Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 166 - 30. august 2001 Nr. 166 - 30. august 2001 7 VERJI Stefan í Skorini Nýggi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum er nýútnevndur verji hjá Føroya Ungdóms- ráði, sum er skipaði barna- og ungdómsfelagsskapurin í Føroyum. Óli Holm varð útnevndur verji á umboðs- stjórnarfundi í Havn týs- kvøldið. Í hesum sambandi hand- aði Andrea Eldevig, for- maður í FUR, Óla Holm gullnálina hjá FUR og eitt skjal, ið prógvar út- nevningina. Uppgávan sum verji fevnir millum annað um at vera talsmaður fyri rættindum hjá børnum og ungum. Hann skal harumframt virka fyri, at mál, sum beinleiðis eru viðkomandi hjá børnum og ungum, verða send FUR til hoyringar. Føroya Ungdómsráð er felagsumboð fyri 18 landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir og umleið 60 lokalfeløg. FUR umboðar sostatt flest allar felagsskapir fyri børn og ung, sum ikki eru skipað í Ítróttarsambandi Føroya. Limafelagsskapirnir hjá FUR hava tilsamans 5000 børn og ung sum limir. Í dag fer tann stóra ráðstevnan fyri psyki- atriskar sjúkrasystrar av bakkastokki. Yvirskipaða evnið verður familjan hjá tí sálarsjúka, og hvussu hon eisini verður rakt av sjúkuni. Endamál- ið er at vinna størri viðurkenning fyri sálarsjúkum RÁÐSTEVNA Stefan í Skorini Árið í ár er Altjóða Sálar- heilsuár. Tað hevur heims- heilsufelagsskapurin hjá Sameindum Tjóðum, WHO, gjørt av. Endamálið er at vinna størri viður- kenning fyri sálarsjúkum millum manna. Sama endamál hevur norðurlendska ráðstevnan, sum byrjar í dag, hósdagin, í Norðurlandahúsinum. Tað er áhugafelagið FPS – Før- oyskar Psykiatriskar Sjúkrasystrar – sum skipar fyri ráðstevnuni. Sjúkra- systrar og onnur, ið fáast við hetta slagið av heilsu- røkt, eru komin úr øllum Norðurlondunum at vera við. Rakar øll Tá ein persónur gerst sálar- liga sjúkur, rakar tað alla familjuna. Hetta er yvir- skipaða evnið, sum verður tikið upp til viðgerðar. Familjan er mangan í stórari kreppu, tá ein per- sónur brádliga gerst sálarl- iga sjúkur. Men henni verða ikki givnar nóg stórar gæt- ur, hóast hon eins og sjúkl- ingurin hava tørv á ser- kønari hjálp. Alneyðugt er, at støða teirra verður lýst sum ein veruleiki eins og allar aðrar sjúkur, sum kunnu raka okkum menniskju. Tað er eisini týdningarmikið, at viðgerðin ikki bara tekur støði í sjúklinginum, men eisini teimum avvarðandi, sum hava tørv á hjálp. Vitan, fatan og álit eru lyklaorð, sum eru avger- andi fyri samstarvinum og um familjan gerst ein møguleiki at fáa bata ella ein forðan í at gerast frísk- ur. Ráðstevnan verður sett hósdagin í Norðurlanda- húsinum. Jóhanna Andrea- sen, formaður í felagnum, fer saman við Janu H. Dals- gaard og Sámal Peturi í Grund at seta ráðstevnuna. Sálarsjúk skulu hava størri viðurkenning Jana H. Dalsgaard, formaður í sjúkrasystrafelagnum, og Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vera við at seta stóru ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í dag Óli Holm verji hjá FUR Filmsfelag Norður- landahúsins, sum eitur Klipp, fer nú aftur undir at sýna filmar komandi vetrarhálvu. Mána- dagin verður lagt fyri við einum norskum filmi FILMUR Stefan í Skorini Seinasta vetrarhálva eydnaðist so væl hjá filmsfelagnum Klipp, at tey aftur í vetur fara at sýna sjey filmar, sum ikki vera at síggja í bio- grafinum. Skráin er løgd, og fyrsti filmurin verður »Við orku og frægd«, sum er gjørdur í Noregi í ár. Hesin filmurin er ein tann best umtókti film- urin í Noregi í nógv ár, og nógvir føroyingar kenna seg óivað aftur í hesum filminum. Hann fer fram í einum lítlum fiskivinnubýi har norðuri í landinum. Hetta er ein lýsing av nærsamfelagnum og av teimum einstøku mannalagnunum har. Annars eru tilsaman sjey filmar á skránni, sum verða sýndir við umleið einum mánaða millumbili. Annar áhugaverdur filmur er tann iranski filmurin Sirkulin, sum lýsir lívið hjá átta iranskum kvinnum í dag. Filmurin hevur ongantíð verið vístur í Iran. Tveir av teimum sjey filmunum eru ikki norðurlendskir, og hin er amerikanski filmurin um kenda listamannina Jackson Pollock. Ed Harrid hevur leikstjórnað filminum. Eisini verður ein føroyskur og ein grønlendskur filmur vístur hjá Klipp. Eins og undanfarna vetur ber til at keypa atgongumerki til einstøku filmarnar, men tað frægasta er kanska at ogna sær atgongumerki til allar filmarnar í senn. Filmsfelagið fer aftur undir sýningar Andrea Eldevig úr Fuglafirði, formaður í FUR, útnevnir her Óla Holm, landsstýrismann, til verja hjá Føroya Ungdómsráði Óli Holm við skjalinum, sum prógvar, at hann er verji hjá FUR Í uppskoti sínum til fíggjarlóg fyri 2002 skjýtur danski fíggjarmálaráðharrin upp, at danir skerja blokkstuðulin til Føroya í 2002 við 356 krónum, eins og føroyingar ynskja HEILDARVEITINGIN John Johannessen Týsdagin legði danski fíggjarmálaráðharrin, Pia Gjellerup, fram uppskotið til donsku fíggjarlógina fyri 2002. Í uppskoti hennara er heildarveitingin til Føroya sett til at vera 626 milliónir krónur. Sostatt hevur danski fíggjarmálaráðharr- in í fyrstu atløgu gingið før- oyska ynskinum á møti, um at heildarveitingin skal lækkast við 356 milliónum krónum 1. januar komandi ár. Ikki endaligt Í danska fíggjarlógarupp- skotinum verður greitt frá, at avtalan um blokkstuðulin fyri 1999 til 2001 gongur út í ár, og at landsstýrið í brævi til forsætisráðharran 8. juni 2001 hevur skotið upp, at stjórnin og lands- stýrið avtala, at blokkstuð- ulin úr Danmark til Føroya verður ásettur at vera 626 milliónir fyri 2002. Fíggjarlógaruppskotið greiðir frá, at uppskot landsstýrissins, sum merkir niðurskurð í blokkinum á 356 milliónir, er bygt á yvirtøkurnar 1. januar 2002 av skúlaverkinum og al- mannamálum. Og út frá hesum hevur danska fíggj- armálastýrið ásett blokk- stuðulin fyri komandi ár. Men í danska fíggjarlóg- aruppskotinum verður eis- ini gjørt greitt, at endaliga upphæddin á blokkinum fyri 2002 verður ásett, tá nærri greiða er fingin á stuðulinum frá statinum til tey øki, sum heimastýrið ynskir yvirtaka. Í mettu útreiðslunum á donsku fíggjarlógini kom- andi árini er blokkstuðulin settur at verða verandi 626 milliónir krónur fram til 2005, hóast blokkstuðuls- samráðingar standa fyri framman, og hóast lands- stýrið hevur meldað út, at tað ynskir blokkin skerdan komandi árini. Nýtt kirkjuálit mælir til, at Føroyar verða býttar upp í tvey bispadømi og at kirkjuskatturin verð- ur tvífaldaður, tá kirkjan verður yvir- tikin. Hans Jacob Joensen, bispur, hev- ur sínar meiningar um álitið, men hevur frá donskum mynd- ugleikum fingið greið boð um at tiga YVIRTØKA John Johannessen – Eg havi sjálvsagt mínar meiningar um kirkjuálitið. Men tær fært tú ikki at vita. Hetta eru boðini frá Hans Jacob Joensen, Føroya bispi, tá hann verður spurd- ur, hvat hann heldur um nýggja álitið um, hvussu yvirtikna føroyska fólka- kirkjan skal skipast. – Umvegis Ríkisumboð- ið havi eg fingið boð frá donskum kirkjumyndug- leikum um, at eg ikki skal blanda meg í málið um yvirtøkuna av fólkakirkj- uni. Eg skal ikki koma við ráðum og eg skal ikki gera viðmerkingar. Og hesi boð má eg halda meg til, sigur Hans Jacob Joensen. Tveir bispar Kirkjuálitið mælir til, at Føroyar verða býttar upp í tvey bispadømi, eitt norð- ara og eitt syðra. Sostatt skulu vit hava tveir bispar og tvey bispasæti. Mælt verður til, at markið mill- um bæði bispadømini verð- ur Hórisgøta í Suður- streymoy. Tey, sum hava skrivað kirkjuálitið halda, at tað er ein fyrimunur at hava tveir bispar. Tí so kunnu hesir báðir tosa saman um trúð- arspurningar. Arbeiðsbólk- urin heldur, at hetta tryggj- ar, at fleiri sjónarmið verða lýst í einum máli. Tvífaldur kirkjuskattur Fyri at fíggja føroysku fólkakirkjuna, mælir ar- beiðsbólkurin til, at kirkju- skatturin verður meira enn tvífaldaður úr 0,3 prosentum til 0,7 prosent. Tað kostar 29,3 milliónir krónur at reka føroysku kirkjuna. Men í verandi støðu rinda danir 13,2 milliónir krónur av hesum. Tá kirkjan verður yvirtikin, gevast danir sjálvsagt at rinda hesa upphædd. Og tí mælir arbeiðsbólkurin til, at kirkjuskatturin verður hækkaður, so vit fáa peningin inn tann vegin. ANDLÁT John Johannessen Grønlendingar hava djúpa samkenslu í sambandi við brádliga deyða Maritu Petersen. Hesum boðar grøn- lendski landsstýrisfor- maðurin, Jonatan Motz- feldt, frá í samkenslufjar- riti til Føroya Landsstýri. – Vegna grønlendska landsstýrið og alt tað grø- nlendska fólkið, ynskja vit at vísa okkara djúp- astu samkenslu í sam- bandi við brádliga deyða Føroya fyrrverandi løg- mann, Maritu Petersen, skrivar Jonatan Motz- feldt. Danska stjórnin hevur gjørt av, at danski vinnumála- ráðharrin, Ole Stavad, skal umboða stjórnina til jarðar- ferðina hjá Maritu Petersen, fyrrver- andi løgmanni Føroya JARÐARFERÐ John Johannessen Fyrrapartin hósdagin kemur danski vinnumála- ráðharrin, Ole Stavad, til Føroya. Ole Stavad hevur eitt- ans ørindi í Føroyum. Hann kemur at fylgja fyrrverandi løgmanni Føroya, Maritu Petersen, til hennara seinasta hvíld- arstað. Ole Stavad kendi Maritu Petersen persón- liga frá sínum politiska starvi. Á skrivstovuni hjá danska vinnumála- ráðharranum upplýsa tey, at Ole Stavad umframt at vera formelt umboð hjá donsku stjórnini til jarðarferðina eisini um- boðar danska Javnaðar- flokkin. Ole Stavad steðgar stutt í Føroyum. Hann fer longu avstað aftur til Danmarkar hóskvøldið. Danir seta 626 milliónir av til Føroya Í danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum danski fíggjarmálaráðharrin legði fram týsdagin, er blokkstuðulin til Føroya settur at vera 626 milliónir krónur í 2002. Tað merkir, at blokkurin verður skerdur við 356 milliónum Bispur hevur fingið munnkurv Føroya Bispur hevur fingið boð frá donskum myndugleikum um at lata vera við at gera viðmerkingar til yvirtøkuna av fólkakirkjuni Grønlendingar sýna samkenslu Danskur ráðharri fylgir Maritu Ole Stavad, vinnumálaráðharri, umboðar donsku stjórnina, tá Marita Petersen hósdagin verður fylgd til sítt seinasta hvíldarstað C M Y K 7 6