Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 166 - 30. august 2001 - Fortreytirnar fyri at reka ein góðan skúla, eru verri í ár í mun til í fjør. Vit hava spart inn á bein, og skulu vit spara meir, eru vit noydd at bróta lógina, sigur Eyðdis Baldvinsson, skúlastjóri á Eysturskúlanum í Havn FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Misjavnt er, hvussu treystir lærarar kring landið eru farnir til verka, nú enn eitt skúlaár er byrjað. Í hesum døgum hoyra vit lærarar tosa um mistrivnað, mátt- loysi og vónloysi sum ongantíð fyrr. Tá ið tíma- játtanin loksins kom frá Mentamálastýrinum stutt fyri summarsteðgin, varð enn eina ferð ov lítið. Á Eysturskúlanum í Havn, sum er landsins størsti skúli, merkist penga- trotið væl. Skúlin hevur væl færri vikartímar at ráða yvir enn undanfarna ár. Flokkarnir í framhalds- deildini hava í sera stóran mun ikki fingið eftirlíkað ynskini um vallærugrein, 1. flokkarnir hava eittans fýra felagstímar, 2. og 3. flokk- arnir eru eisini skerdir í so máta. Harumframt hevur Mentamálastýrið skert skeiðini og eftirútbúgving- arnar ógvuliga nógv, og skúlin hevur bert fingið til- lutað triðingin av umbønini til tímar til serligan tørv. Øll hesi viðurskiftini og onnur við elva til stórt ráða- loysi og vónloysi millum lærarar. - Fortreytirnar fyri at reka ein góðan skúla, eru verri í ár í mun til í fjør. Vit hava spart inn á bein, og skulu vit spara meir, eru vit noydd at bróta lógina, sigur Eyðdis Baldvinsson, skúla- stjóri. Á skúlanum eru 28 flokkar, har av 13 fram- haldsflokkar. Næmingatal- ið er farið upp um 600 næmingar og hálvt hundrað lærarar starvast har. - Í dag eru væl fleiri næmingar, sum hava ser- ligan tørv, í mun til fyri fá- um árum síðani. Vit hava lættari menningartarnaðar næmingar, næmingar við atferðartrupulleikum, og næmingar við vanligum innlæringartrupulleikum. Í mun til aðrar trupulleikar lærarar hava at dragast við, um teir standast av nýggju fólkaskúlalógini ella ikki, elvir hetta, at ov fáir tímar eru játtaðir til serligan tørv til tær størstu frustrasjónir- nar. Eg síggi máttloysið hjá lærarum og upplivi tað eis- ini sjálv. Lærarar vilja gera alt fyri at hjálpa næming- unum, men orkan er einfalt ikki til staðar. Tað gongur út yvir allar næmingarnar, at næmingar við serligum tørvi ikki fáa hjálp. Skúlastjórin á Eystur- skúlanum vísir eisini á viðurskiftini á Sernáms- deplinum, sum ikki eru nøktandi. Tveir sálarfrøð- ingar hava verið í starvi har, men annar er nú farin í annað starv. - Skúlaverkið krevur fleiri sálarfrøðingar. At Ser- námsdepilin er so illa mannaður, ger, at vit ikki fáa ta ráðgevingina vit hava brúk fyri, og eisini tað skapar frustrasjón. Góð lóg Nýggja fólkaskúlalógin, sum varð samtykt á tingi í 1997 og kom í gildi árið eftir, er góð og eigur ikki at verða broytt, hóast skúlar- nir ikki megna at fylgja henni til fulnar, heldur Eyðdis Baldvinsson. - Næmingar skulu fyri- reikast til samfelagið sum er í dag. Lógin leggur stór- an dent á, at næmingar ar- beiða sjálvstøðugt, at teir verða mentir og læra at taka ábyrgd fyri egnari innlær- ing. Møguliga verður ov nógv sett í gongd í senn. Lærarar mugu vera tryggir við eitt áðrenn teir fara í holt við tað næsta. Tí tørvar teimum eisini eftirútbúgv- ing og skeið. Ístaðin fyri at broyta lógina, eiga vit at fáa myndugleikarnar at vakna og játta fleiri pengar til fólkaskúlan soleiðis at vit fáa ein góðan og dugna- ligan ungdóm. Sambært fólkaskúlalóg- ini skal grunddeildin, tað vil siga fyrstu sjey skúlaár- gangirnir, hava 25 tímar um vikuna umframt handaverk og list. Endamálið er, at hvør næmingur finnur eitthvørt honum dámar og vil gera meiri við í fram- haldsdeildini. Í nógv ár hava flestu næmingarnir á Eysturskúlanum valt týskt, alisfrøði og teld. Leiðslan og lærarar á skúlanum hava roynt at eggja teimum til at velja aðrar lærugreinir eisini, eitt nú tær meiri handaligu. - Tað er gott fyri sjálvs- álitið hjá næmingunum, at teir finna fram eitthvørt ávíst, sum tey duga og hava áhuga fyri, ikki minst tí skúlagongdin verður huga- ligari. Næmingarnir hava valt ógvuliga skilagott og vit hava góðar lærarar, sum liva fyri hesum lærugrein- unum. Men tá ið avtornaði hava vit verið noydd at strika øll hesi ynskini, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tískil hava vit tríggjar bólkar, sum hava motor- læru, og annars týskt og alisfrøði. Hetta er ógvuliga spell, bæði næmingar og foreldur eru sera hørm um støðuna, og hetta ger intensjónina í fólkaskúla- lógini til einkis, sigur Eyðdis Baldvinsson. Spennandi tíð Hóast fortreytirnar fyri at reka ein góðan fólkaskúla í dag eru alt annað enn góðar og onnur viðurskifti innan skúlagátt elva til máttloysi og ráðaloysi millum lærar- arnar, hevur skúlastjórin á landsins størsta skúla ikki mist mótið. - Hetta er ein ógvuliga spennandi tíð í skúlanum hóast nógv kundi verið nógv betri og hugaligari hjá bæði næmingum og lærar- um. Ein fortreyt fyri, at næmingarnir hava tað gott, er at lærararnir hava tað gott. Tá ið lærarar føla máttloysi og trívast illa í skúlanum, merkja næming- arnir tað. Tað var sera óhugaligt, at vit vórðu noydd at strika valtímarnar í ár. Men eg trúgvi fram- vegis uppá, at vit kunnu fáa ein góðan fólkaskúla. Komandi ár skal varpast ljós á fólkaskúlan sambært løgmansrøðuni, og tá rokni eg við, at skúlin fær fleiri pengar, sigur Eyðdis Baldvinsson at enda í við- tali. FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Politikarar ynskja eina skúla á pappírinum, sum hevur góða enda- málsorðing og ætlanir, sum eru á hædd við lógirnar í øðrum lond- um, men tá ið tað kemur til tann peningaliga partin, skákar Føroya Løgting sær undan. Hetta sigur nevndin í Føroya Lærarafelag í seinasta Skúlablaði, tá tað enn eina ferð gjørd- ist greitt, at tímajáttanin til skúlarnar kring land- ið varð ov lítil. Eingin flokkur á tingi kann vaska sínar hendur hes- um viðvíkjandi og siga, at tey raðfesta skúlan høgt. Sparingarnar, sum vóru gjørdar fyrst í nítiárunum síggjast og merkjast framvegis av fullari kraft og raka allar skúlar í landinum sera meint. Nýggja fólka- skúlalógin kom uttan at nóg nógvir pengar fylgdu við, og vit síggja avleiðingarnar av ymsu dagføringunum og neyðugu tillagingunum. Nýggju uppgávurnar, sum eru álagdar við lóg, verða nú skuldskrivaðar tímajáttanini. Hetta sæst í samanleggingum av flokkum, hækkandi næmingatali í hvørjum flokki, størri hold og færri tímar til vallæru- greinirnar umframt at tikið verður av skúla- bókasavnstímunum. Í kreppuárunum var ein frymil gjørdur, har hvør næmingur varð settur inn í, og tað er fram- vegis hesin sum setur dagsskránna í skúlanum í dag, umframt spari- frymilin, sum sker 0.97 prosent av øllum virk- seminum í fólkaskúlan- um. Frymilin má burtur, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag, sum sjálv er farin til verka fyri at endavenda skipanina. Hvør skúli skal gera upp sín tímatørv og søkja um tað. Ikki sum nú, har skúlarnir fáa eitt tímatal og har út frá royna at fáa rokni- stykkið at ganga upp. Politikarar skáka sær undan Myndug- leikarnir mugu vakna - Komandi ár skal ljós varpast á fólkaskúlan sambært løgmansrøðuni, og tá rokni eg við, at skúlin fær fleiri pengar, sigur Eyðdis Baldvinsson, skúlastjóri á Eysturskúlanum í Havn Nr. 166 • hósdagur • 30. august 2001 • 75. árg. Hyundai Sonata, sum tey seinnu árini hevur verið ein elegantur og væl útgjørdur bilur, er júst nú komin í nýggj- um modelli, sum at síggja til gott kundi verið euvropeiskur. BILAR Magnus Gunnarsson Hyundai Sonata er betraður í allar mátar, og er í dag eitt sera áhugavert alternativ til teir mest kendu privat og firmabilarnar. Sum til døm- is í Danmark, har nógvar fyritøkur hava sýnt Sonata stóran áhuga sum firmabil. Bilurin er sera væl útgjørd- ur og sær út av nøkrum. Bilurin vit royndarkoyrdu, var ein V6 við Hivec gear- kassa við H-matic, auto- matiskum og manuellum gearum. Europeiskt design Designið er nógv broytt, serliga framman og aftan. Framman líkist hann Mercedes, við nýggjum kølaragittari og lyktum við HID (High Density Disharge), sum geva betur ljós uttan at blenda. Aftan er hann eisini heilt broyttur, og minnir ikki sørt um Jaguar. Bilurin sær virku- liga elegantur út, og kundi fyri tann skuld gott verið evropeiskur. Betri pláss Tað at nýggi Sonata er bliv- in 3,5 cm longri, hevur við sær at betri pláss er til tey ferðandi, eins og viðføris- rúmið nú er 430 litrar. Setr- ini eru væl polstraði, og framsetrini kunnu stillast allar vegir, so lætt er at finna seg til rættis. Kabinan er væl ljóðisolerað, og lítið hoyrist til tann væltrimm- aða V6 motorin á longri túrum. Hongslini til baklúkuna eru nú av tí nýggja slag- num, sum ikki oyðuleggja viðførið tá lúkan verður latin aftur. Alt er standard Allar útgávurnar hava 4 air- bag og nakkapútur við øll 5 sitiplássini. Sum nakað heilt nýtt er Sonata út- gjørdur við ACU (Airbag Control Unit), sum við ein samanstoyt tekur støðu til um tað er neyðugt at út- loysa airbag skipanin. Bil- urin fæst við tveimum motorstøddum, 2.0 litur 4 syl. 16V við 131 hk, og 2.7 litur V6 24V við 173 hk. Tað ber ikki til nevna alla standardútgerðina, tí báðar útgávurnar hava alla hugs- andi útgerð, so sum heil- automatiskt klimaanlegg, fartpilot o.s.fr. Sonata 2.0 GLS Executive fæst fyri kr.197.750,- Hyundai Sonata 2.7 V6 GLS aut. Motorurin 2.7 litur V6 24V 173 hk 0-100 km/t 9.7 sek (aut.) Bensinnýtsla 9.3 km/l Dekkstødd 205/65-15 Stødd og vekt Longd 474,7 cm Breidd 182,0 cm Hædd 142,2 cm Eginvekt 1400 kg Totalvekt 2025 kg Viðførisrúm 430 litrar Prísur kr.269.750,- v.aut.gear (2.0 Executive kostar kr.197.750,-) Søluumboð Sp/f Norðbil Oyggjarvegur FO-100 Tórshavn Tlf. 313707 Hyundai Sonata 2.7 V6 GLS - elegantur luksusbilur Framlyktirnar lýkjast teimum á Mercedes. Hesar lyktirnar geva sera gott ljós uttan at blenda Frits Dam Jacobsen sýnir her fram nýggjasta Hyundai Sonata 2.7 V6 Sonata hevur elegant design, og tekur seg væl út úr øllum vinklum C M Y K 13 12