mikudagur 29. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 29. oktober 2008
17
tíðindi
Førarin av bussinum
upplivdi als ikki
hendingina, soleiðs
sum hini bæði vitn
ini. Hann greiðir í
telduposti til undir
ritaða frá, at bussurin
ongantíð fór á rull
Ferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Førarin av býbussinum, ið
fyrradagin dró eina kvinnu
eftir vegnum, upplivdi als
ikki hendingina soleiðs, ið
undirritaði skrivað hana í
gjár. Hann hevur í telduposti
greitt undirritaða frá hend
ingini, soleiðs sum hann
minnist hana.
»Eg hoyri eitt bump, og
vendi mær við og síggi, at
ein eldri kvinna er dottin
uttanfyri bussin, orsaka av
at tað var hált og ikki saltað
enn. Eg skundi mær aftur í
bussin, hjálpi damuni upp á
beinini og inn at sita. Eg
spyrji, um eg kann hjálpa
henni, men hon svarar ikki.
Kanska botnar tað í, at eg
tosi danskt og hon føroyskt.
Tá eg havi tryggja mær, at
hon hevur skilt meg, men
síggi at hon ikki ger tekin
til at tørva hjálp, velji eg at
seta meg aftur og koyri
avstað.«
Dyrnar mugu vera
afturlatnar
Hann greiðir víðari frá, at
dyrnar í bussunum mugu
verða
afturlatnar,
skulu
bussarnir kunna koyra.
»Um tað, ið varð skrivað
í avísini, veruliga var hent,
hevði kvinnan ikki verið
før fyri at fara úr bussinum
í Steinatúni, men hevði tá
heldur havt brúk fyri eini
ambulansu. Men tað, ið
verður lýst í blaðnum, letur
seg als ikki gera. Tá tað eru
hurðalás
á
øllum
hurðunum í bussinum, kann
bussurin als ikki flyta seg,
uttan at allar dyr eru
afturlatnar
á
fullgóðan
hátt.«
Førari: Bussurin koyrdi ikki
Magni V. Mouritsen,
stjóri í Mouritsens
Bussar, harmast um
hendingina, har ein
eldri kvinna varð drig
in nakrar metrar eftir
einum bussi, og sigur,
at teir taka neyðugu
fyrilitini
Ferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Beint eftir hendingina, har
ein eldri kvinna varð drigin
nakrar metrar eftir vegnum,
við øðrum beininum innan
fyri hurðina í bussinum,
fingu Mouritsens Bussar
boð um hendingina, og fóru
alt við eitt undir at kanna til
burðin út í æsir.
Magni V. Mouritsen, ið er
stjóri í Mouritsens Bussar,
greiðir frá, at teir eftir at hava
tosað við allar partar í mál
inum, nú fara at taka neyð
ugu stigini til tess at fyri
byrgja, at slíkt hendur aftur.
Tað er ótrúliga óheppið,
tá slíkt hendur, og vit eru
ótrúliga harmir um hending
ina. Tí taka vit neyðugu fyri
litini, soleiðs at vit framyvir
eisini kunnu veita eina góða
og trygga tænastu yvirfyri
borgarunum og kommununi,
sigur Magni V. Mouritsen,
stjóri í Mouritsens Bussar.
Óvist við
hurðalásinum
Bussførarin,
ið
førdi
býbussin, greiðir í telduposti
til undirritaða frá, at buss
urin als ikki kann koyra, utt
an at allar dyrnar eru latnar
aftur á fullgóðan hátt. Men
hetta tykist enn vera óvist.
Magni V. Mouritsen greið
ir frá, at tað eru ikki allir
bussarnir, ið hava hetta
hurðalásið,
og
at
tað
møguliga ikki er sligið til í
nøkrum av bussunum. Hann
fær tó hvørki váttað ella
avsannað, hvørt hurðalásið
var sligið til í bussinum, ið
eftir øllum at døma dró eina
eldri kvinnu nakrar metrar
eftir vegnum, men velur at
taka støði í frágreiðingunum
frá
øllum
íblandaðum
pørtum í hendingini.
Stjórin:
Taka neyðugu fyrilitini
Førarin av bussinum vil vera við, at
bussurin ikki koyrdi, og at dyrnar mugu
vera afturlatnar skal bussurin kunna koyra
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Bilar
Um tað er so, at
bussførarin ikki sær
um fólk eru á veg inn
ella út úr bussinum
gjøgnum bakdyrnar,
er veruliga stórur
vandi á ferð, sigur
Tove Askham, ið sat
inni í bussinum, ið
fyrradagin dró eina
eldri kvinnu eftir
vegnum
Ferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein onnur kvinna, Tove
Askham, ið sat inni í buss
inum, sum fyrradagin dró
eina eldri kvinnu nakrar
metrar eftir vegnum, greið
ir frá teirri skelkandi hend
ingini sum verandi meira
ósketni enn óhapp. Hon
sá eisini kvinnuna, ið er
82 ára gomul, koma gang
andi tvørtur um vegin
frammanfyri bussinum.
Men tá hon kemur til
fremru hurðina, er hurðin
afturlatin, og noyðist hon
tí inn gjøgnum bakdyrnar.
Tað er ikki altíð at buss
førarar lata fremru hurðina
upp, og hví so er, veit eg
ikki. Hon noyddist tí inn
gjøgnum bakdyrnar, og tá
hon hevur fingið annað
beinið
innum,
klamsa
dyrnar aftur, og bussurin
byrjar at rulla. Tá eg síggi
hetta, slái eg paniskt á rút
in, ið er frammanfyri mær,
og geyli um at steðga buss
inum. Tá bussurin so er
steðgaður, og eg síggi
kvinnuna liggja har, liggur
hon mestsum undir buss
inum, frá miðjuni og nið
ur. Hevði bussurin koyrt
longri, og hon var dottin
úr, hevði hon heilt víst
endað undir hjulunum, sig
ur Tove Askham, ið eisini
vitnaði hendingina.
Setir spurnartekin
við trygdina
Tá bussførarin hevur steðg
að bussinum og kemur til
bakdyrnar,
tykist
hann
bæði óhøviskur og arrogant
ur. Hann spyr, hvat gongur
fyri seg har, og tykist meira
irreteraður, enn hjálpsamur.
Harafturat pástendur hann,
at hann ongan møguleika
hevur at síggja, hvat gongur
fyri seg við bakdyrnar, og
at tað er ógjørligt hjá hon
um at síggja. Tað er eisini
júst hetta, ið skelkar hana
mest.
Um tað er so, at buss
førararnir ikki síggja hvat
gongur fyri seg við bak
dyrnar, tykist tað fullkomi
liga óforsvarligt at bara
nýta tær dyrnar. Eg hugsi
mest eisini um bussarnar,
ið steðga í Steinatúni, har
nógv skúlabørn fara í og
úr bussunum. Um bussfør
ararnir ikki kunnu síggja
hvat gongur fyri seg við
bakdyrnar, og bert velja at
lata tær upp, er tað mest
sum ótrúligt, at eingin van
lukka er hend, greiðir
Tove Askham frá.
Vitni setir
spurnartekin
við trygdina