Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 29. oktober 2008 27 Stutt Sagt Ivi um listar­ verk bankanna Eins og í Føroyum eiga teir íslendsku bankarnir nógv listarverk og ofta av tí dýra slagnum. Men nú tað almenna hevur yvirtik­ ið bankarnar, eigur tað almenna eisini listarverk­ ini, og so er spurningurin, hvat skal gerast við tey. Morgunblaðið skrivar, at fyribils eru tvey uppskot komin í Altingið um listar­ verkini. Í øðrum verður skotið upp, at øll listarverk­ ini hjá teimum bankunum, sum tað almenna hevur yvirtikið, verða latnir Lista­ safni Íslands til ognar og varðveitslu, sum uppskotið sigur. Hitt uppskotið mælir stutt Altinginum at stað­ festa, at listarverkini eru ogn ríkisins. Tað er tó ikki øll listar­ verk, sum kunnu flytast, eitt nú nakrar tekningar hjá kenda listarmanninum Kjarval í aðalbankanum. Karadzic vil hava betri stundir Fyrrverandi bosniaserb­ iski leiðarin Radovan Karadzic, sum nú situr í varðhaldi í Haag, kærir seg um, at hann fær ikki nóg góða tíð til at fyrireika verjuna í málinum, sum krígsbrotsmannadómstól­ urin fyri gamla Jugoslavia hevur lagt ímóti honum. Tann 63 ára gamli Kara­ dzic er ákærdur fyri 11 ymisk brot á altjóða reglur og lógir, sum hann stóð á odda fyri ella medvirkaði til í árunum frá 1992 til 1995, tá hann var forseti í tí serbiska partinum av Bosnia. Verður hann funn­ in sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Tá hann bleiv fluttur til Haag í august, segði Rad­ ovan Karadzic, at hann vildi ikki hava nakran verja, men at hann ætlar at verja segt sjálvan í rættinum. Á rætt­ arfundi fyrradagin kærdi hann seg um, at ákærurnar ímóti sær verða broyttar í heilum, og hann vildi tí hava betri tíð til at fyrireika verju sína. Men dómarin, Ian Bonomy úr Skotlandi, helt ikki, at ákærurnar eru so nógv broyttar, at tann ákærdi eigur at fáa betri stundir til at svara teimum. Tann 20. januar skal Karadzib aftur í rættin at svara spurningum og at seta spurningar. Enn er ikki avgjørt, nær sjálvt rættar­ málið byrjar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tað er órættvíst av bretum at brúka yvirgangslóg ímóti einum friðarfólki, sum ikki drepur annað enn fisk (Kaj Leo Johannesen) útlond Flogfelagið Sterling, sum tann kendi prest­ urin í Tjæreborg stovnaði á sinni, er í dag farið á húsagang fyri aðru ferð Eftir drúgvar miseydnaðar royndir at bjarga felagnum kunngjørdi leiðslan í Ster­ ling Airways í morgun, at tað var ikki fíggjarligt grundarlag fyri at halda fram við rakstrinum longur. Øll flogførini hjá felaghnum vóru sett, og allar fráferðir avlýstar. Tað 46 ára gamla flogferlagið hevði mist flog­ ið og var farið av knóran­ um. Tjæreborg­presturin Ejlif Krogager stovnaði Sterling í 1962. Til 1984 var felagið partur av Tjærebnorg Rejs­ er. Í 1993 fór Sterling Air­ ways á húsagang og bleiv endurskipað sum Sterling European Airlines. Í 1999 keyptu norðmenn felagið, í 2005 fór tað á íslendskar hendur. Árið eftir bleiv Ster­ ling Airways lagt saman við Maersk Air, og seinni sama árið keypti íslendska íløgu­ felagið FL Group Sterling. Stutt eftir keypti felagið Northern Travel Holding felagið. Í dag fór tað so aft­ ur á húsagang. Sterling Airways aftur á húsagang Barack Obama kennir seg tryggan við verjuni hjá Secret Service Ætlanin hjá tveimum ung­ um nýnazistum at beina fyri Barrack Obama fær ikki tað demokratiska for­ setavalevnið at broyta val­ stríðið. Tvørturímóti ætlar hann sær at halda fram við valstríðnum sum ætlað. Í gjár vildi Barrack Obama ikki gera nakrar við­ merkingar til, at løgreglan hevði avdúkað drápsætlanir­ nar, men aftan á ein veljara­ fund í býnum Pittaburgh í nátt eydnaðist tað einum tíð­ indamanni hjá sjónvarpinum KDKA at spyrja Obama, um hann kendi seg ótrygg­ an. ­ Eg havi tey bestu trygd­ arfólkini í heiminum. Secret Service, svaraði Barrack Obama og legði afturat: ­ Hetta er ikki tað, sum Amerika stendur fyri. Tað er ikki hetta, sum er okkara framtíð. Obama kennir seg tryggan Løgreglumaðurin, sum hevði vakt vanlukkunátt­ ina, tók myndir av og inni í bilvrakinum og seldi tær Dagin eftir ferðsluvan­ lukkuna, sum kostaði eyst­ urríkska politikaranum Jørg Haider lívið, kunn­ gjørdu fjølmiðlarnir mynd­ ir av tí illa farna bilinum. Men í síðstu viku komu nýggjar myndir undan kavi í blaðnum Kleine Zeitung. Summar teirra vóru tiknar uttan fyri bilvrakið, og á einari sást annar skógvurin hjá Haider liggja í grasin­ um við vegin. Men aðrar myndir vóru tiknar inni í vrakinum, og á teimum sóust millum annað brillurnar hjá Haider og ein eksja við tablettum ímóti tunglyndi. Tá hinir fjølmiðlarnir bóðu løgregluna um mynd­ irnar, vísti tað seg, at tað var ikki løgreglan, sum hevði tikið tær. Leiðslan í løgregluni fekk alt fyri eitt illgruna til løgreglumannin, sum hevði vakt vanlukku­ náttina, og sum var á vanlukkustaðnum. Undir avhoyringum viðgekk hann at hava tikið myndirnar við egnum vinningi fyri eyga. Hann er nú frítikin fyri tænastu. Løgreglumaður seldi myndir úr bil­ vrakinum hjá Haider Bilurin hjá Jørg Haider fór sera illa Mynd: Polfoto Barrack Obama millum trygdarmenn hjá Secret Service á valfundinum í Pittsburgh Mynd: AP