Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 208 - 29. oktober 2008 Pápar skulu síggja tað sum ein fantastiskan møguleika at fáa høvi til at taka lut í lívinum hjá børn­ unum á jøvnum føti við mammurnar. Hetta sigur norskur kynsgranskari, sum held­ur fyrilestur um faðirskap í Miðla­ húsinum hóskvøld­ið Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Allir partar eru vinnarar, tá pápin tekur lut í lívinum hjá børnunum á jøvnum føti við mammurnar: Børn­ ini trívast betri, kvinnan verður meira nøgd og maðurin fær, á allan hátt, eitt nógv betri lív. Hetta vísur øll europeisk gransking og hetta er eisini høvuðsboðskapurin hjá norska kynsgranskaranum, Jørgen Lorentzen, sum við fyrilestrinum, “Faðirskapur­ in í søguligum perspektivi og páparættindi í dag” heitir á allar pápar um at taka lut í arbeiðinum fyri javnstøðu, fyri á tann hátt at fáa møguleika fyri at gerast ein virknari partur í gerandis­ degnum hjá børnunum. ­ Javnstøða er ein stórur fyrimunur fyri bæði mann­ fólk og konufólk. Við javn­ støðuni fáa mannfólkini eisini høvi at taka lut í og at fáa ávirkan á tað, sum veru­ liga hevur týdning her í lívi­ num: tey nærmastu, familju­ na og børnini, sigur Jørgen Lorentzen. Mugu taka lut Hann forklárar víðari, at mannfólk hava medábyrgd fyri at fáa javnstøðu framda, bæði á arbeiðsmarknaði­ num, í familjuni og í lóg­ gávuverkinum. ­ Lóggávan endurspeglar, hvussu langt vit eru komin í stríðnum fyri javnstøðu. Eitt nú í sambandi við barns­ burðarfarloyvi og foreldra­ myndugleika, sigur Jørgen Lorentzen. Hann vísir eitt nú á, at nýggjasta gransk­ ingin vísir, at heili 88 pro­ sent av pápunum ynskja, at børnini antin bara skulu búgva hjá teimum, ella helvt um helvt hjá pápanum og mammuni, í sambandi við hjúnaskilnað. ­ Hetta sigur okkum somikið sum, at páparnir ynskja at taka lut. Men framvegis búgva heili 80 prosent av børnunum í høvuðsheitum hjá mammu­ ni, sigur Jørgen Lorentzen, sum heldur hetta vera burturvið, tá hugsað verður um, at børnini hava rætt til bæði foreldur. ­ Tíbetur eru teir allar­ flestu yngru páparnir í dag sera virknir í lívinum hjá børnunum. Tí er tað so ómetaliga synd í børnunum, tá tey, meiri ella minni, missa hann, tá foreldrini fara hvør til sítt. Hetta hóskar ikki til nútíðina, har vit ynskja at báðir partar skulu hava líkarætt, sigur hann. Páparnir útblakaðir Fyrilesturin hóskvøldið er býttur í tveir partar. Í fyrstu atløgu greiðir Jørgen Lorent­ zen frá um faðirskap í søgu­ ligum perspektivi. Við Sosialin greiðir hann frá, at við modernitetinum broytist leikluturin hjá pápanum í mun til gamla bóndasam­ felagið, har bæði kynini eru felags um at taka sær av børnunum og at vera um tey í gerandisdegnum. ­ Um aldamótið verður pápin sendur út á arbeiðs­ marknaðin at forsyrgja familjuni. Samstundis gong­ ur mamman heima og hevur ábyrgdina av børnunum. Sostatt verður alt viðvíkjan­ di uppaling, umsorgan og kærleika hennara lutur, ella fyrimunur. ­ Hetta er stórt spell, tí tað er ikki úti á arbeiðs­ marknaðinum, at veruliga lívið verður livað. Tað er saman við teimum nærmas­ tu at persónligu vakstrar­ møguleikarnir liggja og tað er eisini har vit uppliva tað, sum heldur lívið út, sigur Jørgen Lorentzen. Við ung­ dómsuppreistrinum og kvinnurørsluni broyttist støðan nakað, tí kvinnurnar troyttaðust av bara at ganga heima og verða forsyrgdar. ­ Støðan hjá kvinnunum batnaði, men maðurin hevur ikki fingið, ella tikið, lut í teimum góðum, sum javn­ støðustríðið hevur havt við sær, sigur Jørgen Lorent­ zen. Javnstøða fyri bæði kyn Hetta er eisini tað, sum annar partur av fyrilesturin snýr seg um: At rættilig javnstøða verður bert vunn­ in, um bæði kynini ynskja hana. ­ Tí javnstøða er ikki bara ein fyrimunur hjá kvinn­ unum. Javnstøða snýr seg um líka møguleikar fyri bæði kynini. Og vit mann­ fólk fáa eisini eitt nógvar ferðir betri lív, um javnstøða er, sigur Jørgen Lorentzen, sum er púra greiður um, at hetta krevur eina hugburðs­ broyting, ikki minst hjá mannfólkunum sjálvum. ­ Mannfólk meta hvønn annan út frá høpisleysum ytri virðum, so sum starvi, ríkidømi og støddini á mappuni. Samstundis vísa allar kanningar, at menn, sum hava ábyrgd fyri børnu­ num á jøvnum føti við kvinnurnar, hava nógv hæg­ ri lívsgóðsku, sigur norski mannfólkagranskarin, Jørgen Lortentzen. Pápar mugu gjarna forstýrast Spennandi stovnsmeting Í Íslandi bíða fiskimenn og onnur spent efgtir úrslitinum av stovnsmetingum, sum havrannsóknarstovnurin ger nú. Fiskirann­ sóknarskipini Árni Friðriksson og Bjarni Sæmundsson eru úti og kanna tosk og annan botnfisk, men tað er sertliga toskastovnurin, sum hevur áhuga, skrivar blaðið Vísir. Fyri 15 árum síðani var íslendski toskastovnurin so illa fyri, at menn hildu gýtingarstovnin vera um 120.000 tons, ið er tað minsta nakrantíð. Í løtuni verður hildið, at hann er um 230.000 tons. Nú bíða menn við spenningi eftir, um stovnsmetingin er so góð, at tað fer at bera til at økja kvotuna, skrivar Vísir. Keypa bilar úr Íslandi Norðmenn standa í bíðirøð eftir at sleppa at keypa brúktar bilar úr Íslandi, nú virðið á íslendsku krónuni er so nógv fallið. Norsk bløð vita at siga frá bilsølumanni í Bergen, sum er í Íslandi, har hann roynir at fáa fatur á 100 brúktum bilum. Bilsølumaðurin sigur við fjølmiðlar­ nar, at í løtuni eru millum 8.000 og 10.000 brúktir bilar til sølu í Íslandi. Hann sigur kortini, at í fleiri førum er talan um marglætisbilar, sum hansara keyparar í Bergen ikki eru hugaðir at keypa. Um Jørgen Lorentzen Jørgen Lorentzen starvast sum granskari á “Senter for tverrfaglig kjønnsforskning” á uni­ versitetinum í Oslo. Hann hevur serligan áhu­ ga fyri gransking innan maskulinitet, faðirskap, seksualitet og harðskap, og hevur luttikið í almen­ na kjakinum í Noregi um familju, javnstøðu, pápar og faðirskap. Harum­ framt er hann leiðari av verkætlanini Menn og maskuliniteter, sum fevn­ ir um gransking innan eitt nú faðirskap sum mentanarligt fyribrigdi í søguligum og nútímans týdningi. Jørgen Lorentzen er eisini limur í norsku barnalógarnevndini, sum millum annað hevur til uppgávu at endurskoða lógarverkið, ið viðvíkir børnum, og hevur útgivið fleiri bøkur og greinar, eitt nú bøkurnar Män i Norden. Manlighet och modernität 1840­1940 (2006) og Kjønns­ forskning (2006). Fyrilesturin: Faðirskap­urin í søguligum p­ersp­ektivi og p­áp­arættindi í dag, við norska kynsgranskaranum Jørgen Lorentzen, verður í Miðlahúsinum í Havn hóskvøldið 30. oktober klokkan 20. Fyrilesturin er almennur og ókeyp­is og varar í umleið ein tíma. Javnstøðunevndin skip­ar fyri. FAKTA