mikudagur 29. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 208 • 28. okt. 2008
12. partur
Á veg í kríggj og
deyða
Vit vóru tvær frá missiónsstøðini í
Geresse niðri í Dembele og vaksin
eraðu smábørn og barnakonur.
Hesa ferð vóru vit saman við
teimum, sum arbeiddu á klinikkini
hjá tí almenna. Í Dembele eru tvær
bygdir. Tað tekur ein tíma at ganga
millum tær.
Vit býttu okkum sundur, so vit
fóru í hvør sína bygd. Tískil fingu
vit vaksinerað nógv fólk móti
difteri, kikhosta, stívkrampa,
meslingum og tuberklum.
Ein dagin hoyrdi eg dun av bili
og kristiligum sangi. Eg fór út
og sá ein lastbil koyra framvið
á veg til Arba Minch fullan av
syngjandi ungdómi. Tey søgdu
mær, at hetta vóru ungir menn,
sum vórðu sendir í kríggj móti
uppreistrarmonnum norðuri í
landinum. Men útlitið fyri hesar
ungu menn var ikki gott. Nógvir
vóru blaðungir dreingir, sum ikki
høvdu nakra sum helst útbúgving
ella royndir sum hermenn. Teir
skuldu berjast móti royndum
uppreistrarmonnum.
Summir av teimum vóru trúgv
andi og sungu kristnar sangir. Hinir
tóku so undir við niðurlagnum.
Songurin hoyrdist eina løtu,
meðan koyrt varð oman brekkuna,
men so kámaðist hann burtur.
Nógv vóru tey, ið grótu hendan
dagin, tí tey máttu lata menn
og synir fara í krígg vitandi av
royndum, at fáur ella eingin kom
aftur á lívi. Men tað var ikki loyvt
at syrgja. Tað var ein æra at geva
lívið fyri landið!
Jóhannes og Jákup
mundu eisini enda á
slagmarkini
Jákup og Jóhannes kundu eins
væl eisini fingið hesa lagnu. Teir
vóru báðir farnir til Addis Abeba
at fáa sær arbeiði. Har komu
teir at búgva hjá eini gamlari
konu. Teir búðu í einum lítlum
tilbygningi til hús hennara.
Tá hendi tað, at hermenn gingu
hús úr húsi, har teir vistu, at ungir
dreingir hoyrdu heima, at noyða
teir í hertænastu. Teir komu inn
til hesa konuna og spurdu, um
tað ikki búðu tveir dreingir har?
Jú, tað kundi hon bara vátta.
Men hvar vóru teir? Nei, tað visti
hon ikki. Hermenninir fóru so
at leita. Teir fóru í hvørt skot og
hugdu alla staðni, har nakar kundi
hugsast at krógva seg. Men – tað
má hava verið einglavernd – teir
fóru ikki at leita í tilbygninginum,
har dreingirnir vóru.
Teir vaknaðu sjálvir av hundi
num í húsinum, sum fór at
goyggja, tá ið hermenninir komu
á dyr. Teir hoyrdu eisini hjartkiptir,
hvussu leitað varð eftir teimum.
Men teir kundu bert halda seg
kúrrar.
Morgunin eftir sluppu teir sær
til rýmingar. Teir høvdu so avgjørt
ongan hug til at fara í nakað
kríggj. Teir búðu eina tíð hjá
prestum í Mekane Yesus kirkjuni,
sum vit kendu.
Grøvin vísti talið á
dripnum
Jarðarferðarsiðir eru so ymiskir.
Í Konso plagdu vit at ganga eftir
gøtu, sum gekk gjøgnum ein
stóran akur. Kornið vaks høgt
báðu megin við. Á akrinum vórðu
fólk jarðað. Her kundu vit síggja
heidningagravir, sum vóru prýddar
við myndum, sum vístu, hvussu
nógvar mans hesin maður drap,
meðan hann var á lívi. Hesin var
hildin at vera ein hetja. Honum
hevur tí verið sýndur tann heiður
at fáa ein slíkan minnisvarða á
grøvina.
Tað er ikki altíð, at tað verður
gjørt so nógv burturúr tí sjónliga
eftirmælinum sum í hesum førin
um. Seinni kom ein kristin kirkju
garður, sum hoyrdi til kirkjuna.
Jól og páskir í Etiopia
Í Etiopia verður tann gregorianski
kalendarin brúktur. Tí er neyðugt
hjá okkum at hava tveir álmanakk
ar. Árið byrjar við 1. Meskerem,
sum er 11. september. Hesin
dagur er lættur at minnast!
Í november hava teir triðja
mánaðin, nevndur Hidar, og teirra
árstal er átta og eitt hálvt aftaná
okkara. Teir eru nú í ári 2001.
Jólini eru 29. Tahisas, sum er
fjórði mánaður. Hjá okkum er
hetta 7. januar. Um hesa tíðina
er turt og sólin skínur uppá tað
heitasta.
Tey, sum hoyra til koptisku
kirkjuna, halda jól á tann hátt,
at farið verður í kirkju út móti
midnátt jólaaftan, og verða tey
Elsa Jacobsen:
Synirnir bjargaðir frá slagmarkini
- blivu gøtumenn
Kollveltingin er á fallandi fót. Jákup og Jóhannes verða sum við einum undri bjargaðir frá nærum vissum deyða.
Lyftini um eitt betri lív fyri fólkið hava víst seg at vera virðisleys. Stýrið er í trongum skóm av uppreistri norðuri í landinum,
og 21. mai 1991 rýmir leiðarin Mengistu Haile Mariam av landinum. Hesa søguligu tíð upplivdi Elsa frá byrjan til enda
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Jákup vm og Jóhannes sluppu sum við einum undri undan at verða sendir í kríggj og nærum tann vissa deyðan. Nú
búgva teir í Norðragøtutúni. Her eru teir framvegis í Etiopia í 1995
Gravprýði. Hesin maðurin hevur verið ein brandur! Her sæst, hvussu mongum
monnum hann hevur verið at bana