Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 166 - 30. august 2001 Nr. 166 - 30. august 2001 3 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3226 Navn: Sp/f KG Trading Adressa: 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 25.07.2001 Viðtøkudato: 25.07.2001 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 100.000,00 til kurs 100. Stovnarar: TS Seafood A/S, Læssevej 14, DK- 6700 Esbjerg og Sp/f KG 699 , Støðlagøta 14, 160 Argir (Sp/f 2825) Stjórn: Gunnar Gunnarsson, Oman Mattalág 12, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: : Sp/f HanSam, Tróndargøta 39, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 25.07.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at virksemi innan keyp og sølu, og flutning og annað virksemi sum stendur í samband við hetta. Skráseting Føroya tann 24. august 2001 Kristin Balle _____________________ Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, pápi, verfaðir, bróður, versonur og svágur KÁRI JOHANNESEN Fuglafjørður flutti heim til Harran mánamorgunin 27.8. 52 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 31/8 kl. 14.00 úr Siloa Familjunnar vegna Liljan, Sólvá og Klæmint Viggo og Maria og Bergur Tey, ið ikki lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Zarepta eina peningagávu. Konto í peningastovnunum -tað loysir seg Sosialurin fer í býin hvørja viku og tú sleppur at fylgja við hvussu hetta spælir av Í komandi viku fer Atlantis at sýna filmin Burturhugur, sum snýr seg um fólk og lív í Hattarvík FILMUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Vældámdi og rósti filmurin hjá Teiti Árnason um bygdina Hattarvík verður nú sýndur í Klaksvík. Komandi mánakvøld og týskvøld verður filmurin at síggja í mentanarhúsinum Atlantis. Filmurin, sum kallast Burturhugur, varð frum- sýndur Norðurlandahúsin- um undir Listastevnuni fyrr í hesum mánaðinum. Síð- ani hevur filmurin gingið fyri fullum húsum á gamla Meiarínum. Filmurin hevur fingið góð skoðsmál, og móttøkan var sera góð millum fólk. Øðrvísi filmur Burturhugur er eitt slag av dokumentarfilmi. Filmurin leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum hesi 7 fólkini uppliva hana. Men tann, ið væntar sær nágreiniligar frágreiðingar um seyða- hald, fisk ella bygdamenn- ing, verður bilsin. Burturhugur er øðrvísi á tann hátt, at hann fer heilt tætt at fólkunum, letur tey sjálv siga frá um tankar, dreymar, ótta, skemtiligar søgur og um, hvønn týd- ning lívið í bygdini hevur fyri tey. Hetta verður gjørt á ger- andisligan og livandi hátt, sum samstundis gevur rúm fyri bæði álvara og eisini poesi. Staðið sjálvt og um- hvørvið sleppa at seta sín dám á filmin. Skýggj, sól, traktorar, starar, vindur, kirkjan og havið verða flættað saman við frásagn- um hjá teimum 7 fólk- unum, tónleiki, sum Kári Sverrisson hevur gjørt, og yrkingum, sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað til filmin. Ikki regluligt enn Tað er nú langt síðani, at regluligar filmssýningar vóru í Atlantis. Tá umvælda mentanarhúsið lat upp var biografvirksemi í húsinum, men tað steðgaði, tá virk- semi í húsinum var tyngd av stórari skuld fyri um- byggingina. Nú er fíggjarligi parturin av húsinum fingin upp á pláss, men enn er ikki farið undir biograf aftur, hóast hetta hevur verið eitt av endamálunum við at fáa húsið at virka aftur. Útgerðin til at sýna filmar er í Atlantis, og tí ber til at seta Burturhugur á plakatuna. Filmurin verður sýndur í Atlantis mánakvøldið kl. 20 og týskvøldið kl 21. Atgongumerki á 60 krónur fáast í forsølu á Norðoya Kunningarstovu ella í Atlantis ein tíma undan sýning. Róstur filmur til Klaksvíkar Mánakvøldið og týskvøldið í komandi viku verður filmurin Burturhugur, sum snýr seg um Hattarvík, sýndur í Atlantis í Klaksvík Borgarstjórin í Klaks- vík óttast ikki aftur- gongdina í fólkatalin- um higartil í ár. Tað eru serliga útlending- ar og ungfólk í lestrarørindum, sum eru flutt úr Klaksvík í ár, heldur hann FÓLKATAL Eyðun Klakstein Klaksvík: Meðan stórur av landinum hevur upplivað vøkstur í fólkatalinum, er næststørsti býurin í land- inum tódnaður eitt sindur higartil í ár. Eitt hálvt prosent færri av fólki býr nú í Klaksvík, í tølum er tað ein afturgongd upp á 26 fólk fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Hetta er ikki nakað, sum loypir kvøkk á borgar- stjóran í Klaksvík. – Tey, sum eru flutt úr Klaksvík higartil í ár, eru serliga útlendingar og ein stórt tal av ungfólkum, sum fara av landinum at lesa, sigur Steinbjørn Jacobsen. – Her er ikki talan um familjur, sum rýma úr bý- num, men meira um fólk, sum fara burtur í lestrar- ørindum, og ein stórur part- ur av teimum kemur vón- andi aftur til Klaksvíkar, sigur hann. Minkingin 31. juli í ár var fólkatalið í Klaksvík 4.754, og tað var 26 fólk færri, enn tá árið byrjaði. Í hesum tíðarskeiðinum eru 77 fólk flutt úr Klaks- vík til útlandið, meðan góð 40 eru flutt til aðra komm- unu í Føroyum. Sama tíðarskeið eru 58 fólk flutt til Klaksvíkar úr útlandinum og 30 úr øðrum kommunum í landinum. Hetta hevur tó samanlagt við sær, at fólkatalið í Klaksvík er minkað við 26 fólkum. – Eg stúri ikki so nógv fyri hesum tølunum, tí hetta er vanlig flyting. Ungfólk skulu hava útbúgving, og útlendingar hava ikki fingið sær fastan bústað í Klaksvík. Vit skulu bara syrgja fyri at hava um- støður, so fólk koma aftur til Klaksvíkar at búgva, tá tey hava fingið útbúgving, sigur Steinbjørn Jacobsen. – Vit hava framvegis burðaravlop, og talið á umsóknum um grundstykki og ansingarpláss veksur, so hetta er ein livandi býur. Ikki sama støði enn Fólkatalið í Klaksvík var í áttatiárunum omanfyri 5000 fólk, men tað fann sær ongantíð fasta legu har. Við árslok í 1989 búðu 4.9991 fólk í Klaksvík, men næstu árini fór fólka- talið at minka, soleiðis sum tað gjørdi í øllum land- inum. Í 1995 var fólkatalið í Klaksvík komið niður á 4.500 fólk, og tað er ongan- tíð komið upp aftur á tað, sum tað var áðrenn kreppu- árini. Við ársbyrjan í ár búðu 4.780 fólk í Klaksvík, og hósat fólkatalið í Klaksvík frá 1995 til 2001 er vaksið við 5,6 prosentum, so er talan um ein afturgongd upp á 240 fólk síðani 1989. Ungfólk og útlendingar sum flyta – Tey, sum eru flutt úr Klaksvík higartil í ár, eru serliga útlendingar og ein stórt tal av ungfólkum, sum fara av landinum at lesa, sigur Steinbjørn Jacobsen um minkingina í fólktatalinum í Klaksvík. Mynd: Jens Kristian Vang Skúlaheimið hevur rundan dag Í dag eru tað liðin 25 ár, síðan skúlaheimið við Marknagilsvegin varð tikið í nýtslu Skúlaheimið er ein partur av virkseminum hjá Tekniska skúla í Havn. Nýggju hølini við Marnagilsvegin vórðu tikin í nýtslu 30. august í 1976, og Helgi og Frida Øster, sum høvdu havt leiðsluna av skúla- heiminum í Kongagøtu, hildu fram sum leiðarar á nýggja skúlaheim- inum. Tey høvdu leiðsluna, til núverandi leiðarin, Rannvá Hansen, varð sett í starv. Tað eru fleiri 1000 ungir føroyingar, sum í styttri ella longri tíðar- skeið hava havt sítt tilhald á Skúlaheim- inum við Marknagils- vegin. Pláss er fyri umleið 90 næmingum á heim- inum. ek C M Y K 3 2