Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin 29. oktober 2008 FØROYSKAR SØGUR Exploring the Faroese nature Children friendly exhibitions Føroya Náttúrugripasavn | V. U. Hammershaimbsgøta 13 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 35 23 00 | Fax +298 35 23 01 | ngs@ngs.fo | www.ngs.fo SOSIALRÁÐGEVI til Økisdeildina í Tórshavn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo K R E A Almannastovan søkir eftir sosialráðgeva til Økisdeildina í Havn. Uppgávurnar hjá Almannastovuni eru, við grundarlagi í sosiallóggávuni, at veita persónliga sosiala ráðgeving og vegleið- ing, og alment og persónligt at upplýsa um rættindi og skyldur. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Almanna- stovuni er at ráðgeva og vegleiða borgar- um um rættindi og skyldur viðvíkjandi almannaspurningum. At seta í verk fyri- skipanir sambært almannalóggávuni og avgreiða fíggjarligar veitingar. Eisini skal Almannastovan fáa til vega og greina hagtøl til politiska myndugleikan. FØRLEIKAKRØV Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra hóskandi sosiala ella samfelagsliga útbúgving, og hevur tú hug til sosialt arbeiði og ynskir at gera mun, so er tað tær vit vilja hava fatur á. STARVIÐ Sum starvsfólk á Almannastovuni hevur tú ein týðandi leiklut, tá tað snýr seg um at skapa fíggjarliga og sosiala trygd. Somuleiðis liggur ein ábyrgd hjá tær saman við øðrum starvsfeløgum at fyri- byrgja sosialum trupulleikar, áðrenn hesir stinga seg upp. Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðing- um, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. LØNAR- OG SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarbólki 6, ella avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir um sáttmálaøkið hjá Almannastovuni. NÆRRI UPPLÝSINGAR Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Rúna Rasmussen, deildar- leiðara á Økisdeildini í Tórshavn á telefon 35 35 70. Umsókn við avriti av prógvum, CV, v.m. skulu sendast til Almannastovuna, Smyrilsveg 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. ella við telduposti til almannastovan@almannastovan.fo FREISTIN Umsóknarfreist er hósdagin 13. nov. 2008 kl. 12.00. Vinarliga merkið brævbjálvan: “Sosialráðgevi til Økisdeild í Havn”.