mikudagur 29. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin 29. oktober 2008
FØROYSKAR SØGUR
KARRUSELL: Elsta privata filmsrulla, sum er
funnin í sambandi við filmsinnsavningina til
Føroyskar Søgur, er ein 35 mm filmsrulla, ið
Ránnvá Olsen í Havn hevur arvað eftir lang
abbabeiggja sín Ingvald Olsen. Á fantastisku
filmsrulluni eru millum annað upptøkur av
kongsvitjanini í 1926, fótbóltsdysti millum
TB og HB á Sevmýri, og so eitt filmskut av
einari karrusell, ið melur so lystiliga í einum
garði í Havn. Hetta er søgan um karrusellina
hjá Christian Martini Rubeksen
»I run the carousel with horses and tinkerbell
(eg stýri karrusellini við hestum og tokum),«
syngur Teitur á lagnum »I Run The Carousel« á
fløguni »Staying Under The Stars« frá 2006.
Íblásturin til lagið fekk Teitur, tá hann var ein túr
í Tivoli í Keypmannahavn. Teitur ímyndar sær til
veruna sæð gjøgnum eyguni á manninum, ið sit
ur inni í lítla húsinum í miðjuni og stýrir karru
sellini.
Men livdi Teitur í Havn frá miðskeiðis í
1920unum og fram til miðskeiðis í tríatiárunum,
so hevði hann ikki havt fyri neyðini at farið so
langt sum til Keypmannahavnar at fáa íblástur til
heimskenda og sera væl umtókta lag sítt. Hann
kundi bara spákað sær ein túr oman á Ingutrøð
við Sjónleikarhúsið og eygleitt snotiligu karrusell
ina hjá Christian Martini Rubeksen, ið mól so lysti
liga í hava hansara hvønn sunnudagin klokkan
16.
»Karrusel til salg«
Karrusellin hjá Christian Martini melur aftur í ein
minutt á nýggju filmsfløguni (DVDini) »Føroyskar
Søgar«. Upptøkurnar av henni komu undan kavi
á elstu privatu filmsrullu, ið er funnin í Føroyum:
Ein 35 mm rulla, ið Rannvá Olsen í Havn hevur
arvað eftir langabbabeiggjan Ingvald Olsen.
Sjálvt hjá okkum, sum liva í dag, kennist tað
ótrúligt, bæði at tað vóru vanligir føroyingar, ið
filmaðu við 35 mm upptøkutólum miðskeiðis í
tjúgunum. Og ikki minni, at tað mól ein rættilig
tivolikarrusell í Havn um hetta mundið.
Christian Martin hjá Mouritsi í Havn kendu fólk
flest, tí hann var skipari á »Streymi« og seinni
»Sigmundi« hjá Mjólkaforsýningini, ið førdu farm
og fólk kring oyggjarnar. Á sínum yngru árum var
hann fiskimaður og sigldi nógv við Klæminti í
Syðradali.
Miðskeiðis í tjúgunum er hann og vitjar systr
ina, sum býr í Keypmannahavn. Tey eru ein túr í
Tivoli og verða, eins og Teitur varð tað nógv ár
seinni, bergtikin av karrusellini og fara at práta
um, at tað hevði verið stuttligt hjá børnunum,
um ein karrusell var í Havn.
Frá tanka til veruleika
Heimafturkomin hevur Christian Martin óivað
sagt frá tí, tey høvdu sæð í Tivoli, men ikki gjørt
stórvegis meira við tankan um eina karrusell í
Havn – ikki fyrr enn eitt fjarrit kemur úr Keyp
mannahavn, og hann vaknar við kaldan dreym.
– Pápi bleiv heldur skakkur og heitur um
skallan, tá hann fekk eitt fjarrit frá fastur, har tað
stutt og greitt stóð: »KARRUSEL ER TIL SALG,«
greiðir sonur Christian Martin, 83 ára gamli Ejler
Rubeksen, livandi frá. Hann er tann einasti av
teimum trimum synunum hjá Christian Martini, ið
enn er á lívi.
Systirin hevði óivað havt góðan hug á hesi
vælsignaðu karrusell, sum tey kundu keypa
brúkta, men Christian Martin hevði onga ætlan
um at keypa nakra karrusell ella at gera nakran
handil.
– Ikki minni skakkur varð hann tískil, tá hann
fáar dagar seinni fær enn eitt fjarrit, ið stutt og
greitt sigur: »ER KØBT!« leggur Ejler afturat og
brestur útúr at flenna.
Kendi seg sum ein gud
Um Christian Martin vildi tað ella ei, so kom
karrusellin til Føroya við skonnartini »Rosen
hjem«, ið KvívíksTummas førdi. Hetta var umleið
1925 sambært privatu endurminningunum hjá
yngsta soninum hjá Christian Martini, Mourits
Rubeksen, ið andaðist í 2006..
Karrusellin var týsk og brúkt, men í fínasta
standi. Hon varð drivin við streymi, men tá í
tíðini var streymveitingini rættiliga óstøðug í
Havnini, so oftani var streymurin burtur, og so
bleiv karrusellin snarað við handamegi. Á henni
vóru tveir fílar, tvær leyvur, tveir tikarar, seks
súkklur í gomlum sniði við einum stórum fram
hjóli og einum lítlum afturhjóli, og so vóru einar
seks stórar sletur at tí slagi, sum í gomlum
døgum blivu spentar fastar í ross um veturin.
Karrusellin var skrýdd við øllum møguligum
glitri, eitt nú glasperlum í alskyns litum, og í erva
var floyal, sum eisini var skrýtt við perlum. Tón
leikurin kom úr einum lírukassa, ið hevði ymisk
løg, veljast kundi ímillum. Tey eru, sum enn minn
ast dragandi ljómanina úr lírukassanum, tá hann
spældi »Åh, Eva, vil du gifte dig med mig, så
køber jeg en dobbelt seng og deler den med
dig«. Tiltikið er, at í lágætt hoyrdu tey ljóman úr
lírukassanum heilt til Kaldbaks!
– Jú, tað er rætt, at tað var ein øgiligur gangur
av lírukassanum. Mamma ynskti veruliga karru
sellina hagar piparið grør, tí hon stóð jú í hava
num hjá okkum, beint undir køksglugganum,
greiðir Ejler Rubeksen óargaligur frá og fer at
flenna.
Tømdu býin fyri tveyoyru
Fritleif í Mattalág og Ewald Kjølbro, ið gingu á
sjómansskúla, vóru karrusellførarar og treystu
og sterku dragararnir, tá streymurin hvarv. Tá
ferð kom á, var frøi á børnunum.
Ymsar munnu søgurnar vera um hesa karrusell,
sum kom til landið. Tað var sera forkunnugt hjá
fólki at síggja hesa ævintýrligu karrusell við
ÓLAVSØKUFRÍGGJ Í KARRUSEL