mikudagur 29. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 208 - 29. oktober 2008 ]
Maradona
landsliðs
venjari
Fyrrverandi argen
tinski landsliðs
venjarin, Carlos
Bilardo, váttar, at
Maradona tekur
við starvinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Maðurin, sum var venj
ari, tá Argentina seinast
vann HM í fótbólti í
1986,
Carlos
Bilardo
sigur,
at
legendariski
Diego Armando Mara
dona verður argentinskur
landsliðsvenjari.
Carlos
Bilardo
skal
sjálvur verða tekniskur
stjóri hjá argentinska lands
liðnum. Diego Maradona
skal avloysa Alfio Basile,
sum ikki hevur havt eydn
una við sær, sum argen
tinskur landsliðsvenjari.
Argentina hevur ikki
havt góð úrslit í HMund
ankappingini. Diego Mara
dona er millum best
umtóktu
persónarnir
í
Argentina, og hevur ongan
tíð dult, at hann hevur
ynskt at gerast argentin
skur landsliðsvenjari. Hin
vegin eru ikki nógv, sum
hava ynskt hann sum lands
liðsvenjara, um metast
skal eftir meiningarkann
ingunum, sum eru gjørdar
í argentinsku miðlunum.
Maradona er í dag 48
ára gamal, og átti hann
høvuðsæruna
fyri,
at
Argentina vann HM í
Meksiko í 1986. Tá var
Bilardo venjari, og hann
og Maradona funnu eisini
saman í 1992, tá Mara
dona spældi við Sevilla.
Eitt ævintýr, sum tó end
aði, tá Maradona gjørdist
frá sær sjálvum í illsinni,
eftir at Bilardo skifti
hann út í einum dysti, har
Maradona
upprunaliga
ætlaði at geva avboð
vegna skaða, men har
venjarin partú vildi hava
hann at spæla.
Men virðingin part
anna millum hevur tó
altíð verið til staðar, og
nú er so líkt til, at tað
verða teir báðir, sum
skulu stýra Argentina.
Um vikuskiftið verður
stóri fimleikafagnaðurin
í Norðurlandahúsinum
Fimleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fimleikafagnaðurin er annað
hvørt ár, og er tað her setningurin
hjá feløgunum at lýsa eitt ávíst
evni, sum verður ásett av
Fimleikasambandinum.
Evnið í ár er »mótsetningar«,
og
seinastu
vikurnar
hava
feløgini vant av øllum alvi fyri
at lýsa hetta evnið. Í mun til so
nógvar aðrar kappingar, so er
fimleikafagnaðurin eisini eitt
høvi, har feløgini fáa sýnt fram
breiddina innan felagsarbeiðið.
Venjingarnar hjá bæði yngstu
og elstu íðkarunum hava verið
nógvar seinastu vikurnar, og um
vikuskiftið fæst so at síggja,
hvussu úrslitið av hesum er.
Í kappingini á hálvum vølli
fyri smádreingir eydnaðist
tað Royn at vinna FM.
Liðið sæst á myndini, og
eru hesir standandi frá
vinstru: Trygvi
Midjord venjari, Eyðun
Ellendersen, Bjarni
Poulsen, Jóan Hammer,
Olgar Nielsen, Herálvur
Thomsen, Uni Holm, Jóan
Petur Johansen, Tóri
Nattestad. Húkandi eru
Kristin Oluf Müller, Allan
Múller, Jónar Holm, Teitur
Midjord, Janus Midjord
Evnið, sum hesa ferð skal lýsast á
Fimleikafagnaðinum, er »mótsetningar«
Royn vann smádreingjadeildina
Fagnaðurin er
leygardagin
Elspa til EM fyri Danmark
Danir hava gjørt av, hvussu svimjilandslið teirra sær út, tá
EM í stuttum hyli verður svomið. Og millum svimjararnar,
sum eru á liðnum, er eisini Elspa Mørkøre, sum nú svimur
fyri Danmark. Elspa skal her svimja 50 og 100 metra rygg,
skrivar svimjing.com. Eisini telur liðið Mads Glæsner og
Jon Rud, sum báðir máttu lúta fyri Pál Joensen, tá DM á
stuttbana varð svomið herfyri.
Atlantic Airways heldur fram
Eisini tey bæði komandi kappingarárini eitur fremsta mansdeildin í
hondbólti Atlantic Airwayskappingin. HSF og Atlantic Airways hava
boðað frá, at partarnir eru samdir um treytirnar fyri nýggjum sátt
mála, og at hesin verður undirskrivaður sum partur av karmunum
kring landsdystin móti Serbia í kvøld. Vit fegnast um at kunna
stuðla Hondbóltssambandi Føroya í tvey ár aftrat. Hondbólturin
gjørdi vart við seg á altjóða pallinum longu fyri 30 árum síðan, og
vónandi stendur nú ein nýggj stórtíð fyri framman, sigur Henny á
Líknargøtu, marknaðarsamskipari í Atlantic Airways.