Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 208 - 29. oktober 2008 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Á stóru bila­fra­m­sýn­ ing­ini í Pa­rís vóru nóg­va­r nýg­g­heitir sýnd­a­r fra­m­. Á bás­ inum­ hjá Toyota­ vóru ikki m­inni enn tríg­g­ja­r nýg­g­jheitir, sum­ kom­a­ á m­a­rkna­ð­ in fyrra­ hálvár í 2009: Toyota­ Avensis, iQ og­ Urba­n Cruiser Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilaframsýningin í París, sum var frá 4. til 19. sep­tem­ ber, var karmur um nógvar nýggheitir frá bilverksmiðj­ um kring allan heim. Á básinum hjá Toyota vóru ikki minni enn tríggjar nýggjheitir. Tveir heilt nýggir bilar: Toyota iQ og Urban Cruiser, umframt at ein nýggjur Avensis. Allir koma teir á marknaðin fyrra hálvár 2009. Fyrsti nýggi Toyota sum kemur á marknaðin verður Avensis, sum kemur fyrst í nýggja árinum. Talan er um triðju generatión av Avensis, sum er ein sera týðandi bil­ ur hjá Toyota og ein av teirra mest seldu bilum. Sum myndirnar sýna, sær tað út til, at Avensis í útsjónd er farin at líkjast luksusbilinum hjá Toyota, Lexus, bæði uttan og innan. Sambært Toyota verður nógv gjørt burturúr bæði hvat kvaliteti og útgerð við­ víkur. Nýggi Avensis kemur eisini við nýggjum motorum sum bæði krafta betur og dálka minni, enn teir sum eru á marknaðinum í dag. Nýggi Avensis verður gjørd­ ur sum sedan og stationcar. Toyota iQ og Urban Cruiser Toyota iQ er ein minibilur, sum er minni enn 3 metrar langur. Sambært Toyota verður talan um tann minsta minibilin til fýra p­ersónar á marknaðinum. Bilurin verð­ ur eisini ein av minst dálk­ andi bilum við einum CO2­ útláti up­p­ á 99 gr./ km. Toyota iQ verður fyrsti bil­ ur við airbag til at verja tey sum sita á baksetrinum, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá. Triðja Toyota nýggjheitin í 2009 verður Urban Cruis­ er, sum verður ein rúmligur og p­raktiskur 4x4, ið er nakað minni enn núverandi Toyota RAV4. Enn er ikki likið so nógv út um Urban Cruiser, men vit vita, at hann kemur við 1,4 litra D4­D dieselmotori við CO2 útláti up­p­ á 133 gr/km, og við 1,3 litra bensinmotori. Fleiri Toyota nýggjheitir á veg Designið á nýggja Avensis er í heilt nýggjum stýli og líkist Lexus Nýggja designið hevur einki til felags við núverandi Avensis Avensis verður gjørdur sum sedan og stationcar Toyota Urban Cruiser er eisini ein heilt nýggjur 4x4 Toyota iQ er ein heilt nýggjur minibilur, sum er minni enn 3 metrar langur Toyota iQ verður fyrsti bilur við airbag til at verja tey sum sita á baksetrinum, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá Toyota iQ innan Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05, fríggjadag kl. 8.05 og leygardag kl. 13.