mikudagur 29. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Eftir at hava fingið
serkøna hjálp á einum
stuttum skeiði niðri,
er Ari Bjarkason so
at siga sloppin av við
stamingina. Hann
sigur, at lykilin til
at sleppa undan at
stama, er teknikkur
og støðug venjing
Brekviðgerð
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Tó at hann alt lívið hevur
verið plágaður av talibreki,
hevur Ari Bjarkason gjøgn
umført studentsútbúgving
og lesur nú føroyskt á Fróð
skaparsetrinum. Hann er 20
ára gamal og býr á Oyri.
Saman við umleið 90
øðrum, hevur hann fyri
stuttum verið á skeiði niðri.
Á skeiðnum vóru luttakar
arnir avbjóðaðir og lærdir
nýggjar hættir, sum kunnu
hjálpa teimum at arbeiða
seg av við sína staming.
Sjálvur hoyrdi hann fyrstu
ferð um hetta skeiðið, á
einum fundi fyri umleið
trimum árum síðan, sum
var skipaður hildin fyri
fólki, sum stríðast við stam
ing. Síðan hann er aftur
komin, eru stórar broytingar
farnar fram, hann er blivin
týðiligari og hevur tað
lættari við at samskifta.
Sum stamari
Hóast hann hevur hildið
framløgur, og verið til próv
tøkur gjøgnum studentstíð
ina, hevur brek hansara
merkt hann. Nógvir stam
arar halda seg aftur, tí tey
vilja fjala útyvir teirra brek,
men soleiðis hevur ikki
verið hjá honum.
– Tað er ikki so galið í
skúlanum, tí har eru fólk,
sum man kennir, segði hann
frá. Ofta er tað nervøsitetur
og smædni, ið spæla inn, tá
man ikki kennir fólkini, ið
eru til staða. Men hann
metti seg hava somikið
nógv uppá hjarta, ið hann
ynskir at deila við heimin,
so stamingin skuldi ikki
halda honum aftur. Afturat
tí, so kundi hann nevna
fleiri víðagitin, ið hava
stríðst við sama trupulleika,
men eru hóast tað komin
sera langt í lívinum.
Ymisk sløg av
staming
Innan staming eru nógv
sløg, á summum hoyrir man
tað beinavegin, hjá øðrum
næstan ikki, men eisini eru
fleiri, ið als ikki vita av tí,
at tey stama, men dekka
útyvir
stamingina
við
ótilvitaðum hábrøgdum.
Tann stamingin, ið er
lættast at leggja merki til,
er tá stamarin hakkar seg
gjøgnum eitt orð, endurtekur
somu stavirnar fleiri ferð.
Hjá summum ógvusligari
enn hjá øðrum. Fleiri hava
tað trupult við at siga nakað
sum helst, tí orðini taka ikki
skap í munninum. Nógv
leggja »øh...« og »ehh...«
millum annaðhvørt orð, og
hóast hetta ikki er tað, ið
vanliga verður hugsað um
sum staming, er hetta eitt
slag av tí sama.
Nøkur
eru
sokallaðir
fjaldir stamarar, hesi hava
ofta torført við at fullfíggja
setningar, men fjala stam
ingina við ymsum ótilvit
aðum hábrøgdum, so sum
at skriða sær ella spæla við
eittnú hárið.
Staming liggur ofta til
familjuna. Umhvørvið kann
hava stóra ávirkan, men
eisini kann tað vera arvaligt,
at ein vøddabólkur er ser
staliga veikur. Í hansara
dømi kundi hann nevna
fleiri í familjuni, ið vóru
stamarar.
»McGuire skeiðið«
Á
skeiðnum,
sum Ari
Bjarkason var á, vóru 90
luttakarar úr Norðanlondum,
herav 15, sum vóru fyri
fyrstu ferð. Aldursmarkið
er 16 ár, men allir aldurs
bólkar vóru umboðaðir.
Hann greiddi frá, at skeiðið
var sera intensivt, dagarnir
vóru frá umleið klokkan
sjey um morgunum, heilt til
seint nú á kvøldið.
Sum tað fyrsta, vóru
luttakararnir sjónbandaðir,
har tey søgdu navn teirra og
aðrar upplýsningar og at
enda varð tað sama gjørt,
fyri at samanbera. Sjálvur
metti hann seg stama so
illa, at á einum 110 skala,
lá hann á einum 7tali, men
eftir skeiðið, var hann niðri
á einum 2tali, greiddi hann
fegin frá.
Skeiðið var í stóran mun
bygt upp, á tann hátt at
luttakararnir arbeiddu sam
an, tosaðu og gjørdu venj
ingar. Teknikkur spælir ein
stóran leiklut, tá roynt
verður at tosa væl, so nógv
tíð fór við kunning og venj
ing um andadrátt. Millum
annað, skuldu stamararnir
venja seg við, at anda niður
í bringuna, og ikki í búkin.
Her verður meint við, at tá
andað verður inn, veksur
bringan og ikki búkurin,
sum hann ofta skal hjá
sangarum og blásarum. Júst
hendan venjingin er sera
týdningarmikil,
tí
skal
miðvís venjing til fyri at
koma á mál og halda tað
við líka. Ari Bjarkason
hevði fingið eitt belti at
spenna um bringuna, fyri at
minna hann á hetta og venja
hann til at nýta hendan
teknikk.
Eisini vóru luttakararnir
avbjóðaðir at standa mitt í
býnum í Århus, har teir
skuldu halda eina røðu.
Vit skuldu siga ymiskt
um okkum sjálvi og tílíkt.
Eg tosaði so um meg og
sjálvandi EB/Streym, ið
júst vóru blivnir føroya
meistarar tá, segði hann við
einum smíli. Skeiðið kostar
9.500 krónur + hotell og
ferðing. Fyri hansara við
komandi var hann sera
glaður um tað og ikki minst
um framgongdina, ið hann
hevur upplivað. Aðrir før
oyingar hava verið á sama
skeiði.
Nú og framyvir
Skeiðið er endað fyri hans
ara viðkomandi á hesum
sinni. Nógv fara tó aftur,
bæði fyri at betra um seg
sjálvan og fyri at stuðla
øðrum. Men hóast nógv
gott er komið burturúr, so
er enn nógv eftir hjá honum.
Luttakararnir halda sam
band, bæði yvir Skype,
Facebook og telefon. Og
eisini hevur hann ein venj
ara, ið hann setir seg í sam
band við. Teir práta so aftur
og fram, og at enda fær
hann eitt ummæli og at vita
hvat var gott og hvørjum
hann má arbeiða við.
Umframt hetta ger hann
andadráttsvenjingar og ber
beltið um bringuna. Eisini
skal hann royna at samskifta
við umleið 50 fólk dagliga.
Hesi kunnu vera flokks
felagar, familja, vinir, øll,
ið hann tosar við.
Ari slapp av við at stama
Fleiri víðagitin fólk stama, millum annað:
Julia Roberts, sjónleikarinna
Bruce Willis, sjónleikari
Winston Churchill, bretskur forsetisráðharri
(194045)
John Stossel, sjónvarpsmaður á ABC TV
Andrew Lloyd Webber, bretskur komponistur
Robert Merill, operasangari
Kelda: www.stutteringhelp.org
Teknikkur, ið ger tað lættari at tosa:
Anda í bringuna, ikki í búkin.
Fríviljað staming: Langan fyrsta bókstav í orðinum
Steðga og slepp: Steðga um tað gerst tungt, og byrja
av nýggjum
Alt lívið hevur
20 ára gamli
Ari Bjarkason
stamað sera illa.
Nú hevur hann
lært at nýta
rættan teknikk
fyri at tosa
lættari. Hann
ber belti um
bringuna fyri at
venja seg við at
anda rætt
Mynd: Álvur
Haraldsen
Gamalt blóð veksur kann geva bruna
Kanningar úr USA vísa, at blóð, ið er eldri enn 29 dagar, hevur størri vanda fyri at geva bruna, enn
blóðið, ið er yngri. Hetta vísa kanningar hjá Cooper University Hospital í New Jersey. Í kanningini
komu teir fram til, at bíðar mann longri enn hesar 29 dagarnar, so byrjar blóðið at gera eina prosess, ið
skjótt kann geva bruna, tá fólk fáa tílíkt gamalt blóð. Vit mugu stríðast fyri at syrgja fyri, at sjúkrahús
ikki nýta blóð, ið er eldri enn neyðug, sigur David Gerber, ið var við til at gera kanningina. Kelda: BBC