Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 208 • 28. okt. 2008 Tað hendi meira enn so, at bæði slangur og skorpiónir komu inn í húsini, har vit búðu. Ein seinnapart eg hevði frí í Konso, tók eg mær fyri at rudda upp í bløðum og pappírum, sum lógu inni í sovikamarinum. Eg tók ein stóran bunka, setti meg í ein djúpan stól í stovuni og legði alt á knøini. Eg hevði sitið eina góða løtu og skilt frá tað, sum skuldi koyrast burtur frá tí, sum skuldi goymast. Knappliga nart hondin við nakað kalt og klamt. Eg reageraði í stundini og kastaði bunkan á gólvið við einum skríggi. Jú, har kom slangan, sum hevði ligið samanballað millum bløðini, krúpandi og fór inn undir teppið, sum lá undir borðinum. Gentur, sum vóru staddar uttanfyri, komu inn, tá ið tær hoyrdu rópið, at vita hvat ið var áfatt. Tær fingu tikið lívið av slanguni. Eg var sjálvsagt eitt sindur skelkað aftaná. Bara hugsanin um, at eg hevði sitið við henni í fanginum var ræðandi! Hvussu leingi hon hevði verið inni í kamarinum veit eg ikki. Eg minnist eina aðra ferð, tá ið eg arbeiddi á sjúkrahúsinum í Arba Minch. Eg kom frá arbeiði, og tað var myrkt. Eg lat hurðina upp inn til verandain í húsinum, har eg búði. Tá datt okkurt niður í høvdið á mær. Ljósperan lýsti, og eg sá, at hetta var ein slanga. Hon hevði ligið á sillini omanfyri hurðina. Eg rópti á vaktmannin, sum var nærindis. Hann kom og tók lívið av slanguni. Eg havi uttan iva aðrar tíðir eisini verið í vanda av slangum uttan at vita av tí, tá ið eg gekk úti um kvøldið. Onkur segði skemtiliga: “Tú sært ikki slangurnar fyrr enn tær koma uppí fangið ella tær detta í høvdið á tær.” Men sum tað stendur í skriftini: “Einki ilt skal tær henda, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi, tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. Tú treður á slangur og ormar. Sálm. 91.” Meðan eg arbeiddi í Arba Minch hendi tað eitt kvøldið, eg kom niðan á sjúkrahúsið, at tey beint tá høvdu sæð eina stóra slangu inni á gongini á føðideildini. Tey sóu hana fara út og inn millum trøini. Stutt eftir hoyrdist eitt andskræmiligt skríggj. Tá hevði slangan tikið lívið av einum hundi. Vit ringdu niðan á politistøðina. Tveir politistar komu við byrsu fyri at skjóta hana. Teir funnu slanguna. Annar politisturin lýsti í eyguni á henni við eini lummalykt fyri at blenda hana, meðan hin skjeyt. Hon fór við fullari ferð longur inn millum trøini. Teir sóu hana ikki aftur tá, men morgunin eftir var hon funnin deyð. Skotið var farið gjøgnum høvdið. Hetta var ein kvalaraslanga, sum var 3,75 m long. Anna systir mín var beint tá komin á vitjan úr Føroyum. Eg tók eina mynd av henni meðan hon helt slanguni. Nu var hon ikki vandamikil longur. Skorpiónir vóru stundum funnar inni millum samanløgd klæði í skápinum. Tað kann vera vandamikið at verða bitin av skorpión. Hetta er eisini sera pínufult. So var tað fýrføtlarnir, sum mær heldur ikki dámdi. Teir runnu upp eftir vegginum um náttina, og duttu niður í songina. Ein lá undir koddanum ein morgunin, eg vaknaði. Eisini vóru tað kamelónir, sum kunnu skifta lit eftir umstøðunum. Tær hava stór eygu og minna um krokodillur. Tær verður ein heldur ikki góður við. Slangur og skorpiónir Stríðsvognar koyra inn í Addis Abeba í 1991 Eftir at hava hingið uppi í 17 ár verður eldur settur á Marx, Engels og Lenin Anna, systir Elsu, við slanguni, sum er umrødd í greinini. Nú er hon púra vandaleys Teir hava so verið nær, og vit hava verið í vandaøki, men eg ivist ikki í, at Gud hevur sett einglavakt um okkum, sum vit annars høvdu aðrar royndir við. Tað sum síðan hendi Eftir at Mengistu rýmdi, tók varaforsetin Tesfaye Gabre Kidane við. Hann varð roknaður fyri at vera ein av teimum meira hógligu. Hann skipaði eina fyribils­ stjórn, sum skuldi samráðast um vápnahvíld við uppreistrar­ menninar í Eritrea. Stjórnin luttók í samráðing­ ingum við uppreistarbólkarnar í London undir norðuramerikanskari leiðslu. Endamálið var ein avtala sum kundi forða borgarakríggi. Seinast í mai legði Tesafaye Gabre Kidane frá sær, samstundis sum uppreistarherurin tók valdið í Addis Abeba. Tann 36 ára gamli leiðarin Meles Zenawi gjørdist fyribils forseti, inntil tað kundi haldast ein fleirflokka ráðstevna um framtíðina hjá landinum. Hann lovaði samstundis at fáa steðgað borgarakrígnum og at fáa enda á hungursneyðini. Tríggjar mánaðir seinni varð tingið aftur virkið, og ein nýggj stýrisskipan varð samtykt. Meles Zenawi pliktaði seg at skipa fyri nývali innan eitt ár. Samstundis lovaði forsetin at halda tær fíggjarligu skyldur undanfarna stjórnin hevði tikið á seg. Eisini vildi hann virða viljan hjá fólkinum í Eritrea. Stutt eftir var fólkaatkvøða, sum váttaði viljan hjá fólkinum til sjálvstøðu. Útrokningar vístu, at ein millión etioparar vóru svøltaðir í hel undanfarnu 20 árini. Ein onnur millión hevði verið noydd at rýma til grannalondini. Fyribilsstjórnin bant seg til at seta í verk marknaðarbúskap, at stuðla landbúnaðarframleiðsluna og at minka um fátækradømið innan fyri karmarnar av eini 5 ára ætlan, sum var samskipað av ST felagsskapum og heimsbankanum. Komandi partur Í komandi og seinasta part í hesi røð verður greidd frá Taddewos. Hann mundi blivið offur fyri gudjimenn, sum mugu drepa mann ella leyvu fyri at kunna roknast fyri at vera rættur maður og kunna giftast