Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 208 - 29. oktober 2008 Tey vóru við til at stovna Dansifrøi í 1972 og hava verið limir í felagnum øll árini síðan. Nú í heyst, tá felagið skipaði fyri lutaseðlasølu, vunnu tey høvuðsvinningin, sum er ein snøggur Ford Fiesta bilur fyri 170.000 krónur. – Vit keyptu ikki lutaseðlarnar fyri at vinna bilin, men fyri at stuðla felagnum, siga hjúnini Begga og John Justinussen Vinnarar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasti mánadagur var ein serligur dagurin í lívinum hjá 82 ára gomlu hjúnun­ um, John og Bergtóru (Beggu) Justinussen í Havn. Tá handaði formaðurin í Dansifrøi, Erling Jørgen­ sen, teimum spildurnýggja og snøgga Ford Fiesta bilin, sum tey fyrr í heyst vunnu við lutaseðli, ið felagið hev­ ur selt. Handanin fór fram úti á bilasøluni hjá P/F Wensel í Akranesgøtu í Havn. Góðir stuðlar Eitt er, at tað eru eini 82 ára gomul hjún, sum vunnu høvuðsvinningin og nýggja bilin. Annað er, at tey eisini vóru við til at stovna Dansifrøi hin 28. januar í 1972. Øll árini hava tey verið limir í felagnum og hava rindað fult limagjald fram til dagin í dag. Erling Jørgensen segði, at tá felagið nú fór undir lutaseðlasølu, heittu tey á limir um at hjálpa til við søluni, og soleiðis fingu Begga og John eisini eitt bunti á 50 seðlar at selja – ella 25 seðlar í part. ­ Seðlarnir, sum vit høvdu fingið at selja, lógu í eini skuffu, men sum dagarnir gingu, og tíðin nærkaðist, til drátturun skuldi verða, hildu vit, at vit vóru ov gomul at fara út at selja. Fólk mangla altíð pening, og vit gjørdu tí av bara at keypa allar seðlarnar sjálvi. Á henda hátt stuðlaðu vit eisini Dansifrøi, sum vit hava gjørt øll árini síðan stovnan. Vit ætla at vera limir í Dansifrøi, so leingi vit orka at ganga. Begga Justinussen sigur, at tá tey keyptu allar seðl­ arnar, var tað ikki við tí fyri eyga at vinna nakran bil. ­ Vit vildu gjarna stuðla, og tí keyptu vit bara alt buntið. Vit hugsaðu slett ikki um at vinna bilin, men vit høvdu verið glað, um vit kanska vunnu onkran av hinum vinningunum. Hon sigur, at tá lutaseðl­ arnir vórðu trektir, ringdi sonurin og segði, at ein av seðlunum, sum vit høvdu fingið at selja, hevði vunn­ ið. Ovfarin og glað ­ Eg segði, at vit høvdu ongar seðlar selt, og at allir lógu í eini skuffu. Vit høvdu keypt allar seðlarnar sjálvi. Jamen, so hava tit vunnið bilin, legði hann aftrat. Vit vóru sjálvsagt ovfarin og glað, sigur Begga og leggur aftrat, at tað var hin seinasti seðilin í buntinum – seðil nummar 05500 – sum vann bilin. Ford Fiesta bilurin hevur eitt virði av 170.000 krón­ um. Lutakastið fór fram á Dómaraskrivstovuni í Havn. Formaðurin í Dansifrøi, Erling Jørgensen, helt á løtuni úti í Akranesgøtu, at Begga og John vóru virði­ ligir vinnarar av høvuðs­ vinninginum. Hann segði, at Dansifrøi prentaði 10.000 lutaseðlar, men at tað ikki hevði eydn­ ast felagnum at selja teir allar. John koyrir Tað verður ikki Begga, sum kemur at koyra nýggja bilin við nummarspjaldrinum TN 189, tí hon hevur ongan­ tíð havt koyrikort. ­ Tað var ikki vanligt í mínari tíð, at konufólk tóku koyrikort, men børnini hjá okkum tóku koyrikortið so hvørt, sum tey høvdu aldur til tað. Tá børnini, sum vóru tøtt, hvørt eftir øðrum tóku koyrikortið, tá tey komu til tann aldurin, er tað ein spurningur, nær mamman skuldi tikið tað. Hon sigur, at tað annars Ford Fiesta – við nummarspjaldrinum TN 189 – er verdur 170.000 krónur. – Vit stuðlaðu ikki fyri at vinna, men eru sjálvsagt ovurfegin, siga 82 ára gomlu hjúnini Mynd: Jens Kr. Vang 82 ára gomul hjún vunnu bil 100 deyð í jarðskjálvta Í Pakistan hevur ein jarðskjálvti kravt minst 100 manna­ lív. Skjálvtin, sum var 6,2 á Richterstiganum, var í útsynningspartinum av Pakistan um midnáttarleitið í gjárkvøldið okkara tíð. Myndugleikarnir siga, at fyribils hava teir fingið at vita, at minst 100 fólk eru deyð. Sagt verður, at átta bygdir eru illa farnar, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at skjálvtin hevur kravt upp­ aftur fleiri mannalív. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 70 kilometrar frá býnum Quetta. Fyri trimum árum síðani kravdi ein jarðskjálvti í Pakistan 75.000 mannalív, og fleiri milliónir mistu hús og heim. Tann skjálvtin var 7,6 á Richterstiganum.