Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. oktober 2008 9 FØROYSKAR SØGUR øllum hugsandi stórdjórasløgum, so einki er at siga til, at børnini flokkaðust í garðinum hjá Christian Martini á Ingutrøð. Rigmor Restorff minnist karrusellina í bókini »Meðan løtur líða 3« eftir Marionnu Debes Dahl: »Eg minnist karrusellina hjá Christian Martini – Harragud, sum tað var eitt upplivilsi, altso. Tað var sanniliga ein flott karrusell – har vóru bæði hestar og løvur, súkklur og sletur, ja alt møguligt. Mann føldi seg, sum mann var ein Adonis, tá mann sat í henni. Eg haldi, at tað kostaði 25 oyru ein túrur. Altso, sum eg spelaði út við varu, út á Argir og niðan á Landavegin og oman í Rættará at fáa pengar at sleppa í karrusellina hjá Christian Martini. Tann eina dagin hevði eg koyrt so nógv, at eg spýði. Eg haldi, at eg hevði koyrt einar tíggju túrar. Tá slapp eg ikki aftur í karusell í eina heila viku. Men tað var mín egna skyld, eingin bað meg vera so býtta.« Tað verður sagt, at eina ólavsøku var einki eittoyra ella tveyoyra eftir í býnum, tí øll vóru tey brúkt upp á karrusellina. Og um kvøldið, tá Christian Martin hevði stongt og koyrt presend­ ingina omanyvir, sníktu tey ungu seg inn undir presendingina og fingu sær eitt ólavsøkufríggj. Ringar í sjónum Sum so mangan fekk eisini hesin leikur bráðan enda, og sum so mangan vóru tað norðmenn, ið spiltu spælið. Miðskeiðis í tríatiárunum vitjaðu norskir skótar í Føroyum. Eisini teir vildu royna karrusellina, 30 vóru teir í tali, og allir fóru í senn upp á karrusellina. Tá vildi hon ikki meir. Onkur ásur brotnaði ella bognaði, og eingin karrusell fór aftur at mala í Havn. – Eg haldi ikki, at pápi legði nakað í tað. Hann var troyttur av at reka karrusellina. Mamma var beinleiðis hjartans fegin um tað, ið hendi, stað­ festir Ejler Rubeksen læandi. Tá karrusellin var steðgað med alla, spjaddist tilfarið úr henni kring býin, áðrenn hon at enda varð høgd niður. Karruselldjórini vórðu skift í ymsar ættir. Dreingirnir hjá Christian Martini, ið vóru tríggir í tali, fingu hvør sín hest, somuleiðis Georg, bróðirin, sum búði í Tróndargøtu. Tann hesturin endaði í Bergen, hagar Georg flutti við húski eftir kríggið í 1945. Tá sjónleikir vórðu framførdir í Losjuni í Havn, var pallurin vakurt skrýddur við reyðum floyal og glitrandi baldýring frá karrusellini. Og børnini, sum búðu í Ingutrøð, fingu hvør sína floytu úr lírukassanum. Søgur gingu um hvøllu floytuljómanina úr Ingutrøð. Tey, ið vilja uppliva eitt lítið petti av hesi legendarisku karrusell, kunnu støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Leyvan, sum stendur á trappuni í Miðlahúsinum í Vágsbotni, er somu­ leiðis ein av ævintýrlutunum úr karrusellini hjá Christian Martini. Hana eiga synirnir hjá Williami Heinesen. Hon prýddi eisini trappurnar, bæði tá Zacharias Heinesen og Valdemar Lützen handl­ aðu í søguliga húsinum í Vágsbotni. Uni L. Hansen Keldur: »Karusellin hjá Christian Martini Rubeksen«, Sosialurin, 15. apríl 2005 »Meðan løtur líða 3«, Marianna Debes Dahl, Fannir 2002 Privatar endurminningar eftir Mourits Rubeksen (1927­2006) LLINI HJÁ CHRISTIAN MARTINI Frá miðskeiðis í 1920unum til miðskeiðis í 1930 mól ein karrusell so lystiliga á Ingutrøð í Havn hvønn sunnudag klokkan 16. Karrusellin hjá Christian Martini Rubeksen verður vakt aftur til lívs á filmsfløguni Føroyskar Søgur Filmskutið av karrusellini hjá Christian Martini Rubeksen kom undan kavi á elstu privatu filmsrullu, ið higartil er funnin í sambandi við verkætlanina Føroyskar Søgur. Tað er Rannvá Olsen í Havn, ið hevur arvað filmsrulluna eftir langabbabeiggjan Ingvald Olsen Mynd: Birgir Kruse Lítið ánaði kendi havnarmarðurin Christian Martin Rubeksen, at úrslitið av einum túri í Tivoli í Keypmannahavn miðskeiðis í 1920árunum fór at vera, at hann bleiv tann »erni« ánarin av einari ordiligari tivoli-karrusell Mynd: Fornminnissavnið 7111F0094