Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 • 28. okt. 2008 MIÐvIkaN 23 Føroya í 1992. Í 1999 var eg aftur í Etiopia og ferðaðist. Tá var Negash sloppin úr fongslinum nøkur ár frammanundan. Eg hitti hann á missiónsstøðini í Gidole, har hann nú var stjóri á sjúkrahúsinum. Tað var kenslu­ borið at hitta hann aftur. Hann var nú komin inn aftur á vegin og átti lívið í Gudi. Hann segði, at tann besta tíðin í lívinum var, tá ið vit øll vóru saman á missiónsstøðini í Konso. “Eg lat meg tøla av øllum hesum nýggja, sum sá so lokkandi út og kastaði trúnna fyri borð. Hvat fekk eg so fyri alt hetta, sum eg vavdi meg uppí? Einki uttan vónbrot.” Hann segði mær annars, at Belete var deyður, gott tredivu ára gamal. Hini børnini vóru væl fram­ komin. Amharech var lærari. Alemayehu var flogskipari. Aweke og Girma høvdu eisini høga útbúgving. Birke búði tá í Addis Abeba saman við yngstu børnunum. Negash ferðaðist ímillum. Tíverri hitti eg ikki Birke tá. Ófriðurin breiðir seg Vit eru komin til marts 1991. Vit høvdu tað gott her í Arba Minch, hóast ófriður var ymsa staðni í landinum. Støðan í landinum var ikki góð. Hópur av ungum fólki varð sent í bardagan. Hungursneyðin norðuri í landinum stóð við, og summa staðni her suðuri minkaði maturin eisini. Regntíðin skuldi av røttum byrja í februar, men enn hevði lítið regn verið. Eitt ringt slag av malaria hevði gingið, so sjúkrahúsið var yvirfylt. Hetta slagið av malaria setir seg á heilan, sum er eitt tann ringasta slag av malaria. Summi komu ov seint til viðgerð. Tey flestu fingu tó hjálp. Tað regnaði eitt sindur tveir dagar seinast í marts. Vit vónaðu, at regnið fór at koma nú. Ein sjúkrasystir úr Konso var á vitjan. Har var støðan alt ann­ að enn góð. Eini 60 børn lógu uttanfyri klinikkina, sjúk og illa í holdum. Tey høvdu býtt út mat í seinastuni, men nú var einki eftir at býta út. Hon kom higar til Arba Minch fyri at tala við myndugleikarnar um støðuna í Konso. Hon segði, at fingu tey ikki hjálp skjótt, fór at verða illa vorðið. Uppreisturin í Eritrea Ein partur av søguni um Etiopia snýr seg um Eritrea. Hetta lítla landið liggur úti ímóti Reyða Havinum. Tað hevur í mong ár verið ein partur av Etiopia, og var eisini einasta samband, sum Etiopia hevði við havið. Í 1952 fekk Eritrea støðu sum ein sjálvstýrandi landspartur í Etiopia. Men í 1962 verður hetta sjálvstýrið afturtikið. Hetta førdi til ein 30 ára frælsisbardaga. Tann 24. mai 1991 høvdu uppreistrar­ menninir fingið fult vald á Eritrea. Óteljandi vóru tey, sum lótu lív í hesum stríðnum í Eritrea øll hesi árini. Nógvar einkjur og faðirleys vóru hjá báðum pørtum. Tað gongur afturá við kollveltingini Eitt stýri, sum hetta, kundi ikki annað enn fáa ein bráan enda. Terrorvirksemið gjørdi sjálvsagt sítt. Nógv merktu hetta, og hetta skapti eisini mótstøðu í fólkinum. Tað vóru nógv føgur orð frá byrjan av um, hvussu alt skuldi umskipast til tað besta til gagns fyri fólkið. Men tað var skjótt, at megin­ parturin av fólkinum bert kundi ásanna, at batar vóru eingir. Var tað nakað, var tað hinvegin. Upploysingin av Sovjet steðgði bæði hernaðarligu og búskaparligu hjálpini til landið. Í 1987 fer rættuliga at ganga framá hjá uppreistarherinum í Eritrea. Í desember taka teir býin Af Abed og 18.000 etiopiskar hermenn til fanga saman við einum hernaðarleiðara og trimum sovjetiskum ráðgevarum. Samstundis tók frælsisfylkingin í Tigray, sum er grannalandspart­ ur til Eritrea, týdningarmiklar býir sum Wukro, sum var miðstøð fyri hjálpina til tey hungrandi. Hesar báðar rørslur komu tískil at stríðast í felag móti stjórnini. Í 1989 var tað um reppi, at tað ikki varð framt eitt kvett. Men tað eydnaðist tá Mengistu at forða fyri hesum. Seinast í 1980­unum fór 60% av fíggjarlógini til hernaðarútreið­ slur, og landbúnaðarframleiðslan var minkandi. Hetta gjørdi ikki støðuna hjá fólkinum mætari. Amerikanski forsetin Jimmy Carter tók stig til at fáa samráð­ ingar millum partarnar. Uppskot var eisini um eina fólkaatkvøðu um framtíðina hjá Etiopia, men hetta varð avvíst av Mengistu. Etiopia nærkaðist Ísrael. Meng­ istu var áhugaður fyri hernaðar­ hjálp frá Tel Aviv móti at loyva 17.000 etiopiskum jødum at fara til Ísrael. Í Eritrea og Tigray versnaði støðan hjá milliónum av menniskj­ um, eftir at turkur hevði minkað kornskurðin við nærum 80%. Bøðilin Mengistu rýmir av landinum Orsakað av broytingunum í kommunistiska heiminum í 1990 avgjørdi stjórnarflokkurin at broyta navn til Demokratiski Flokkurin fyri eind Etiopiu. Uttan at uppgeva einarættin til valdið, slepti flokkurin marxist­leninismuna og heitti á allar etioparar um at koma uppí flokkin, eisini limir í andstøðuni. Stjórnin avgjørdi eisini at seta í verk blandingsbúskap við statsdrivnum virkjum, samvinnu­ virkjum og privatum virksemi. Hetta var ikki nóg mikið til at kyrra fólkið. Tað gekk støðugt eftir hæli hjá stjórnarherinum, hóast hann var nógv størri enn uppreistarherarnir. Tað var greitt, at kommunistatíðin nærkaðist endanum, men eingin hevði roknað við, at tað skuldi fara at ganga so skjótt. So frættist tann 21. mai 1991, at Mengistu var flýggjaður til Zimbabwe. Hesin dagur er nú tjóðardagur í Etiopia. Tann 400.000 mans stóri herur­ in fór í upploysn. Hetta var byrj­ anin til rættuligan ruðuleika, tí eingin hevði longur kommandoina yvir hermonnunum. Uppreistrar­ herurin kom við stórari ferð móti Addis Abeba, og 23. mai vóru teir bert 20­30 km uttanfyri býin. Tá sá tað út, sum um teir steðgaðu á. Tað ljóðaði, at amerikanarar løgdu trýst á uppreistrarmenninar at fáa teir at steðga, til samráð­ ingar høvdu verið millum stjórn­ ina og uppreistrarmenninar tann 27. mai. Hóast amerikanskar áheitanir nærkaðust uppreistarmenninir Addis Abeba. Nógvir heryvirmenn og stjórnarfólk flýggjaðu suðuryvir. Vaktarhaldið hjá kommunistisku stjórnini við eftirlitsstøðirnar varð skerpað. Flýggjandi hermenn vóru avrættaðir. Hesa lagnu fekk enntá ein generalur. Tað vóru heryvirmenn, sum vórðu tiknir við 100.000 dollarum í lummanum. Stóra standmyndin av Lenin í Addis Abeba varð koppað og smildrað í smápetti. Fólk vóru so uppøst inn á kommunistarnar, at fólk løgdust enntá á fundamentið við sleggjum. Kommunisman syngur sítt seinasta vers Støðan var álvarsom. Mótstøðu­ menninir hjá kommunistisku stjórnini stóðu rundan um høvuðsstaðin varð sagt. Hann, sum ráddi fyri borgum, rýmdi av landinum. Fólk vóru spent at vita, hvat nú fór at henda. Fleiri ferðir var fólkinum álagt gjøgnum útvarpið at koma saman í kirkjum og samkomum til bønar­ hald fyri støðuni í landinum. Neyðin var stór. Tað var stór hungursneyð víða hvar í landinum. Í krígsøkinum var torført og ofta ógjørligt at koma teimum neyðstøddu til hjálpar við mati, klæðum og heilivági. Tí doyðu nógv í hungri ella av sjúku. Uppreistarmenninir opnaðu allar vápnagoymslur. Øll fingu sær skotvápn, byrsur og lóður. Tey brúktu tað, sum tey vildu. Hesa tíðina var eg á sjúkrahús­ inum á Arba Minch. Eg minnist hendan avgerandi dagin. Vit lurtaðu í útvarpinum. Hetta var sera spennandi, tí teir nærkaðust meira og meira Addis Abeba. Eg var yvirsjúkrasystir og var einsamøll eftir á sjúkrahúsinum. Øll hini starvsfólkini vóru rýmd. Tey vóru farin heim at verja síni egnu heim. Tað var einki at siga til tað í hesum ruðuleikanum. Har lógu sjúklingarnir og trongdu til hjálp. Eingin var at arbeiða. So kom ein genta. Hon spurdi, um hon ikki kundi fáa frí av hesi orsøk. Eg spurdi hana, um hon ikki kundi koma at vera náttarvakt, so skuldu vit báðar sita uppi hjá sjúklingunum hesa náttina. At enda fekk eg yvirtala hana til tað. Tá ið tað byrjaði at myrkna, fór at skjóta í býnum. Skotini komu nærri og nærri, men eg havi ongantíð følt meg tryggari. Eg føldi, at eg var í Guds hondum. Men henda gentan var bebbarædd og var ikki til nakra hjálp. Hon segði, at teir koma, og teir skjóta meg. Eg segði, at henni nýttist ikki at vera í hvítum kitli. Hon kundi fara í síni gerandisklæði. Hetta hjálpti eitt sindur, men framvegis gekk hon og smágræt. Tað endaði við, at eg bað hana fara inn í eitt rúm at leggja seg. Eg gekk so einsamøll runt á stovurnar, og so fór tað at oysregna. Ljósið fór, og tað var bølamyrkt. Stovurnar vóru stórar. Ein var til 24 sjúklingar og ein til 16 sjúklingar umframt aðrar smærri stovur. Eg setti kertuljós so nógva staðni, sum tað var møguligt, so vit ikki vóru púra óhjálpin. Eg royndi at ugga sjúklingarnar og segði, at vit vóru í Guds hondum, og hann skuldi varðveita okkum. Skotini hildu áfram til móti morgni. Onkur segði mær, at teir høvdu ætlað at koma til okkara, men hetta hevur so verið slept. Hvussu var og ikki, tá tað var avhasað funnu vit eina kúlu, sum var komin niður gjøgnum takið og beint við songini hjá einum sjúklingi. Esmar, beiggi Elsu, aftaná eitt møti í Gidole í 1978 Íslendski læknin Jóhannes Ólafsson og fyrra kona hansara Aslaug við teirra seks børnum. Elsa arbeiddi nógv saman við teimum í Gidole og Yirgalem. Aslaug doyði í 1986