mikudagur 29. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Ein um 30 ára
gamal maður varð í
Føroya Rætti í gjár
dømdur fyri at hava
brúkt visakortið
hjá mammu síni at
upprætta ein profil
hjá Danske Spil
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tey kundu lítið annað gera
enn at trilla tumlar, ákærin
og dómarin í Rættarsali II í
gjár.
Fýra mál skuldu fyri, eitt
um falska meldan, men
tann ákærda í málinum
hevði framman undan ringt
og boðað frá, at hon ikki
fekk møtt orsakað av veðr
inum. Tí varð tað málið
útsett.
Tann næsti, sum skuldi
møta, kom ikki vegin fram,
og tað gjørdu teir báðir
síðstu heldur ikki. Men teir
síðst nevndu vórðu bara
burtur uttan nakra fráboðan,
og tað fær avleiðingar.
Men aftur til tann eina,
sum møtti í rættinum. Hann
hevði ringt og boðað frá, at
hann stóð fastur í kavanum,
og tí gjørdist ov seinur. Hesi
boðini komu tó ikki fram til
ákæra og dómara fyrr en
eftir, at ákærdi var møttur.
Ákæri og dómari fegnað
ust í tí stilla um, at tað hóast
alt bar til at avgreiða eitt
mál av teimum fýra, sum
skuldu fyri.
Talan var um ein 30 ára
gamlan mann, sum hevði
»lánt« kortnummarið á visa
kortinum hjá mammu síni
og upprættað ein profil hjá
Danske Spil AS.
Hetta
var
eyðsýniliga
gjørt fyri at spæla við í
eydnuspølum hjá donsku
veddingarfyritøkuni,
sum
fyrr nevndist Dansk Tips
tjeneste.
Kostar handtøku
Men mamman vildi ikki
góðtaka, at sonurin nýtti
upplýsingar á hennara korti
til at spæla fyri, so hon
hevði gjørt Danske Spil
vart við hetta, og danska
veddingarfyritøkan
hevur
síðani stevnt soninum eftir
teimum 2000 krónunum,
sum teir nú hava mist.
Maðurin játtaði seg sekan
og góðtók at gjalda peningin
aftur umframt umsitingar
gjald á 250 krónur. Maðurin
hevur áður framt líknandi
brot, og tá fekk hann treyt
aðan dóm við royndartíð í
tvey ár.
Men hóast royndartíðin
ikki var runnin, tá maðurin
framdi kortsvik tveir dagar
í september í fjør, so varð
málið ikki meldað fyrr enn
royndartíðin var av.
Ákærin
mælti
tó
til
líknandi treytaðan dóm við
tvey ára royndartíð, og hes
um
eftirlíkaði
dómarin.
Ákærdi góðtók dómin.
Hvat
teimum
báðum
monnunum, sum ikki møttu
á
rættarfundi,
viðvíkur,
biður dómarin um handtøku.
Tað fer fram á tann hátt, at
tá nýggjur rættartfundur er
ásettur, verður løgreglan
send út at handtaka mennin
ar, so dómsvaldið er víst í,
at teir møta. Menninir fáa
ikki hesaferð boð framman
undan, men dómarin heldur
seg hava varhugan av, at løg
reglan í so máta tekur mun
andi
fleiri
fyrilit,
enn
danska løgreglan ger.
Ofta fáa menninir í slík
um førum boð frá løgregluni
framman undan, so ikki er
neyðugt at møta upp á
arbeiðsplássum eftir teim
um.
Báðir menninir eru ákærd
ir fyri at hava selt bilar eftir
at fútarætturin hevur gjørt
útlegg í teimum. Talan er
um tvær ymiskar sakir
kortini.
Dømdur fyri datasvik
Ráðgevingin í
fiskivinnumálum
eigur at gerast
betri og breiðari.
Vit skulu eisini
lurta eftir teimum,
sum hava gingið í
lívsins skúla, segði
Jacob Vestergaard
á landsfundi Fólka
floksins leygardagin
FISKIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Landsstýrisfólk Fólkafloks
ins høvdu sínar framløgur
eftir at Jørgen Niclasen, og
Jacob Vestergaard, fiski
vinnu og tilfeingismála
ráðharri, tosaði um tær ætl
anir,
sum
liggja
fyri
framman.
Hann nam fyrst við ráð
gevingina um serliga fiski
dagar. Hann hevur áður
ført fram, at vit eiga at fáa
eina breiðari og gjølligari
ráðgeving, og á landsfund
inum leygardagin nevndi
hann, at vit eiga at taka
royndu
fiskimenninar
meiri við.
Vit eiga at lurta eftir
teimum, sum hava gingið í
lívsins skúla alt sítt lív, fyri
at fáa eina enn betri ráð
geving, segði Jacob Vester
gaard.
Hann heldur eisini, at
verandi skipan er ógvuliga
stirvin, og at alt ov nógv
skott eru inni í skipanini.
Vinnan kann ikki í nóg
stóran mun laga seg til
broyttu umstøðurnar, segði
Jacob Vestergaard.
Hann staðfesti, at tað er
ein trupulleiki at fáa skip
ini mannað orsakað av
vánaligum toskafiskiskapi.
Oljuútreiðslurnar eru ógvu
liga stórar, og tí hava trolar
arnir ilt við at klára seg.
Smærru trolbátarnir
hava tað ringt. Og 110 tons
skottið, sum er inni í skip
anini, er steinur oman á
byrðu, og hetta er eitt mál,
sum vit mugu taka upp,
segði Jacob Vestergaard.
Breiðka ráð-
gevingina
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu- og
tilfeingismálum
Mynd: Leo Poulsen
Tann 30-ára gamli maðurin hevði brúkt visakortið hjá mammu síni til at upprætta ein profil hjá
Danske Spil. Hann hevði í tveimum umførum brúkt tilsamans 2000 krónur
Modellmynd: Álvur Haraldsen
Løgmaður talaði á toppfundi
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur í dag hildið røðu á toppfundi millum
norðurlendsku forsætisráðharrarnar og øðrum leiðandi politikkarum í Norðurlondum.
Løgmaður kom inn á, hvussu heimurin er vorðin skakaður av fíggjarkreppuni, sum
higartil hevur kostað ótaldar milliardir krónur. Tó helt hann, at fíggjarkreppan bert er
ein av mongum kreppum í heiminum, sum eisini hevur veðurlagskreppu,
matvørukreppu og ráevniskreppu. Felags fyri hesar kreppur og avbjóðingar er, at
einstakar tjóðir hvør sær ikki kunnu loysa hesar kreppur. – Tað snýr seg um finna
globalar loysnir, segði Kaj Leo Johannesen og ráddi til at savna norðurlendsku
kreftirnar til at standa saman um loysnir. Á myndini sæst løgmaður saman við íslendska
starvbróðuri sínum, Geir H. Haarde.