mikudagur 29. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Nøkur 0088 nummur
hava seinastu vik
urnar ringt á ymiskar
telefonir í Evropa.
Talan er um svíkar,
ið royna at lokka fólk
at ringja aftur til sín,
so teir kunnu vinna
pening burturúr tí.
Hesin trupulleiki er
nú eisini komin til
Føroyar
Telefonsvik
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár fekk ein maður í Havn
eina uppringing frá einum
telefonnummarið, sum byrj
aði við 0088. Tað var ringt
á fartelefonina hjá manni
num, men maðurin var ov
seinur at taka telefonina. Tá
maðurin sjálvur kannaði
málið á netinum, fann hann
fram til, at tað helst var ætl
anin, at hann skuldi ringja
aftur.
Fartelefonin hjá mær
ringdi
umleið
klokkan
tíggju í gjárkvøldið. Eg var
ov seinur at taka telefonina,
men gjørdist forvitin um
nummarið, og kannaði tað
á netinum, sigur maðurin,
sum í gjár varð ringdur upp
av einum 0088 nummarið.
Helst er maðurin fegin um,
at hann ikki ringdi aftur.
Orsøkin til, at maðurin
kann fegnast, at hann ikki
ringdi uppaftur, er, at so
hevði hann fingið eitt stórt
eykagjald á telefonrokning
ina fyri hendan mánaðin.
Eitt víðfevnt
fyribrigdi
Sosialurin hevur funnið
fram til, at hetta fyribrigdi
als ikki er serligt fyri danska
ríkið. Tað hevur haraftur
ímóti verið ein trupulleiki
kring alt Evropa. Tí fólk úr
Noregi, Sveits, Hollandi og
so framvegis hava eisini
fingið uppringingar frá hes
um 0088 numrum, ið sam
bært donskum telefyritøk
um helst stava av Balkan og
eru keypt frá onkrari fylgi
sveinatænastu. Hátturin ið
verður nýttur riggar júst
sum nummarkall.
Svikið riggar á sama
hátt, sum tá mann nýtir tæn
astur
sum
nummarkall.
Mann ringir upp, so kemur
vanliga uppringingargjald
ið, og síðani eitt eykagjald,
sum kemur á minuttakstin,
greiðir Jan Mortensen frá
Føroya Tele frá. Hann legg
ur afturat, at hetta ikki er
nakað ókent fyribrigdi, men
at hesin hátturin at stjala
pening frá fólkið, helst ikki
er nýttur í Føroyum fyrr.
Nýtið vit og skil
Jan Mortensen greiðir frá,
at trupulleikin ikki er størri
enn so, at um fólk nýta vit
og skil, so kann sleppast
undan hesi lokkafellu.
At ringja til hesi numr
ini, er sum at geva einum
tilvildarligum persóni sítt
gjaldskort. Tað er sjálvandi
ongin sum ger tað, men tað
er so einfalt sum tað. Fólk
skulu bara nýta vit og skil,
og harvið ikki ringja aftur
til nummur, sum tey onki
hava við at gera, sigur Jan
Mortensen.
Torført at steðga
Í summum londum hava
telefyritøkur
roynt
at
stongja fyri líknandi numr
um, men tað ætlar Føroya
Tele ikki at gera.
Tað er so torført at gera
nakað tekniskt við trupul
leikan. Mann kann sperra
ávísum numrum, men tað
er minst líka lætt at fáa sær
eitt annað nummar, og so
kann svikið halda fram. Tí
vil eg bara staðiliga heita á
fólk, um at lata vera við at
ringja til nummur, mann
ikki hevur nakað tilknýtið
til, sigur Jan Mortensen.
Mann má ringja
sjálvur
Tað er tó ongin vandi við at
tosa við fólk frá ókendum
numrum, ið ringja til sín. Tí
er tað, at hesir svikarar vilja
hava fólk at ringja uppaftur
til teirra.
Er tað onkur sum ringir
til sín, og vil selja okkurt
ella líknandi, so er bara at
tosa, tí tað ber ikki til at
taka pening frá fólkið mann
ringir til, fortelur Jan Mort
ensen, ið er stjóri á FTSam
skifti.
Soleiðis gera teir
Fyrst ringir eitt nummar á tína telefon. Helst verður lagt á,
áðrenn tú fært tikið telefonina, og tá stendur so nummarið –
sum í hesum føri byrjar við 0088 – á tínari telefon. Tá er vónin
hjá svíkunum, at tú velur at ringja aftur. Tá tú fært samband,
hoyrir tú ein telefonsvarara í hinum endanum. Tá er tað, at tín
telefonrokning byrjar at vaksa heilt nógv. Í summum førum er
prísurin hægri enn 50 krónur um minuttin, so best er at leggja
á, um tú kemur í samband við slíkt.
Numrini, ið eru heilt víst eru svik, eru sambært donskum
telefyritøkum, 0088 213213340 og 0088 213213342.
Telefonsvik
breiðir seg
Tá tú verður ringdur upp av einum ókendum
nummarið, er best ikki at ringja aftur, tí tá kann
gerast dýrt at vera forvitin
Modellmynd
Samskip repar seglini
Íslendska farmaflutningsfelagið Samskip skerjir nú siglingina millu meginlandið og Ísland,
soleiðis at siglingin verður ein fjórðing minni enn nú. Ólafur Ólafsson, sum er nevndarformaður
í Samskipum, sigur sambært Lloyd´s, at fíggjarkreppan í Íslandi rakar ikki felagið beinleiðis, tí
leiðslan hevði fyrireikað seg til, at ein
kreppa fór at koma. Nevndarformaðurin
sjálvur er harafturímóti ikki sloppin
snikkaleysur ígjøgnum kreppuna. Felag
hansara, Egla Invest BV, átti 9,88
prosent av Kaupþingi, áðrenn stjórnin
yvirtók bankan.
Triði hvør doyr av hjartasjúku
Ein nýggj uppgerð, sum heilsustovnurinm hjá ST, WHO, hevur gjørt um
ymisk heilsuviðurskifti í 112 londum, vísir, at hjartasjúkur eru tann mest
vanliga deyðaorsøkin í heiminum í dag. Samanumtikið doyggja 29 prosent
av ymsum hjartasjúkum ella ymsum, sum hevur samband við hjartasjúkur.
Uppgerðin vísir eisini, at 16 prosent doyggja av smittusjúkum, og at
krabbamein er orsøkin til 12,6 prosent av øllum andlátum í heiminum.WHO
vísir á, at við øðrum orðum doyggja næstan 60 prosent av hjartasjúkum,
smittusjúkum og krabbameini.