligar umstøður – so eigur Miðflokkurin fram­ haldandi at arbeiða fyri, at betra um korini hjá eitt nú støkum uppihaldarum. ­ Tað er neyðugt at banna fosturtøku, men fyri verðuliga at koma henni til lívs er neyðugt, at burturbeina tørvin fyri at fáa fosturtøku, segði Tóri Højgaard á landsfundi Miðfloksins leygardagin. Eiga at banna fosturtøku Magni spældi og sang Ein hugnalig løta á landsfundi Miðfloksins var, tá Magni Christiansen spældi og sang. Hann var heldur ikki pírin at lata frá sær og spældi fleiri sangir, áðrenn konan, Elsi Christiansen, helt áhugaverdan fyrilestur um elsta son teirra, sum hevur lærutrupulleikar. Sum lesast kann í greinini her niðan fyri, eru eingi tilboð, sum eru nøktandi fyri hendan dreingin, og endin var, at tey fluttu niður til Danmarkar. Magni Christiansen spældi og sang »Mín Jesus livir«, síðan »Mítt ynski er at síggja Jesus fy rst«, og at enda »Meir eg síggi, meir eg undrist«, og eftir fyrilesturin »Her glaður eg ferðist«.