Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 29. oktober 2008 29 bilar Í summar kunnu vit bjóða teimum sum koma til Føroyar at vitja eina nýggja GPS- navigatiónsskipan við øllum Føroya- kortinum, bæði til koyring á føroysku vegunum og til gongu- túrar í haganum. Tað er ráðgevingarstovan Munin í Havn, sum hevur ment hesa skipan Tøkni Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyri tey sum leingjast eftir at kunna nýta GPS-navigati- ónsskipan til koyring í Før- oyum, og til gongutúrar í haganum, kemur Munin at gera munin, tá teir koma á marknaðin við einum korti við innbygdum Føroyakorti at brúka til navigatiónsskip anir. GPS-navigatiónsskipan er eisini alt meira vanlig í bilum, eisini her hjá okkum. Men higartil hava vit bert kunna brúkt navigatións- skipanir, tá vit ferðast uttan- lands, og tey sum koma til Føroyar við bili við GPS- navigatiónsskipan hava ong- an møguleika at brúka skip- anina, tí einki kort er yvir føroysku vegirnar. Nú sær út til at vend kem- ur í, tí nakrir idealistar á ráð- gevingarstovuni Munin í Havn eru komnir væl áleið- is við at einum føroyakorti til GPS-navigatiónsskipan- ir. Verkfrøðingarnir hjá Munin, Bogi Jacobsen og John Zachariassen, siga, at longu nú til jólar fara teir at bjóða ein sonevndan jóla- pakka við einum berbarum Garmin GPS-ara við inn- bygdum Føroyakorti. Í vár verður ein skipan klár við føroyska veganetin- um. Teir hava alla tøknina og tey kort sum skulu til fyra at menna eina slíka skipan, sum teir í løtuni eru í ferð við at royndarkoyra. Skipanin virkar longu í Vest- manna og á Argjum, har hon hevur verið royndar- koyrd. Ráðgevingarstovan MUN- IN veitir tænastur innan digitala kortlegging, her- undir eisini uppmáting, við hjálp av GIS-skipanum. Fyritøkan heldur til á Dala- vegi 47 í Havn. GPS stend- ur fyri (Global Positioning System). Meira upplýsingar um Munin eru at finna á: www.munin.fo. Føroyakortið til GPS-arar Verkfrøðingarnir John Zachariassen og Bogi Jacobsen frá ráðgevingarstovuni Munin Mynd: Jens Kristian Vang Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn víðkar nú sína tænastu til eisini at umfata rustviðgerð av bilum. Í sambandi við at Bilrøkt um tríggjar vikur fer undir rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum, er Jógv- an Johansen settur í starv hjá fyritøkuni. Jógvan hev- ur verið í Danmark á skeiði hjá SUVO Anti-Rust, sum Bilrøkt nú umboða í Før- oyum. SUVO Anti-Rust støðir eru um alt Dan- mark. Á mekaniska verkstaðn- um er Jens Eli Albinus sett- ur í starv. Jens Eli er út- búgvin bilmekanikari, og hann hevur starvast bæði sum sjálvstøðugur og á Shellstøðini á Frælsinum í Havn í mong ár, verður sagt í tíðindaskrivi frá Sp/f Bilrøkt. Jens Eli Albinus er settur í starv á mekaniska verkstaðnum, og Jógvan Johansen tekur sær av rustviðgerðini Mynd: Bilrøkt Bilrøkt víðkar virksemið Á Lívsstílsstevnuni í høllini á Hálsi leygardagin 25. og sunnudagin 26. oktober, hevði bilasølan Auto Service ein sermerktan bil, ein ljósareyðan Peugeot 107 Womans Edition. Eisini varð skipað fyri eini annarleiðis mótaframsýning á básinum. Mikukvøldið 26. november skipar Auto Service fyri bilkvøldi fyri kvinnur. Auto Service á Lívsstílsstevnuni Myndir: Heðin Weihe