mikudagur 29. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 29. oktober 2008
19
Sosialurin hevði mána
dagin grein um korini hjá
sálarsjúkum børnum, og
eisini prát við undirritaða
um hetta. Prátið kom í lag,
tá blaðmaðurin vildi hava
eina viðmerking til aðra
grein, har foreldur kendu
seg slept upp á fjall av skip
anini. Viðmerkingarnar
vóru av yvirskipaðum
slagi, tá sjálv søgan ikki
var mær kend og ikki ber
heldur til at gera beinleiðis
viðmerkingar til ávísar
sakir. Okkurt í greinini
kann misskiljast, og tí
neyðugt við hesi
viðmerking.
At viðgerðarligu viður
skiftini hjá sálarsjúkum
børnum ikki eru nøktandi,
er (tíverri) sum so ikki
nakað nýtt, men nakað,
sum støðugt verður arbeitt
við at bøta um í góðum
samstarvi millum avvarð
andi myndugleikar. Vit
skulu ikki leita so nógv ár
aftur, tá eingin møguleiki
var at fáa beinleiðis barna
psykiatriska hjálp her.
Farið varð síðani undir at
fáa serkøna hjálp uttanífrá
at koma hendan vegin og
var hetta ein bati. Í nøkur
ár hava vit fingið barna
psykiatarar og barnasálar
frøðingar hendan vegin
nakrar ferðir árliga. Trupul
leikin við slíkari skipan
var, at eingin skipað upp
fylgjan var av tí arbeiði
gjørt varð, og eingin bein
leiðis førleikamenning var
av starvsfólkum her heima
á hesum økinum.
Tí varð farið undir at
skipa okkara egna barna
psykiatriska toymi á
psykiatriska deplinum, har
vit miðvíst arbeiða við at
menna førleikan her heima
til at taka sær av útgreinan
og viðgerð, í góðum sam
starvi við teir serfrøðingar,
sum framvegis koma uttaní
frá. Í 2007 fekk barnapsyk
iatriin fyrstu ferð sína egnu
fíggjarligu játtan og hend
an er tvífaldað í hesum
árinum. Fleiri fólk eru
vorðin tilknýtt barna og
ungdómspsykiatriska toym
inum og arbeitt verður
alsamt við at menna teirra
førleikar á økinum, bæði
hvat viðvíkur útgreinan av
sjúkum og til viðgerð.
Trupulleikin er, at vit ikki
frammanundan hava fólk
við hesum førleika, og at
slíkur ikki fæst eftir einum
degi, men at slík upplæring
tekur tíð. Skipanin má
mennast stigvíst, og gongd
er í hesum máli.
Í løtuni eru 150 børn og
ung knýtt at barna og ung
dómspsykiatriska toymi
num. Tíverri eru eisini
fleiri á bíðilista, men tíbet
ur færri enn tað vóru fyri
einum ári síðani.
Tað er sostatt ikki ein
manglandi fígging, sum er
orsøkin til at hjálpin/
serfrøðin kemur uttanífrá,
sum undirritaði verður
endurgivin fyri at hava
sagt. Játtanin er rættuliga
nýggj á fíggjarlógini og
hevur verið hækkandi eftir
leisti, sum er lagdur í
góðum samstarvi við
avvarðandi myndugleika.
Ein annar táttur, sum
verður komið inn á, er at
tað eru nøkur, sum hava
tørv á einum meira um
fatandi greinigar ella
viðgerðartilboði, enn tað
sum kann gerast við ambu
lantum viðtalum. Her hava
vit havt møguleikan at
sleppa fram at á deild ella
viðgerðarstøðum í Dan
mark. Har er trýstið á
skipanina rættuliga stórt,
og vit hava ikki frammií
hjárættindi, og tí verður
her, eins og har, alt ov
drúgv bíðitíð. Tann partin
verður strongt á at loysa í
Danmark, men givið er, at
tað ikki er nøkur gongd
leið hjá okkum at dúva upp
á hetta, og at vit kundu
gjørt meira við at skapt
hesar førleikar her heima
eisini. Tí verður í greinini
komið inn á barnaverndar
stovnarnar undir Almanna
stovuni (har teir framvegis
eru), sum vit eisini í svari
til fyrispurning í Løgtingi
num í farnu viku hoyrdu
um, og sum hava færri
børn enn ætlanin var. Hetta
eru ikki viðgerðarstovnar
fyri børn við sálarsjúkum,
um enn tey stundum fáa
álagdar slíkar uppgávur.
Orsøkin til at teir komu inn
í prátið varð hetta keðiliga
blandið av, at nakrir stovn
ar standa hálvtómir og
stundum fáa álagdar upp
gávur tey ikki kenna seg
hava førleika til, samstund
is sum vit brúka (nógvar)
pengar til at senda børn og
ung av landinum á viðgerð
arstøð (aftaná drúgva
bíðitíð) og samstundis sum
nøkur als ikki fáa neyðuga
tilboði. Her mugu vit
kunna brúka tilfeingið betri
og menna okkara egna. Tí
gleðiligt at hetta er komið
við í samgonguskjalið sum
eitt av málunum, sum sit
andi samgonga hevur sett
sær fyri at loysa, og okkara
partur í hesum arbeiði skal
ikki liggja eftir.
Annars er at siga, at
brotið úr samgonguskjal
inum, sum blaðið hevur
sett saman við greinini
mánadagin, stavar frá CHE
samgonguni, og er vorðið
søguligt skjal.
Sálarsjúk børn... ein viðmerking !
leiðandi yvirlækni,
Psykiatriski depilin
Tormóður
STórá
Tey samfeløg, sum megna
at reka ein burðardyggan
umhvørvis og orkupoli
tikk og fylgja altjóða krøv
um, fara at mennast, með
an hini detta niðurímillum.
Tey samfeløg, sum
hjúkla um sítt mentunarlív
og tryggja útbúgving og
gransking góðar umstøður,
hava bestu møguleikar at
standa seg í tí hørðu
kappingini.
Tjóveldi staðfestir í síni
valskrá, at sum landsins
størsta kommuna skal
Tórshavnar kommuna
slóða fyri á umhvørvis
økinum. Vit seta hægstu
mál fyri umhvørvi, orku og
tilfeingisnýtslu.
Vit vilja skunda undir
umlegging til reina orku
fyri húsarhald og vinnu, og
almennar byggisamtyktir
eiga at eggja til orkuspar
ing og dygga bjálving.
Ítøkilig mál verða sett
fyri umlegging frá dálkandi
til varandi orku. Stuðlað
verður undir upplýsing um
orkusparandi tiltøk. Allar
kommunalar nýbyggingar
skulu vera orkuvinarligar.
Nýskipanin av kloakkun
um heldur fram, og manna
gongdir skula tryggja, at
hesi viðurskifti eru í lagi í
nýggjum byggingum frá
fyrsta degi. Reglur verða
gjørdar, sum tryggja, at
einstaklingar, stovnar og
virkir ikki dálka.
Mentan og lestur
Tjóðveldi ásannar, at Havn
in sum høvuðsstaður og
miðstaður hevur eina ser
liga uppgávu at lyfta, skula
Føroyar náa málinum at
fáa fleiri hægri útbúgving
ar, fleiri lesandi og eitt
fruktargott granskingar
umhvørvi.
Tjóðveldi vil, at Tórs
havnar kommuna er virkin
í stríðnum at menna
lestrar og granskingar
umhvørvið. Kommunan
sær til, at miðnámsskúlar,
lærdi háskúlin og gransk
ingarumhvørvið fáa bestu
staðseting og umstøður til
eitt mennandi umhvørvi
fyri gransking, vinnu og
mentan.
Øki verða sett av til lestr
aríbúðir og virkað verður
fyri at stig aftur verða tikin
til lestrarbústaðir.
Tann skapandi mentanin
fær bestu sømdir og skaptir
verða karmar fyri blóm
andi mentanarlívi. Tónleik
inum verða útvegaðar
góðar framførslu og
venjingarumstøður, og
virkað verður fyri at musik
kskúlin fær tíðarhóskandi
karmar at virka undir.
Orðaður verður ein ítrótta
politikkur, sum stingur út í
kortið ætlanir fyri ítrótta
ligar karmar og mál í
kommununi. Kommunan
eigur at stuðla øllum menn
andi ítróttar og frítíðarvirk
semi og øllum feløgum
verða veittir somu
møguleikar.
Tekur tú undir við hesum
sjónarmiðum, velur tú
Lista E á býráðsvalinum
11. november. X við E.
Reint umhvørvi og blómandi mentan
varaborgarstjóri
Jógvan arge
Børn við serligum tørvi eru
slept upp á fjall hjá Tórs
havnar kommunu og frá
almennari síðu, tá ið talan
er um frítíðrskúlatilboð.
Ja, vit hava ein stóran
trupulleika á økinum. Tí
tað er einki kommunalt
frítíðarskúla tilboð fyri
børn við serligum tørvi
eftir 2. flokk. Heldur ikki,
fylgja tilsvarandi játtan við
og hølisviðurskiftini á øki
num eru sera vánalig.
Hetta er ein neyðloys frá
almennar síðu.
Sum er nú er, hava børn
ikki krav upp á kommunalt
frítíðartilboð aftan á 2.
flokk, hetta er eisini gald
andi fyri børn við serligum
tørvi, her vísur Almanna
stovan til høluni hjá Javna í
Gundadali. Har eru, sum
eg havi skilt, einans børn
við diagnosu innan ADHD/
DAMPøkið. Her eru øll
børnini í sama frítíðarskúla
høpi. Talan er um børn við
autismu og børn við øðrum
trupulleikum.
Javni ger eitt gott arbeiði:
Men lat meg sláa tað rimm
ar fast, at Javni og tey
starvsfólkini, sum har
arbeiða gera eitt gott
arbeiði. Men tað er ikki her
í eg rætti fokus, so er tað
komið upp á pláss. Eg eri
meira eftir, hvussu ið tað
almmenna og Tórshavnar
kommunan raðfesta børn
við serligum tørvið.
Hoyvíkar skúli-og
frítíðarskúli
Hoyvíkar Skúli hevur gott
orð á seg sum ein frálíkur
skúli, ið ger eitt gott
arbeiði, fyri teir veiku
næmingarnar. Hetta er
eisini galdandi í Frítíðar
skúlanum í Hoyvík, har
sera væl útbúgvið fólk
tekur sær av børnum við
serligum tørvi, men her
skal meira til.
Ov lág játtan til betri
karmar
Her fylgir eingin fíggjarlig
játtan til betring av karm
unum, sum er eitt krav, um
tú skalt hava ein munagóð
an kvalitet á økinum.
Sjálvt um, Tórshavnar
kommuna, roynir, at fylgja
við, er støði ikki gott nokk
í dag. Nej, her er nógv eftir
til at støði skal vera betri.
Øll hava ymiskan tørv
Foreldur skríggja um hjálp
og um betri fagligt inni
hald, fagligt støði og betri
karmar, etc, men einki
hjálpir. Øll serbørn vera
bólkaði sum tey eru eins
og hava sama tørv. Tú mást
hyggja, at tí einstaka barni
num og øll børn hava jú
ymiskan tørv. Tað eru alt
ov nógvar fyribilsloysnir á
økinum, hvat við at finna
eina verandi loysn.
Eg eri troyttur av
fyribilsloysnum
Nej, her vantar, yvirornað
politisk stev, har bæði
kommunalir og landsinds
myndugleikar, síggja veru
leikan í eyguni, og steðga,
alt sum eitur fyribilsloysir.
Eg eri troyttur, av øllum
hesum fyribilsloysnum á
hesum økið.
Børn og avvarandi eru
gíðslar
Nej, lat okkum fáa skil
uppá hetta økið, við at
útbyggja verandi karmar í
Frítíðarskúlanum í Hoyvík,
har pláss vera til børn við
serligum tørvið, heilt upp
til 4til 5 flokk. Ella gera
ein nýggjan bygning, sum
loysir trupulleikan, og har
við fjerna vit fyribilsloysn
ir. Tí tað eru børn og for
eldur sum í seinasta enda,
eru gíðslar í hesum málið.
Hetta er ein tvørpolitisk
avgerð:
Her krevs ein tvørpolitisk
avgerð um, millum land og
kommunu, har eg haldi, at
hetta økið skal yvirtakast
og har Tórshavnar komm
una, fær fulla ábyrgd á
økinum og tað fíggjarliga
fylgjur við.
Vel Levi Mørk, eg eri
nakað fyri øll.
Børn við serligum tørvi eiga ongan góðan!
Levi mørk
viðmerkingar