mikudagur 29. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Kommunupolitisk
umboðan í Føroyum
er á breddanum í
nýggjari bók, sum
kemur út í dag
Bókaútgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú tað stundar til komm
unuval,
bjóðar
Forlagið
Fróðskapur eitt fínt høvi at
síggja alla kommunuskipan
ina í einum størri høpi við
nýggju bókini Kommunu
politikkur.
Bókin kemur út í dag, og
í sambandi við útgávuna
verður
almenn
móttøka
klokkan 15 á Søgu og sam
felagsdeildini
í
Jónas
Broncksgøtu 25, 4. hædd.
Bókin er úrslit av verk
ætlan millum høvundarnar
og byggir í stóran mun á
nýinnsavnað tilfar, til dømis
dátubasu yvir uppstillað og
vald, spurnakanningar mill
um tey uppstillaðu til komm
unuvalini 2000 og 2004,
samrøður við politikarar og
embætisfólk í kommunala
sektorinum, og samrøður
við limir í teimum trettan
staðbundnu
nevndunum.
Granskingarráðið gav verk
ætlanini stuðul í 2006 og
2007, og Søgu og samfe
lagsdeildin á Fróðskapar
setri Føroya hevur staðið
fyri fyrisitingarliga parti
num.
Kommunupolitisk
umboðan
Nýggja bókin viðger ym
iskar spurningar í samband
við kommunupolitiska um
boðan í Føroyum. Komm
unur eru bæði stovnar, sum
umboða lokala fólkaræðið,
og fyrisitingarligar eindir,
sum eru undirlagdar ein
sentralan myndugleika. Víst
verður á ymisk søgulig og
ástøðilig rák um, hvat ið
hevur verið hildið at vera
rætta stødd á kommunum.
Eisini verður komið inn á
spurningin um nýtt upp
gávu og ábyrgdarbýti mill
um land og kommunur og
nýggjan kommunubygnað.
Broytingarnar, sum komu
við nýggju kommunustýris
lógini í 2000, verða neyvt
lýstar. Eitt av evnunum, ið
eisini fáa serliga umrøðu,
eru staðbundnar nevndir,
har millum annað verður
lýst, hvat lógargrundarlagið
er fyri teimum, og hvussu
tær
ymisku
nevndirnar
arbeiða.
At enda í bókini verður
hugt at tølum frá dátubasuni
og
spurnakanningunum
millum uppstillað til komm
unuvalini: Hvussu eru val
til býráð og bygdaráð skip
að, hvat slag av listum eru í
ymiskum kommunum, og
hvussu nógv verða upp
afturstillað og afturvald?
Hvussu væl umboða tey
uppstillaðu
og
valdu
ymiskar bólkar? Fokus verð
ur eitt nú sett á undirum
boðanina av kvinnum í
kommunupolitiskum høpi,
og hvussu roynt hevur verið
at betra kvinnuumboðan
ina.
Styrkja medvit
Frá forlagnum verður sagt,
at ætlanin við bókini er at
styrkja medvit um og áhuga
fyri lokala fólkaræðinum í
Føroyum. Tær avgerðir, ið
nú verða tiknar um at broyta
galdandi kommunuskipan,
eru
størstu
yvirskipaðu
átøkini síðan 1872 at mynda
kommunupolitikkin. Reyði
tráðurin í bókini bók er, um
hesar broytingar fara at bera
við sær eina víðkan ella
eina skerjan av politiska
valdinum og fólkaræðinum
í lokalsamfeløgunum.
Beinta í Jákupsstovu, lekt
ari á Søgu og samfelags
deildini,
Fróðskaparsetur
Føroya hevur ritstjórnað
bókina. Hini, sum skrivað
hava, eru Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóri í Tórshavnar
kommunu, Bjørg Jacobsen,
nevndarskrivari, og Bárður
Larsen, løgfrøðiligur ráð
gevi í KSF.
Umframt
høvundarnar
hevur granskarin Eli Kjer
sem við Høgskolen i Molde
luttikið í verkætlanini, og
fyribils úrslit hava verið
umrødd á norðurlendskum
kommunugranskingarstevn
um.
Tað er Forlagið Fróðskap
ur sum gevur út bókina,
sum er 200 blaðsíður. Ingi
Joensen/Grafik Studio hev
ur gjørt permuna.
Ein gátufør beina
grind er hesuferð
orsøkin til, at detek
tivurin Hannis
Martinsson verður
fløktur inn í eitt
óhugnaligt mál í
nýggjari krimisøgu
frá Jógvani Isaksen
Bókaútgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Um stutta tíð kemur fimta
krimisøgan um Hannis
Martinsson eftir Jógvan
Isaksen út. Heitið á bókini
er Metusalem, og sipar tað
til eina beinagrind, sum
verður funnin í Hoyvíks
tjørn. Menn meta leivdir
nar at vera um túsund ára
gamlar, men ein sandingur
sigur, at beinagrindin er
av beiggja sínum, sum
hvarv í 1961. Frá hesum
degi verður Hannis Mart
insson fløktur inn í eina
røð av hendingum, sum
hava
træðrir
aftur
til
skotska
trolaran
»Red
Crusader« og hernaðar
støðina í Mjørkadali
Týskur áhugi
Í Týsklandi er stórur áhugi
fyri bókunum hjá Jógvan
Isaksen, og 1. november
skal hann til týska býin
Dortmund at siga frá
krimisøgum
sínum.
Størsta
krimitiltak
í
Europa, ”Mord am Hell
weg” hevur tá Nordische
Nacht, har umframt før
oyska høvundan eisini
danin Leif Davidsen og
svenska Lisa Marklund
skulu undirhalda. Úr
Týsklandi verður sagt, at
alt longu er útselt til hetta
kvøldið.
Hetta er annars ikki
fyrstu ferð, Jógvan Isaksen
er boðin til Týsklands at
tosa um sínar krimisøgur.
Eisini í 2006 luttók før
oyski krimihøvundurin á
Nordische Nacht ta ferð
ina saman við svensku
Camillu Läckberg og ís
lendinginum Viktor Arnar
Ingólfssoni.
Jakkar úr kópaskinni
og anorakkar úr
revaskinni er nakað
av tí, ið verður at
síggja á framsýning
hjá sniðgevanum
Rannvu Simonsen í
Smiðjuni í Lítluvík
um vikuskiftið
Framsýning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Komandi vikuskifti sýnir
sniðgevin Rannvá Simonsen
fram síni sermerktu pløgg
úr skinni fyri fyrstu ferð í
Føroyum.
Framsýningin letur upp
leygardagin klokkan 10 í
Smiðjuni í Lítlivík, har høvi
millum annað verður at
síggja jakkar úr kópaskinni
og anorakkar úr revaskinni.
Hátíðarhalda veturin
Eg var troytt av at síggja
út sum ein sekkur fyri at
halda hitanum um veturin,
sigur Rannvá Simonsen á
síni heimasíðu, um orsøkina
til, at hon fór undir at snið
geva mótaklæði úr skinni.
Føroyska Rannvá Simon
sen býr nevniliga í bítandi
kalda norður Kanada, har
siðurin at gera klæðir úr
skinni eisini gav henni
íblástur til nýggju sniðini.
Heldur enn at berjst móti
kuldanum, sum vanlig hóp
framleidd vetrarklæði gera,
hátíðarhalda
upprunaligu
skinnklæðini veturin. Og
tað var júst hetta, sum Rann
vá valdi at gera til eyðkennið
fyri sína klædnarøð.
Klæðini útstrála vakur
leika og gleði, eru gjørd úr
ektaðum skinni og hava
ofta áseymaðar blómur eins
og fyri at draga eitt sindur
av hita úr minninum um
summarið.
Øll skinnini, sum Rannvá
Simonsen brúkar, eru av
djórum, sum eru veidd á
burðardyggan hátt. Klædna
røðin umfatar millum ann
að jakkar, anorakkar, taskur,
vøttir og húgvir. Eisini átek
ur føroyski sniðgevin í
Kanada sær bílagdar upp
gávur frá viðskiftafólkum
kring allan heimin.
Framsýningin í Smiðjuni
í Lítluvík er opin leygar
dagin frá klokkan 10 til 20,
sunnudagin 14 til 20 og
mánadagin frá 10 til 20.
Krimirøðin um
Hannis Martinsson
heldur fram
Nýggj bók um føroyskan
kommunupolitikk
Mótaklæði úr skinni í Smiðjuni
Væl umtókti føroyski
detektivurin Hannis
Martinsson er aftur á
ferð í nýggju krimibókini
»Metusalem«, sum kemur
út í næstum
Bókin »Kommunupolitikkur«
byggir í stóran mun á ný
innsavnað tilfar, spurnar
kanningar millum valevni
og samrøður við umboð í
kommunala sektorinum
Sermerktu
skinnpløggini
hjá Rannvu
Simonsen
hátíðarhalda
veturin
heldur enn
berjast móti
kuldanum
Annika á umhvørvisfundi
Veðurlagsmál var aðalevnið á norðurlendskum fundi hjá umhvørvisráðharrunum í Helsinki
í gjár. Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at íkomna fíggjarkreppan ikki skal brúkast sum
undanførsla í stóru avbjóðingunum, sum standa fyri framman at minka um útlátið av CO2.
Eisini vóru ráðharrarnir samdir um, at arbeiðast skal miðvíst við at fáa eina avtalu um
minking í CO2útlátinum í Keypmannahavn á heysti 2009, hóast fleiri lond tykjast at vilja
slaka orsaka av fíggjarkreppuni. Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum,
greiddi á fundinum sínum starvsfeløgum frá arbeiðinum at gera eina virkisætlan til
minking av CO2útlátinum í Føroyum, sum hon vórar at fáa breiða politiska semju fyri.
Sum eitt stig á leiðini hevur tað eydnast at rudda slóð fyri, at eisini umboð fyri Løgtingið
kunnu luttaka á komandi partsfundum undir veðurlagssáttmálanum í ávikavist Poznan í
Polen í desember og í Keypmannahavn næsta ár, skrivar Innlendismálaráðið.