Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 208 - 29. oktober 2008 nøvn vóru ógvuliga fá konufólk, sum koyrdu bil um tað mundið, tá hon hevði aldur til at taka koyrikort. - Hetta var ikki móti tá, men stutt eftir tóku eisini fleiri konufólk koyrikort, leggur hon aftrat. John Justinussen hevur hinvegin havt koyrikort síðan 1948. Hin nú 82 ára gamli ber seg sera væl, og tað ger Begga so sanniliga eisini. John koyrir framvegis bil, og verður heilsan hin sama, koyrir John saktans í fleiri ár aftrat. - Vit hava ein góðan bil – ein Zuzuki SX4, og nú mugu vit fara at tosa um, hvussu vit skulu gera. Vit fara neyvan av hava tveir bilar og mugu tí hugsa okkum gjølliga um, hvønn bil vit skulu selja, sigur hann. Kend býarmynd John Justinussen er ein kend býarmynd í Havn gjøgnum mong ár sum arbeiðsformaður hjá Tórs- havnar kommunu. - Í byrjanini koyrdi eg arbeiðsbil hjá kommununi, men fekk mær so seinni privatbil. Arbeiðsbilin fekk eg, tá eg gjørdist formaður uppi í Grótbrotinum. Tá fingu vit eisini bil at koyra arbeiðsfólkið við. Hann sigur, at teir koyrdu til arbeiðis av Vaglinum í Havn klokkan 8 um morg- unin. Síðan koyrdi hann arbeiðsfólkið omanaftur til døgurða klokkan 12 og niðanaftur klokkan 13. Tá so arbeiðsdagurin var liðug- ur klokkan 17, koyrdi hann arbeiðsfólkið omanaftur í býin. - Hjá kommununi var tað soleiðis, at var arbeiði uttan- fyri býin, bleiv arbeiðsfólk- ið altíð koyrt, tí tað gjørdist ov langt at ganga. Trúgv tænasta John gjørdist arbeiðsfor- maður í Grótbrotinum hjá Tórshavnar kommunu í 1951. - Eg starvaðist har sum arbeiðsformaður til 1970, tá eg kom oman í býin at loysa av formannin, Henn- ing Jacobsen, av, sigur hann. Øll árini fram til 1993, tá John fór frá sum 67 ára gamal, var hann arbeiðs- formaður í býnum hjá Tórshavnar kommunu. Formaðurin í Dansifrøi, Erling Jørgensen, handar hjúnunum, Beggu og John, spildur­ nýggja bilin, sum tey hava vunnið á lutaseðli Mynd: Jens Kr. Vang Tá Begga og John Justinussen møttu upp hjá P/F Wensel at taka ímóti bilinum, sum tey hava vunnið á lutaseðli, hevði Begga nakrar reglur við sær, sum tey bæði høvdu fest á blað um dans og Dansifrøi í Havn Dansifelag Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað var soleiðis, at Rhoda Rubeksen og eg komu at kennast, tá vit vórðu konfir- meraðar. Vit dansaðu hvørt sunnukvøld frá klokkan 20- 23. Hetta var undir krígnum. Tað byrjaði við, at vit fóru at dansa í Tórshøll. Vit gingu báðar á handilsskúla og dansaðu eisini í Avhald- inum. Begga sigur, at HB eisini hevði dans, og har komu nógv ung saman. - Eg fór at ganga við John og Rhoda við Mariusi, og vit eru komin saman øll árini. Tá Rhoda fór at hava dansiskeið í 1970, vóru tey eisini saman har. - Helga spældi á klaver, og John var við til at bera klaverið inn, har vit skuldu dansa. Begga sigur, at Rhoda dugdi sera væl at læra frá sær og fólk, sum vóru á skeiðunum, fingu dansin veruliga inn í høvdið, sum hon tekur til. - Øll vóru glað, og tað gekk væl. Tá skeiðið varð liðugt, høvdu vit framsýn- ing, og eg minnist, at man var nervøsur við framførsl- urnar. Hornorkestrið spældi, og høllin var stúgvandi full av áskoðarum. Vit skuldu ganga »pent«, sum hon tek- ur til, bera okkum væl – og einki fet skuldi vera skeivt. Hon minnist, at rættiligt álvarsemi ráddi, tá framsýn- ingar vóru. Hinvegin var hýrurin ein heilt annar, tá tey bara dansaðu annars. - Alt var so nýtt og spenn- andi og eftir framførslurnar var veitsla, har eisini horn- orkestrið var við. Dansifrøi Begga veit at siga, at tá næsta dansiárið kom, og tey vandu kvadrilludans, dans- aðu fýra pør saman – og fyri at gera alt betri vandu tey eisini úti hjá hvørjum øðrum. - Sum tíðin leið, hildu vit tað vera best at stovna eitt felag. Vit hittust nakrar ferð- ir, og tá vit skuldu til Klaks- víkar at dansa, hildu vit, at felagið átti at hava eitt navn. Navnið gjørdist Dansifrøi. Hon sigur, at Dansifrøi hevði síni dansikvøld, og tað sum øll árini dró, var at koma saman við góðum og glaðum fólkum. - Enn hoyrir tú fólk taka til, at hetta var ein sera góð tíð – ikki minst, tá vit ferð- aðust út á bygdirnar at vísa okkara dansir, sigur Begga. Tey eru bæði framvegis limir í Dansifrøi. - Vit eru góð við felagið og ynskja alt væl. Vit ivast onga løtu í, at tey, sum dansa í dag, njóta somu gleði og sama hugna, sum vit gjørdu, sigur Begga Justinussen. Eitt skifti var John Justin- ussen formaður í Dansifrøi. Søgan aftan- fyri Dansifrøi Lítil áhugi fyri skúlastýri Bara átta fólk møttu á felags uppstillingarfundi hjá fólkaskúlunum í Klaksvík. Síðani skúlastýrisvalini vórðu umskipaði í 2002, er áhugin fyri uppstilling minkaður burtur í einki, skrivar Norðlýsið. Uppstillingin fór frá at vera politisk til bert at verða fyri tey, sum hava børn í skúlunum. Skúlastýrini skulu nú veljast fjórða hvørt ár, og tá skipanin varð sett í verk í 2002, var umráðandi, at bara foreldur, sum høvdu børn í skúlanum, sluppu at velja og stillað upp til skúlaráði. Eftir gomlu skipanini kundu øll velja og stilla upp, og áhugin fyri valinum var stórur. Hetta verða nýggju hølini hjá Dansifrøi