Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 208 • 28. okt. 2008 verandi til morgunin eftir. Bæði jól og páskir eru bert ein dag móti tveimum hjá okkum. Eg havi vitjað onkra av teirra kirkjum í Addis Abeba jólanátt. Tað, sum ein fyrst leggur til merkis, tá ið ein nærkast kirkjuni er, at fólk, sum fara í kirkju, fyrst boyggja seg fyri kirkjuni, og síðan kyssa durastavirnar, áðrenn tey fara inn. Í fleiri av kirkjunum eru eingir beinkir at sita á, so fólkið situr á gólvinum. Summi práta lágmælt saman, meðan onnur liggja innballað í teppinum hjá sær og sova. Hetta er jú á náttartíð. Gudstænastan er bert liturgisk, og tað er eingin prædika. Nýtt hevur verið eitt deytt mál, Geez, sum bert prestarnir skilja. Nú verður amarinja eisini nýtt. Prestarnir standa fyri altarinum og messa og fara av og á út millum fólkið reiggjandi við roykilsiskerum. Ungir menn, sum eru diakonar í kirkjuni, ganga eisini runt við bíbliuni og lata fólk kyssa hana. Tey evangelisku kristnu halda jól á tann hátt, at farið verður í kirkju jólamorgun. Seinni um dagin vitja tey hvønn annan og ynskja gleðilig jól. Tá fæst eisini ein biti. Tíðliga, áðrenn tað lýsir fyri degi, ganga tey ungu við ljósum í hondunum húsanna millum og syngja jólasálmar. Hetta er ein vakur siður. Her kann skoytast uppí, at koptiska kirkjan heldur føstu í sjey vikur undan páskum, sum eisini vanliga er eina aðra tíð enn hjá okkum. Tey eta tá einki, sum er av djórum, so sum kjøt, smør, mjólk og egg. Páskirnar verða so hildnar sum ein matveitsla. Páskanátt um trý tíðina er loyvt at byrja at slakta. Tá verður matgjørt og fólk vitja inn til hvønn annan, og alla staðni verður matur settur á borðið. Mong oveta seg á páskum, og tað var ikki óvanligt, at fólk tessvegna gjørdust sjúk og komu higar til sjúkrahúsið at fáa hjálp. Tað er nógv, sum hava tikið sær hendan matsið fyri, sjálvt um tey annars einki hava við kristindóm at gera. Hetta er sum við jólahaldi um okkara leiðir. Gudstænastur verða hildnar í koptisku kirkjunum páskanátt og út á morgunin. Ein onnur lagna: Roba fekk lívið aftur Aftaná eitt møti í eini bygd í Konso kom Doris leiðandi við eini umleið 10 ára gamlari gentu, sum hon hevði borið eyga við millum børnini. Vit fingu at vita, at hon kallaðist Roba, sum merkir regn á konsomáli. Hon sá ógvuliga sjúk út og var eisini klæntraslig. Umframt tyktist høgri armur at vera lammaður, og hon dró høgra bein, tá ið hon gekk. Vit spurdu, hvar hon búi. Hon kundi ikki tala vegna sjúkuna. Tískil gav hon bert ljóð frá sær og peikaði tann vegin, har hon búi. Hon gav tekin um, at vit skuldu fara við henni, og vit fóru aftaná. Foreldrini komu út, tá ið vit nærkaðust smáttuni. Tey sóu eisini sjúk út. Øll trý komu við á klinikkina. Tað vísti seg, at tey øll høvdu tuberklar umframt, at Roba hevði havt barnalammilsi. Foreldrini komu til dagliga viðgerð, meðan Roba var innløgd. Hon hevði ongan matarlyst at byrja við. Men sum frá leið fór at ganga framá. Roba var á klinikkina um somu tíð sum Orkaydo, sum fyrr er skrivað um. Vit royndu eisini at læra hana at tosa, og hon kom at klára seg í tí dagliga. Í 1999 hevði hon hoyrt, at eg skuldi koma á vitjan. Hon var fleiri ferðir komin á missiónsstøðina at spyrja eftir mær. Men tað eydnaðist okkum tíverri ikki at hittast. Eg havi frætt, at hon er gift og hevur fingið eitt barn. Hetta er sera týdningarmikið at kunna fáa børn, sum kunnu taka sær av einum, sum frá líður. Tað verður mett sum ein vanlukka hjá gentu ikki at blíva gift og ikki at kunna fáa børn. Fólk kundu ikki skilja, at eg ikki sjálv var gift. Tey hildu, at eg mátti vera rýmd frá manninum! Negash kom aftur á leiðina Her er enn ein søga um, hvussu kollveltingin kundi ávirka ein skilamann. Negash var lærari í skúlanum, sum missiónin rak tey fyrstu árini, eg var í Konso. Kona hansara æt Birke. Dámlig fólk bæði tvey. Tey fingu fleiri børn, sum fingu útbúgving og álitisstørv ymsa staðni í landinum. Eg minnist serliga tey elstu Alemayehu, Aweke og Girma og gentuna Amharec. Tey spældu saman við íslendsku børnunum í Konso. Íslendingar høvdu ábyrgdina av missiónsstøðini í Konso, tey 10 árini eg var har. Síðan fingu tey ein drong, sum tey kallaðu Belete. Tá ið hann var fimm ár, datt hann eftir høvdinum niður á eitt sementgólv og fekk heilaskaða. Vit sendu hann til sjúkrahúsið í Addis Abeba. Men har var eingin hjálp at fáa. Belete bleiv brekaður. Hann kundi ikki siga eitt orð ella eta sjálvur. Hann gekk ofta beint fram uttan at ansa sær, so hann var strævin at hava heima. Møguleikar fyri at sleppa á stovn vóru eingir. Tey vóru so serliga góð við hann. Tað er als ikki vist, at tey høvdu latið hann farið á stovn, um tey høvdu møguleikan. Eg kom at verða nær knýtt til teirra vegna sjúka sonin. Tá er tað, at kommunisman kemur við hennara ágangi móti kristindóminum. Nógv kristin vóru ávirkað av hesum. Millum hesi var tíverri Negash. Hann var ein evnaríkur maður. Eina tíð fekk hann leiðandi starv á høvuðsskrivstouni hjá flokkinum í Konso. Seinni var hann eitt skifti umsjónarmaður við sjúkrahúsið í Arba Minch. Fongslaður fyri “skeiv” kommunist­ isk sjónarmið Eg var heima í Føroyum, og tá ið eg kom aftur, fór eg til Arba Minch at arbeiða. Her frætti eg, at Negash var fongslaður av politiskum orsøkum. Hann var eftir øllum at døma vikin frá “røttu” politisku læruni. Eg vitjaði konuna Birke. Belete var nú vaksin, men annars var støða hansara tann sama. Her vóru fleiri bilar enn í Konso. Tí hevði mamman meira ampa av honum nú. Eg vitjaði onkuntíð Negash í fongslinum í Arba Minch. Her vóru viðurskiftini alt annað enn góð. Møguleikarnir fyri at samtala vóru lítlir og eingir. Úti í fongsulsgarðinum stóð eitt ógvuliga breitt og høgt borð. Tað rakk næstan upp undir høkuna á mær. Vit skuldu so standa hvør síni megin borðið og tosa saman. Eg fekk í hvussu er sagt: “Negash, tú veitst vegin. Vit biðja fyri tær.“ Hann takkaði fyri, at eg var komin. Hann sat framvegis í fongsli, tá ið eg fór heim aftur til Orkaydo v.m. saman við Roba. Tvær av lagnunum í Etiopia, sum Elsa hevur greitt frá Smátturnar vóru ymiskar frá landsparti til landspart. Hetta er í Sidamo, í Yirgalem økinum, har Elsa eisini arbeiddi Hesin maðurin reisti seg eftir eitt møti í Konso og takkaði trúboðararnar fyri, at teir vóru komnir til teirra. Frammanundan doyðu børn teirra í hópatali uttan hjálp. Eingin skúli var heldur. Men nú var alt hetta broytt