Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 166 - 30. august 2001 Nr. 166 - 30. august 2001 17 Í góðveðrinum fyrrapartin mánadagin fóru fløggini á hálva stong í Fuglafirði og á Kambsdali. Tað var ikki óvæntað, men kortini vóru tíðindini tung og ófrættakend. Eftir at hava drigist við herviliga sjúku í nakrar fáar mánaðir var Kári Johannesen fluttur foldum frá – bara 52 ára gamal. Kári Johannesen var væl kendur vinnulívs- maður. Hann legði lunnar undir virkið á Kambsdali, sum eitur KJ–Hydraulik, og tey seinastu níggju árini hevur hann eisini verið ánari av virkinum á Eiði, sum eitur Hydro–Tek. Nú Kári varð tikin burtur, vóru fleiri enn 70 fólk á lønar- listanum á hesum báðum virkjunum. Fyrsti spírin til virkið hjá Kára sást í 1978. Fyri stívliga hálvum øðrum ári síðani var fundur fyri vinnufólki í Eysturoy. Fleiri høvdu tikið á seg at lýsa vinnur, sum stóðu teimum næst, og Kári Johannesen skuldi siga nøkur orð um sína vinnu. Hann brúkti ikki tól og amboð at stuðla seg til. Einki ilt um teldur, powerpoint og annað av tí slagnum, men ta løtuna, tá Kári stillisliga og sáttliga stóð og greiddi frá, kend- ist næstan hátíðarlig. Søg- an um virkið, uppgávur- nar, avbjóðingarnar og møguleikarnar fyri menn- ing var so framúr áhuga- verd, nú tað var maðurin, sum so at siga var upp- runin til alt – tað segði lítillætni handverkarin ikki sjálvur – lýsti gongd- ina og støðuna og metti um framtíðar møguleik- arnar. Eina vinnuliga framtíð, sum hann sá gylt- ar møguleikar í, men sum hann tíverri ikki skuldi gerast partur av. Familjan Kári Johannesen var fugl- firðingur. Pápin var Viggo Johannesen. Hann var ættaður av Hædd í Klaks- vík og var yngstur av níggju systkjum. Hesi Hædda systkini fingu til saman fleiri enn fjøruti børn, sum aftur hava fing- ið nógvar eftirkomarar. Viggo giftist í 1945 til Fuglafirðar, har hann varð nevndur Viggo á Hædd. Konan var Nicolina ella Lina, sum var ættað við Garð í Fuglafirði. Tey fingu trý børn. Torben, sum er føddur í 1947, er kendur skúla- maður. Nú býr hann í Danmark. Kári var føddur í 1949, og systurin, Marna, sum er fødd í 1953, býr í Runavík. Kári giftist í 1973 við Liljuni. Hon er úr Fugla- firði, dóttir Solberg og Linu í Lambanum. Liljan og Kári eiga trý børn: Sólvá og Viggo eru til- komin og hava sett føtur undir egið borð. Yngstur er Bergur, sum er føddur í 1993. Førningurin Eftir lokna skúlagongd fór Kári í maskinlæru hjá Meka, sum var verkstað- urin hjá Brøðrum Peter- sen í Fuglafirði. Avlærdur fór Kári til Havnar, har hann í 1970 tók maskin- istprógv. Síðani var hann til skips í eini fimm ár. Hann var maskinmeistari við trolarum. Millum annað var hann sum blað- ungur fyrsti meistari við Ólavi Halga, sum Jákup Oluf á Lakjuni førdi. Í 1975 fór Kári aftur upp á skúla, og árið eftir hevði hann tikið maskin- meistaraprógv. Eftir lokið prógv fekk hann starv á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, og har var hann, inntil hann í 1978 vinnuliga setti føtur undir egið borð. Framúr handverkari Tá Kári fór undir tað, sum eftir føroyskum viður- skiftum nú eru stórar og sunnar fyritøkur, var hann einsamallur, og tað var í kjallaranum í sethúsun- um, sum hann og Liljan høvdu bygt úti á Leiti í Fuglafirði. Hann var væl stuðlaður av skilagóðu konuni, sum hevði papp- írarbeiðið undir hond. Virksemið øktist skjótt, og tá fyritøkan í 1987 flutti út á Kambsdal, vóru tey tíggju fólk í arbeiði. Fyrsti maðurin, sum kom í starv hjá Kára Johannesen, var Jón Elia- sen. Tað var í 1979, og Jón er framvegis á sama arbeiðsplássi. Tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at virksemið hjá Kára Johannesen vant so skjótt upp á seg, so er hann ikki í iva: – Kári var ein framúr handverkari. Tað var ser- liga hydraulikkin, sum hann hevði gott innlit í og tak á. Tað hevur serliga snúð seg um spøl og onnur deksamboð. Kári megnaði altíð at finna fram til skilagóðar og haldgóðar loysnir. Tað frættist bæði innanlands og í londunum kring okkum, og tí vóru ofta boð eftir honum, sigur Jón Eliasen, og leggur afturat, at viðskiftafólkini umframt úr Føroyum hava verið úr Íslandi, Grøn- landi, Noregi, Skotlandi, Írlandi og úr øðrum meiri fjarskotnum støðum. Tey fyrru árini ferðaðist Kári nógv. Tað vóru boð eftir honum nógva staðni frá, og hansara loysnir gjørdu, at virkið varð kent. Tí var leitað til KJ– Hydraulik, tá trupulleikar tóku seg upp, sum tað kanska var torført at fáa aðrar at loysa. Tað var ein spurningur um álit, og Kári var garanturin fyri, at virkið megnaði tað, sum tað varð roknað við. Kári Johannesen var handverkari meiri enn stjóratypan. Hann treivst best millum handverkar- arnar og við handverkin- um, og hóast hann var stjóri av navni, so vildi hann ta seinastu tíðina fegin hava, at aðrir høvdu ábyrgdina av rakstrinum. Nógv jørn í eldinum Kári Johannesen hevði frá ungum árum av sína dag- ligu gongd í samkomuni í Siloa, har hann tók lut í arbeiðnum á fleiri økjum. Fyri nøkrum árum síð- ani var hann á ferð saman við Roberti á Lakjuni og øðrum, sum plaga at vera í Rumenia við bæði tím- iligari og andaligari hjálp. Í Rumenia kom Kári í samband við ein mann, ið stríddist við at seta sítt egna virki á stovn. Kári sýndi hesum stórum á- huga. Hann sá hetta sum ein møguleika fyri hjálp til sjálvhjálp. Fyri einum mánað síðani kom tann fyrsta sendingin av alibe- sløgum frá hesum virkin- um og til Hydro–Tek á Eiði. Í morgin verður Kári Johannesen borin til grav- ar í Fuglafirði. Konan, børnini og hini avvarð- andi syrgja og sakna, men ikki sum tey, sum onga vón eiga. Fyri føroyska vinnu og føroyska sam- felagið er tað ein dyggur smeitur at missa ein so dugnaligan og væl lýddan vinnulívsmann. Jóannes Hansen Vinnulívsmaður farin MINNINGARORÐ Týsdagin 28. aug. fylti Petrina Berg í Hvalba 90 ár. Heilt hiðar til ellisár er hon nevnd Lítla Petrina – ikki tí at hon var nøkur lítil kona – hon var heldur høg og vælvaksin. Men hon búði so nær ommu síni, sum hon var uppkallað eftir. Fyri at skilja tær at í umtalu, vórðu tær nevndar Lítla Petrina og Gamla Petrina, sum eisini gjørdist elligomul. Sjálvt um Petrina er væl eldri enn eg, fór ein ylur ígjøgnum meg, nú eg varn- aðist, at hon var 90. Tað ljóðaði so óveruligt, tí eg minnist hana so væl frá barna- og ungdómsárun- um. Hon var og hjálpti mammu míni við húsar- haldinum eitt skifti og mamman segði, at hon var bæði líklig og dugandi og røsk í øllum, sum tá var at gera í einum barnaríkum heimi við kolkomfýri í køkini og tveimum kýr í fjósinum. Men Petrina var ikki eldri enn so, at hon hillaði við okun í Hagabyrgi og spældi »Enkemand søger mage« inni á Fitjunum. Nú er Petrina gomul, farin úr húsum sínum, har hon hevur sitið einsamøll í fleiri ár, og er farin í Heimbýlið at búgva – eitt gott tiltak í okkara »modernaðu« tíð, men kortini á so mangan hátt sárt. Sjálv ansaði Petrina móður síni á ellisárum í mong ár – ein gomul og heiðurlig dygd í okkara fólki, sum ikki eigur at verða gloymd. Petrina varð gift við trímenningi sínum Martin Berg – Martini á Breyt. Tey settu búgv í Nesi, har bæði vóru uppvaksin. Tey fingu fittan barnaflokk – 6 í tali, og sum nú er floygdur og flogin í ymsar ættir. Eftir er bara sonurin, Olaf, í sínum húsum og við familju síni. Soleiðis skifta tíðir og ættarlið. Og gerandisdag- urin broytist. Petrina vaks upp í eini tíð, tá ið kúgv var í hvørj- um húsi, eisini 20 kýr í Nesi tá. Hálvvaksnar gentur høvdu tá sum natúr- ligt arbeiði at hjálpa móðir síni bæði inni og úti – ikki minst í fjósinum við at mjólka og tí, sum annars var har at gera. Og tær gingu til neytar við stokk- um og tóku lesullina upp, tær komu framá. Tær royttu hundratals nátar og lundar hvørt summar og vóru við at fylla salttunnurnar við feskari grind; tær kruvdu og greipaðu nógvar leypar av seiði fleiri ferðir um veturin, tær vóru við at vaska ullina um summarið, nappa, karða og spinna av henni um veturin, tá ið ein løta var – ikki bara uppá tær sjálvar, men eisini til faðir og brøður frá innast til uttast. Tær gingu í heima- gjørdum tuflum og í rotu- skóm við reyðum tveingj- um húsanna millum – í bundnum sokkum og ull- intum turriklæði um bakið; tær vóru búnar at taka hús upp á seg, tá ið tær giftust og fóru at halda hús sjálvar. Í hesum øllum var Petrina fulllærd. Tá – í ungdóms- og manndómsárunum – fylgdi Petrina við útróðrar- veðrinum og hugdi út í hav, tá ið vindurin vaks og bátar vóru úti. Seinni fór Petrina at fylgja við floglíkind- unum millum lond, mest tí, at ein ommudóttir hennara við sama Petrinu-navninum fleyg sum flogterna. Jú, tíðir skifta. Eg minnist, tá ið Martin fór at grava burturúr har ovast á kongsjørðini í 1933. Fyrst brúkti hann hjólbøru at koyra úrgrevsturin oman á tann meira flata uttara áarbakkan á Geilánni, sum hækkaði so líðandi báði út- eftir og niðaneftir. Hann hevði fingið loyvi at hækka hetta lendi upp. Hetta hev- ur eisini víst seg at vera gagnligt seinni. At koyra við hjólbøru helt hann ganga ov smátt. Hann lánti sær tí ein hestavogn, seym- aði sær breiðan sterkan fetil við góðum teggjum, sum hann festi um vogn- armarnar. Við fetlinum um herðarnar dró hann so einsamallur vognin aftur og fram, fullan oman og tóm- an niðan – eitt hestaar- beiði. Tað bar til hjá Mart- ini á Breyt, tí hann hevði hestakreftir, sum tikið verður til. Martin var av menskastu monnum. Tað var frøi í Nesi, tá ið hesi nýggju húsini vóru komin upp at standa, tí so langt síðan var tá, at hús seinast vóru bygd í Nesi. Av teimum 16 húsmøðrun- um, sum tá hildu hús í Nesi, var Petrina nú tann einasta, sum fødd og upp- vaksin var har. Hinar vóru allar »innfluttar«, flestar heiman úr Bø, barta tríggj- ar úr øðrum bygdum. Tá ið omma hennara, sum var ættað úr Froðba, og sum hon ber navnið eftir, í 1880 árunum giftist og setti búgv í Nesi, vóru bara 5 hús har frammanundan. Nú eru u.l. 40 hús í Nesi, men ov nógv av teimum eru ov fáment at taka við framtíðini. Men Nes vaks ta tíðina. Ein av teimum 7 nesmonn- unum, sum í 1925 keyptu motorbátin »Johannu« var Martin á Breyt. Sum motorpassari var hann Petrina Berg í Hvalba 90 ár NØVN Í VIKUNI álitismaður hjá teimum í nógv ár saman við Johann- es í Nesi, áðrenn yngra ættarliðið tók við. Martin var av bestu fiskimonnum í sjálvdrátti í slupptíðini. Tað eina árið undan krígnum, hann var við rokskipara- num Kristini á Øgrum við »Havgásini« var hann mill- um teir bestu – 800,- kr. fyri árið í fiskipart, og har- afturat 100 kr. eyka sum smyrjari t.e. ólærdur 2. motorpassar – rættari er at siga sjálvlærdur, tí bæði Martin og brøður hansara, Danjal og Edmund, vóru sjálvlærdir hegnismenn í øllum hondverki. Henda árslønin hjá Martini undan krígnum var havd á munni manna millum – soleiðis vóru tíðirnar tá. »Johannu-menninir« eru nú allir farnir, men hesin fyrimyndarligi felagsskap- urin í lítlari bygd, sum var handaður yvir í næsta ættarlið, er dýrt minni hjá Petrinu og okun øðrum, sum minnast hann, at eiga og at hava sum fyridømi hjá teimum, sum framvegis fara undir felagstøk í sam- felagnum. Petrina er nú elsta fólk, sum er vaksið upp í Nesi og minnist tí væl báði ta gomlu tíðina undan kríg- num og so ta stóru sam- felagsbroyting, ið verið hevur eftir kríggið – frá – um ikki grúgvu, so fýrstaði til mikroovn. Petrina er ein av teimum mongu húsmøðrum í Før- oyum, sum hava verið við at byggja landið – ikki við buldur og brak, men í stillum við at halda hús og heim sum sína borg, tí soleiðis sum heimini eru, soleiðis verður fólkið og landið. Góða Petrina! Eg kundi væl hildið fram at drigið minni fram. Men nú gevist eg við eini hjartaligari heilsan – tíverri eitt sindur seinkað – og við øllum góðum ynskjum um Guds signing í tíðini, sum eftir er. Jóhannes hjá Martini C M Y K 17 16 Unglingar og vaksnamannalið – framsýning Motiónslið, ikki framsýning Callanetic, styrki og konditión Úttøkulið – kappingar og framsýning Í Býin - hvønn hósdag Vilja tygum við Ynskja tygum at lýsa í teiginum Í Býin, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, boks 76, FO-110 Tóshavn - ella Fax: 31 47 20 Tekstur Í Býin