Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 208 - 29. oktober 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Nýtt gólv á Hálsi Tá talan er um altjóða karmar til hondbólt, eru Føroyar ikki veruliga kom­ nar á kravda støðið. Ein broyting í hesum er tó, tá landsdysturin í kvøld verður spældur. Í sam­ starvi við Tórshavnar Kommunu hevur nevnliga eydnast HSF at fáa nýtt gólv til høllina á Hálsi. Talan er um gólv, sum ein­ víst er merkt til hondbólts­ dystir, og har aðrar strikur tí ikki eru á gólvinum. -mørk Dia verður eygleiddur Tá hondbóltslandsliðið spælir móti Serbia, hevur landsliðsvenjarin tvey eyka eygu vend móti sínum avriki. Dia er nevnliga í ferð við at taka donsku Master Coach­venjaraútbúgv­ ingina, og í hesum sam­ bandi er Ole Eliasen nú í Føroyum og fylgir Dia. Ole Eliasen er eitt av heilt stóru hondbóltsvenj­ aranøvnunum í Danmark. Hann hevur staðið fyri fleiri útgávum um hond­ bóltsvenjing, og er eisini ein av føstu eksaminator­ unum og ráðgevunum hjá Danska Hondbóltssam­ bandinum. Eisin virkar hann sum ráðgevi hjá eyst­ urríkska hondbóltssam­ bandinum innan teirra venjaraútbúgvingar. -mørk Formula­ deildin bíðar Fótbóltssambandið hevur framvegis ikki tikið av­ gerð, hvussu tað verður við teimum trimum dyst­ unum í Formuladeildini, sum leygardagin vórðu avlýstir orsaka av veðri. Sveinur Tróndarsson, formaður í kappingar­ nevndini hjá FSF, sigur, at avgerðin um dystirnar er ikki tikin enn, men at hon verður tikin sum skjótast. Dystirnir ÍF­B71, Vìk­ ingur­KÍ og EB/Streymur­ HB vóru steðgaðir, tí veðrið var so vánaligt. Støðan í øllum dystunum var 0­0, og ein møguleiki er at døma allar dystirnar at enda 0­0. Annar møgu­ leikin er, at dystirnir verða spældir, nær hetta so skal gerast. -mørk Serbisku spælararnir vóru seinkaðir av vána floglíkindunum, men teir eru til reiðar at takast við teir føroysku í kvøld Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klokkan 19 í kvøld fer før­ oyska manslandsliðið í hondbólti aftur í altjóða eldin. Talan er um fyrsta dystin í EM­undankappingini, sum nú verður skipað við veruligum bólkaspæli. Umframt Serbia eru mótstøðuliðini hjá Føroyum Bosnia, Russland, Italia og Sveis. Júst Serbia var ann­ ars mótstøðulið hjá okkara monnum til seinastu undan­ kapping, og í vár gjørdist talan um frálíka hondbólts­ uppliving á Hálsi, tá Serbia vitjaði. Tað endaði við, at Serbia vann dystin hampuliga trygt, men leingi høvdu okk­ ara menn eitt sera gott tak á mótstøðuni, har spælararnir vóru ikki sørt frustreraðir um óvæntaðu mótstøðuna. Hvussu leikur fer í kvøld, ber sjálvandi illa til at siga í skrivandi løtu, men útlitini eru tó enn eina ferð fyri eini góðari hondbóltsuppliving. Hóast FC Amager fleiri ferðir hevur fingið at vita, at arbeiðs- og uppihalds- loyvið hjá Sylla er mest sum avgreitt, hevur fyrrverandi ÍF- og B36-spælarin enn bert vant við nýggja felagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var longu í summar, at FC Amager gjørdi sáttmála við ivorianska áleyparan, sum í vár spældi við malt­ esiska Birkirkara, eftir at hann áður hevur verið topp­ skjútti hjá bæði ÍF og B36. Men enn verður bíða eftir spæliloyvinum, sum er seinkað, tí danska útlend­ ingastýrið ikki hevur av­ greitt umsóknina mum arbeiðs­ og uppihaldsloyvi. ­ Hetta er frustrerandi fyri bæði okkum og Sylla. Vit kenna ikki so heilt nógv til hansara evni, og vit hava gjørt ein seks mánað sátt­ mála, so hann kann prógva, at hann er rætti maðurin hjá okkum. Vit hava fleiri ferðir fingið at vita, at pappírini so at siga eru avgreidd, men kortini koma tey ikki vegin fram. Eitt nú var ætlanin, at Sylla skuldi vera partur av hópinum móti Skive seinast, men tað varð so eisini av ongum, sigur Julian Han­ sen, sum er hjálparvenjari hjá FC Amager, við heima­ síðuna hjá felagnum. Og eisini ítróttarliga er spenningurin um Sylla hampuliga stórur í FC Amager. Higar til hevur Anders Jochumsen verið stóri málslúkurin á liðnum, men í longdini er tað ikki haldbært, at ein maður einsamallur stendur fyri helminginum av málunum hjá liðnum. Og tí verður vónað, at Sylla kann vísa nakað av máltevinum, sum hann áður hevur víst í Føroyum og á Malta. Serbia bíðar í kvøld Síðani í summar hevur Sylla vant við FC Amager, men nú fýra umfør eru eftir av heystinum, hevur hann enn fyrsta dystin fyri felagið til góðar Mynd: www.fca.dk Klokkan 19 í kvøld verður høllin á Hálsi karmur um hondbóltslandsdyst millum Føroyar og Serbia Sylla bíðar framvegis