Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 166 - 30. august 2001 Nr. 166 - 30. august 2001 5 Hesi seinastu árini er talið av Cruise skip- um, ið vitja í Føroy- um vaksið. Størsti parturin av teimum ferðandi við skipun- um eru múgvandi fólk. Tøl, Kjartan Dalsgaard á skóta- deplinum á Selatrað hevur talt saman, siga, at nýtslan hjá einum vallaraheims- gesti i Føroyum liggur um 400 kr. um dagin. Allir partar av ferða- vinnuni tykjast samdir um, at okkurt meira burdið verið gjørt, men samstarv vantar FERÐAVINNA/- ANALYSA Heri á Rógvi Fólk, ið búgva ella vitja í høvuðsstaðnum, kenna sjónina av stásiligum skip- um við bryggju ella úti á vágni. Skipini byrja at koma fyrst í juni mánaði, og tað síðsta kemur í ár 13. september. Skipini eru eis- ini framúr stásiliga at hyggja at. Onkur kennur eisini sjón- ina av ferðafólkunum um- borð; eldri fólk ílætin venj- ingarklæðir og hvítum skóm. Í ár skuldu 31 skip eftir ætlan leggja leiðina til Før- oya. Orsakað av ymsum trupulleikum, gjørdist talið 29 tá avtornaði. Talið av skipum er eisini vaksið seinastu árini. Tað hava ongantíð verið so nógv skip í Føroyum sum í ár. Sam- bært upplýsingum frá Tórs- havnar Havn, var talið av skipum í fjør 29. Tað er eisini eyðsæð, at tílík stásilig og stór skip gera inntryk á fólk. Tá hugsað verður, at hetta eru oftani rættiliga múgvandi fólk, so er eisini lætt at ímynda sær, at hópin av peningi kann vinnast burt- urúr hesum góðu skipum, men eftir hvat Sosialurin skilur, so er umsetningurin av skipunum og teimum ferðandi sera lítil. Sambært Sigurd Simon- sen, sum skipar fyri bróður- partin av útferðunum í sam- bandi við vitjaninar hjá flottu skipunum, so er um- setningurin 180 kr. fyri hvønn ferðandi. Í Havn So at siga hvørt einasta skip leggur leiðina til Havnar. Hví so at siga einki skip leggur leiðina framvið øðrum føroyskum havnum veit eingin at siga, men eftir hvat skilst, so dáma reiðarí- ini og tey ferðandi væl at leggja at í høvuðsstaðnum, har umstøðurnar eftir øllum at døma eisini eru góðar. Tá skipini liggja á vágni ella liggja við bryggju í Havn, so er tað Tórshavnar Havn, sum umsitur skipini, t.e. m.a. krevja inn havna- gjald. Eisini er ein sokallaður »agentur« við í spælinum. Torleif Mikkelsen, starvast hjá Tor Shipping, ið virkar sum agentur fyri ein stóran part av vitjandi skipunum, kallar leiklutin hjá agentun- um at vera »tann forlongda armin« hjá reiðarínum og skipinum. Tað er agenturin, sum vegna reiðaríið og skiparan, tekur sær av øllum viðurskiftum í Føroyum. Eftir hvat skilst, so eru uppgávurnar hjá agentunum nógvar og fjøllbroyttar. Millum annað skulu tollvald og politi varskógvast, og tað er meira enn so neyðugt at syrgja fyri læknahjálp til onkran av teimum ferðandi umborð á skipunum. Agenturin og Tórshavnar Havn hava tað til felags, at bæði tvey vinna pening burturúr skipunum. Um- framt Tórshavnar Havn og agentin, fáa tey, sum skipa fyri útferðum eisini eitt petti av køkuni. Eisini er tørvur á eitt nú loðsi, og ferðafólkini keypa eisini eitt sindur í teimum ymsu handlunum í høvuðsstaðn- um. Hyggja vit eitt sindur nærri eftir, hvat hesi skipini geva til Tórshavnar Havn, so er tað ógvuliga ymiskt, hvat hvørt skipið gevur. Eitt stórt skip sum eitt nú »Amsterdam«, sum tvær ferðir hevur verið í Føroy- um, gevur okkurt um 100.000 kr. í inntøkum til Tórshavnar Havn. Tey minstu av slagnum leggja »einans« umleið 30.000 kr. eftir seg. Hvørt skipið skal gjalda Fjakkarin gevur meira enn cruise-ferða maðurin Sambært tølum hjá Sigurd Simonsen, so er beinleiðis umsetningurin fyri hvønn cruise ferðandi 180 kr. Og tá verður bara roknað við teimum, sum fara á útferð 1,80 fyri hvørt netto tons í gjaldi fyri at liggja í Havn, og hetta er líkamikið, um skipið so leggur at ella ikki. Leggur skipið so at eystaru bryggjuni í Havn, so verður tikið eitt gjald áljóðandi 1,45 kr. fyri hvørt netto tonsi. Eisini gjalda skipini fyri at fáa vatn. Tórshavnar Havn upplýs- ir, at samlaðu inntøkurnar fyri cruise-skipini liggur um 850.000 kr. fyri seinasta ár. Hetta gevur eina inntøku uppá umleið 80 kr. fyri hvønn ferðandi, tá hugsað verður um, at í fjør vóru 10.835 ferðandi við hesum skipum. Eftir hvat Sosialurin skil- ur, so leggja hesi skipini einar 10 - 15.000 kr. eftir seg í kassan hjá agentun- um. Útferðir Tá eitt tílíkt cruise-skip leggur at í Føroyum, er steðgurin ikki nakað serliga drúgvur. Í mesta lagi 12 tímar verður eitt skip liggj- andi við bryggju í Føroy- um. Vanliga er tað soleiðis, at skipið leggur at umleið kl. 8, og skipið fer avstað aftur út á seinnapartin. Onkuntíð er steðgurin kanska einans einar fimm tímar. Ì hesum sambandi er vert at skoyta uppí, at van- liga í altjóða metingum, so er ein ferðandi roknaður sum ein, ið vitjar eitt land í minsta lagi 24 tímar, men í teimum nýggjastu kanning- unum hjá Bornholms Forskningscenter, verður roknað við cruise-ferðandi sum ferðafólk. Í hesum somu kanningum verður roknað við 6.343 cruise- ferðandi. Orsøkin til hetta »konservativa« tal, sum tey kalla tað, er, at roknað verður bara við teimum, sum fara á útferð. Tað, sum tey ferðandi gera í Føroyum, er so at siga at fara útferðir. Tá skipið leggur at um morg- unin, so stendur bussur fyri teimum, og tey fara síðani á eina útferð, sum tekur nak- rar tímar, og tey verða koyrd aftur til skipið. Í Føroyum er ein maður ella ein fyritøka at kalla einaráðandi, tá tað snýr seg um at fara útferðir við tílík- um cruise-ferðandi: Sigurd Simonsen. Sigurd er ein av undan- gongumonnunum í før- oysku ferðavinnuni, og í dag fæst hann fyri tað nógva við at skipa fyri út- ferðum fyri tílíkum cruise- ferðandi. Oftani hevur Sigurd fing- ið skotið í skógvarnar, at hann gerst ríkur av teimum cruise-ferðandi, men hetta ynskir hann ikki at hava sitandi á sær. Hann vísir á, at umsetningurin fyri hvønn ferðandi er 180 kr. Hetta tal er grundað á saml- aðu inntøkurnar hjá honum og talið av teimum, sum luttaka á útferðunum hjá honum. Talið er ikki grund- að á samlaða ferðfólkatalið, men einans tey, sum velja at gera sær dælt av tilboðn- um um at fara á eina útferð. Sigurd ásannar, at tað ikki eru teir nógvu peng- arnir, sum koma inn frá hesum bólkinum av ferð- andi. Hann sigur, at tey, sum vara av teimum cruise- ferðandi umborð á skipun- um, seta harðar treytir fyri hvat og hvussu. Sigurd sig- ur, at hann hevur roynt at borið soleiðis í bandi, at møguleiki hevur verið fyri at vinna eitt sindur av pen- ingi burturúr teimum, men hetta er trupult. Oftani hava tey eitt nú matpakka við sær, sigur hann. Onkur hevur kanska hug at finnast at Sigurd fyri eitt nú ikki at steðga í ávísum handlum á útferðunum, men hann sigur til hetta, at tað ikki er at meta sum hansara uppgáva at gjalda tann meirkostnað, sum tað kostar at longja um útferð- ina. Sigurd sigur, at serliga útferðirnar til Kvívíkar og Kollafjørð eru væl umtókt- ar. Sigurd Simonsen sigur eisini, at hann ger faldarar fyri at gera tað lættari hjá teimum ferðandi at fáa nak- að burturúr vitjanini í Før- oyum. Hetta sigur hann seg gera av sínum eintingum, og hann sigur seg somu- leiðis sjálvan bera størsta partin av kostnaðinum. Hava longri opið Tann almenni stovnurin, sum varðar av ferðavinnuni í Føroyum, er Ferðaráð Før- oya. Fyri kortum var eitt uppskot um ferðavinnu- politikk handað landsstýr- ismanninum í vinnumálum, eisini skuldi arbeiðið við ásetingunum fyri Ferða- ráðið verið ávegis. Av Ferðaráðnum verður upplýst, at tey sum so ikki hava nakran yvirordnaðan politikk á økinum. Teir dagarnar, tá tey vita, at ferðamannaskipini vitja, so royna tey at fyrireika seg uppá at vegleiða teimum, tí royndirnar siga teimum, at ein rímiliga stórur partur av teimum, sum ikki fara á útferðir, oftani støkka inn á gólvið hjá teimum. Kemur eitt skip ein leyg- ardag, verður roynt at hava longri opið. Tey royna eis- ini at gera eitt skriv til tey ferðandi, sum sigur, hvat tey kunnu gera á teirra stuttu vitjan. Av Ferðaráðnum verður eisini upplýst, at ein partur cruise-gestunum royna egnar leiðir. Hetta verður m.a. gjørt við hýruvogni - og oftani er talan um langar túrar. Ferðaráðið vísir á eitt nú Miðbýarfelagið sum mynd- ugleika fyri teimum handl- um, sum kanska kundu hugsað sær eitt størri petti av køkuni. Geva ov lítið Spyrt tú handlarnar í Havn, hvat hesir kenna og halda um cruise-ferðandi, so er ógvuliga ymiskt, hvussu spurningurin verður mót- tikin. Onkur handil prísar cruise-ferðandi sum ein góða inntøkukeldu. Onkur annar heldur lítið og einki um hesi góðu ferðandi. Fel- ags fyri so at siga øll er, at tey kundu hugsað sær eitt fingið eitt sindur meira burturúr. Uppá seg er tað hesin bólkurin, sum gevur minst í kassan. Ganga vit útfrá tøl- unum frá Tórshavnar Havn og Sigurd Simonsen, so leggur hvør ferðandi við cruise-skipunum í miðal 260 kr. eftir seg. Hetta tal skal sjálvandi takast við fyrivarni. Talið er grundað á, at hvør ferðandi í miðal letur 180 kr. fyri eina út- ferðir, og hvør ferðandi í miðal letur umleið 80 kr. í gjaldi til Tórshavnar Havn. Tær 180 kr. er miðal fyri tey, sum velja at luttaka á útferðunum, og tað er rími- liga stórur partur fer onga útferð. Av teimum, sum ikki fara á eina útferð, so verður ein partur verandi umborð á skipinum, og ein partur roynir egnar leiðir. Hvat hesin parturin av teimum leggur eftir seg er heldur trupult at máta. Uni Danielsen, stjóri á flogfelagnum, sum umsitur Tax Free í Føroyum, sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi keypa fyri. Fyri nøkur skip, so kann verða talan um samlað keyp áljóðandi ein- ar 40.000 kr. Aðrar dagar kann talan vera um lítið og einki, ið hesi ferðandi leggja eftir seg. Til samanberingar kann eitt nevnast, at túrurin aftur og fram til flogvøllin úr Havn kostar 200 kr. Hvør ferðandi við flogførunum, sum fara avstað úr Vágum gjalda 130 í avgjaldi. Fleiri enn Hóast cruise-ferðandi kanska ikki eru tann størsta inntøkukeldan hjá føroyska samfelagnum, so økist talið av teimum fyri hvørt ár. Hetta kundi týtt uppá, at tey eru glað fyri at leggja leið- ina henda vegin, Petur Olivar í Hoyvík, formaður fyri stýrið hjá Ferðaráðnum, segði í sam- bandi við uppskotið um ferðavinnupolitikk í Føroy- um, at cruise-ferðandi slíta sera lítið uppá samfelagn- um, tá hugsað verður, hvussu stuttur steðgurin hjá teimum er. Hvussu er og ikki, so tyk- ist tað sum um, at øll kundu ynskt sær meira burturúr teimum cruise-ferðandi, men vantandi samstarv tyk- ist at vera á økinum. Sigurd Simonsen og fyritøkan hjá honum, Hoyviking Tours, skipað fyri bróðurpartinum av útferðunum hjá cruise- ferðandi í Føroyum. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 5 4 -har tað hendir