Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 208 - 29. oktober 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Myndin er tikin av nøkrum næming­ um í skúlagarðinum í 1927. Aftara rað: Sigmund Hoydal, Eigil Christiansen (seinni Leyni), Leynar, og Mikkjal Helmsdal. Fremra rað: Mourits Rubeksen (fremst), Th. Pauli Christiansen (Palli), Jákup Olsen (Aggeba, hjá Olaf í Fútastovu), Eilif Joen­ sen (hjá Jakki við Stein), ókendur, og Havgrímur Johannesen. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjals­ dóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 271). Realskúlamynd frá 1927 Andlát og jarðarferðir Anna Kristina Dam Schultz, ættað úr Vest­ manna, búsitandi í Albertslund, andaðist mikudagin 22. oktober, 73 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Glostr­ up kirke leygardagin 1. november klokkan 12.30. Linda Sandø Wils Poulsen, kona Petur Olaf Poulsen, vanliga nevndur Pidde, fer til gravar úr Gilleleje kirkju hósdagin 30. oktober klokkan 15. Andlát og jarðarferðir Dagurin 29. oktober. Narcissus, deyður ár 222. Hevur helst verið av grikskari ætt og gjørdist 30. biskupurin í Jerusalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá hann doyði. TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Leygarkvøldið 29. november 2008 bjóðar Five Star Entertain­ ment til jólakonsert við heims­ kendu svensku Carola. Konsertin verður í Havn, í ítróttarhøllini í Hoyvík. Carola fer í november og desem­ ber á jóla­konsertferð í Norður­ londum og er tað í hesum sam­ bandi, at hon eisini leggur leiðina til Føroyar, og verður konsertin í Føroyum tann fyrsta á konsert­ ferðini. Sangirnir hon fer at framføra spenna heilt frá hennara egna lagi »Himlen i min famn« og til vælkendar jólaslagarar sum »Nu tändas tusen juleljus« og »Drummer Boy«. Sum tann lívsglaða og spontana sangarinnan hon er, kunnu vit rokna við, at hon eisini bjóðar føroysku børnunum upp á pallin at taka lut í framførsluni. Kapellmeistari verður Pelle Ankarberg, ið eisini fer at sita við flyglið. Við sær á ferðini hevur hon eisini gospelkórið By Grace. Umframt Føroyar hevur Carola konsertir í Svøríki, Noreg, Finn­ landi og Danmark. Konsertin verður í ítróttarhøllini í Hoyvík leygarkvøldið 29. nov­ ember 2008 kl. 20.00. Konsertin er stuðlað av Eik og Atlantic Airways. Atgongumerkini kosta 375,­ kr. og verða frá fríggjadegnum 31. oktober 2008 seld á internetinum, umvegis heimasíðu okkara www. fivestar.fo. Meiri verður at frætta um hetta seinni. Konsert við Carolu í Norðurlandahúsinum Lesið -so eru tit við! Bogi Andreasen frá Five Star Entertainment, ið skipar fyri konsert við svensku Carolu