mikudagur 29. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 208 - 29. oktober 2008
tíðindi
Móttøka fyri Magnusi
Í samband við at Magnus á Stongum, ið hevur røkt
starvið sum kommunulækni í Eiðis læknadømi í 22 ár,
hevur sagt seg úr starvinum, verður skipað fyri almennari
móttøku á Hotel Eiði fríggjadagin 31. Oktober frá
klokkan 16 til 19. Tað eru Eiðis-, Funning- og Sunda
kommunur, ið skipa fyri móttøkuni fyri fráfarandi
kommunulæknanum.
- Vit hava arbeitt
við at menna heild-
arpsykiatriina
seinastu árini í Før-
oyum. Sosial- og
økispsykiatriin
eru ótrúliga nógv
mentar, og nú stend-
ur barna- og ung-
dómspsykiatriin
fyri tørni, sigur
landsstýrismaðurin
við heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, í
viðmerking til greinar
í Sosialinum í gjár
Sjúkraviðgerð
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Sálarfrøði sum læknavís-
indi, er eitt heldur nýtt evni,
ikki minst í Føroyum. So at
siga var einki gjørt við hetta
áðrenn 2004, men ferð er
komin á, seinastu árini. Í
2002 varð eitt álit lagt fram
um heildarpsykiatri, ið um-
fatar øll øki innan psykiatri.
Júst hetta er tað, ið hevur
verið undir mest menning
seinastu tíðina. Orsakað av
tí at psykiatri var so lágt rað-
fest áðrenn, er týdningar-
mikið at ferð kemur á.
- Samstarvið millum psyk-
iatriska depilin og landsins
myndugleikar hevur verið
framúrskarandi, sigur Hans
Pauli Strøm í vi-ðmerking
til greinar í Sosialinum í
gjár um manglandi psykiatri-
viðgerð av børnum og
ungum.
Mest átrokandi
- Mest átrokandi var sosial-
psykiatriin, greiðir hann
frá. At fáa tey frísku út úr
skipanini. Manglandi virkn-
is- og bústaðarmøguleikar
foraðu fyri hesum hjá teim-
um, ið vóru liðug við við-
gerðina. Síðan hetta økið
varð raðfest, eru ikki minni
enn tvey sambýli komin,
tað triðja letur upp í Havnini
í vikuni. Rakstrarjáttanin til
sosialpsykiatriina er vaksin
síðan 2003, úr sjey milli-
ónum, upp í tjúgu. Talið av
starvsfólkum
er
eisini
vaksið, úr 20 upp í 45.
Í nærmastu framtíð, verð-
ur farið undir at byggja enn
fleiri
bústaðarmøguleikar
fyri sinnisveik.
Síðan var farið undir at
menna
økispskykiatriina,
hetta arbeiðið varð eisini byrj-
að í 2004. Økispsykiatri
umfatar viðgerðarmøguleik-
ar og stuðul til sinnisveik,
har tey búgva. Eitt økispsyki-
atriskt toymi er skipað á
Landssjúkrahúsinum, og játt-
anin til hesa vaks fyrstu trý
árini við 3,5 milliónum. Men
enn er ikki komið á mál.
Næsta stigið
Nú verður barna og ung-
dómspsykiatriin raðfest. Síð-
an 2007 hevur nógv verið
gjørt við hesa og stór fram-
stig eru farin fram síðan
2004. Millum annað er talið
av børnum, ið eru í viðgerð
hækkað úr 70 upp í 150.
Barna- og ungdómspsyki-
atri er sera nýggj, hon sá
fyrst dagsins ljós í 2004, tá
eitt toymi kom upp at standa
á Landssjúkrahúsinum. Við-
gerðin byggir á fakligan ser-
kunnleika uttanifrá. Avtala
og samstarv eru við danska
sjúkrahúsið,
Bispebjerg.
Og eisini við ein privatan
sálarfrøðing, ið av og á vitja
í Føroyum.
- Tað er ikki av fíggjarlig-
um orsøkum, at eingin
barna- og ungdómssálar-
frøðingur er í Føroyum,
greiddi landsstýrismaðurin
frá, - Tað hevði í roynd og
veru verið bíligari enn
núverandi loysnin. Trupul-
leikin er tann, í Føroyum
sum aðra staðni, at hesir
sálarfrøðingar ikki eru til at
fáa fatur á.
Umstøðurnar eru ikki
nøktandi á barna og ung-
dómspsykiatriska økinum í
Føroyum, men tær eru nógv
batnaðar. Játtanin til hetta
økið var í 2007 hækkað við
0,8 milliónum og tað sama
í 2008. Og síðan sjúkrarøka
rfrøðingaskúlin flutti úr
hølunum við Eirargarð, eru
tey givin til barna- og ung-
dómssálarfrøði.
Men hóast umstøðurnar
eru nógv mentar seinastu
árini, er enn langt á mál,
viðgekk landstýrismaðurin.
Men ikki ber til at taka
munnin ov fullan.
- Tað hevur verið full ferð
á menningini og nú stendur
barna- og ungdómspsyki-
atriin fyri tørni. At børn
veksa upp við sálarligum
trupulleikum, sum tað ikki
verður tikið hond um, kem-
ur at merkjast seinni í lívin-
um. Men síðan sálarfrøðin
varð raðfest í Føroyum er
nógv hent, og tað fer eisini
at henda nógv innan barna-
og ungdómssálarfrøði.
Psykiatri fyri
børn og ung
skal mennast
Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Hans Pauli Strøm, viðgongur, at psykiatritilboðini til børn
og ung mugu mennast
Savnsmynd
Jenis av Rana varð
í gjár fríkendur í
landsrættinum.
Málið, ið snúði um
tagnarskyldu og
fráboðanarskyldu
hevur vart í tvey
og eitt hálvt ár, og
hendan fríkenningin
var ikki tann
fyrsta. Nú gleðist
hann stórliga um
avgerðina og sálar-
ligu avlastingina
rættarmál
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Prosessin er so møðandi,
segði hann. Í trý ár hevur
málið tyngt hann. Hann
greiddi frá, at ótilvitað
hevði hann isolerað seg
sjálvan frá umheiminum
og mistonkt fólk, fyri at
hugsa ilt um seg. Hesa tíð-
ina segði hann, seg hava
mist svøvn og verið plág-
aður av eini óviljaðari hugs-
an um fólk. At málið nú
endiliga var avgreitt var
ein sannur lætti.
- Eitt tílíkt mál nemur
við trúvirðið hjá tí rakta og
tað svíður. Rættargongdin
er so ræðandi, at ein dagur
í rættinum má bara uppliv-
ast, tað ber ikki til at greiða
frá tí. At sita har, meðan
ákærin spillir teg út, er
ræðuligt.
Stingirnir, ið hann upp-
livdi, fingu hann at ivast í
avgerðini hjá dómsvaldin-
um. Hann segði seg næstan
byrja at trúgva følsku ákær-
unum, tí tær vóru so nógvar
og ógvusligar. Men tá
avgerðin fall, kundi hann
ikki annað, enn at takka
fyri, at eitt rættvíst dóms-
vald hevur valdið.
Gongdin
Tíðin, ið er ligin, síðan
málið sá dagsins ljós hevur,
fyri hansara viðkomandi
rúmað ótrúliga nógvum
óhugnaligum. Eftir eina
avhoyring, ið vardi fimm
tímar, segði løgreglumað-
urin frá ferðaliðnum við
hann,
- Dette er den værste
gang pis, jeg nogensinde
har hørt, og der er ikke nog-
et kød på. Hann væntaði at
málið fór at vera slept 14
dagar eftir sakin kom í
rættar hendur, men so var
ikki. Meir enn eitt hálvt ár
seinni fekk hann tey tungu
boð, at hann var ákærdur.
Dyggur stuðul
Hóast hann hevur staðið í
ringum ljósi í langa tíð,
hevur hann havt gott fólk
aftan fyri seg. Fólk, ið hava
verið í viðgerð hjá honum,
hava ikki skift lækna orsak-
að av tí og onnur rundan
um hann hava verið við
honum.
Nú, byrðan var lætt av
honum, høvdu nógv fólk
ynskt honum tillukku. Í
gjár var veitsludagur seint
út á kvøldið, segði hann
glaður.
Sálarliga fríur aftur