hósdagur 30. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 • hósdagur • 30. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Meiri enn helmingur-
in av landsliðsspælar-
unum, sum í dag hitt-
ast, hava umboðað
Føroyar fleiri enn
tjúgu ferðir
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í dag hevur
Allan Simonsen sett sínum
kosnu monnum stevnu. Teir
skulu verða saman inntil
komandi mikukvøld, og tað
eru
tvær
uppgávur
á
skránni.
Leygardagin
klokkan 17 skulu Føroyar
spæla ímóti Luksemborg á
Svangaskarði, og miku-
dagin klokkan 17.30 er
mótstøðuliðið á Tórsvølli
Russland.
Uppgávurnar eru sera
ymiskar, men tær eru í
báðum førum ein stór av-
bjóðing. Í mars mánað
vórðu dystirnir á útivølli
ímóti hesum báðum lond-
unum spældir. Ferðin var
stak væl eydnað. Føroyar
vunnu 2–0 í Luksemborg,
og tapið í Moskva var so
tepurt, sum tað kundi vera.
Russland vann 1–0. Tá havt
verður í huga, at hetta var
frammanundan, at sjøtul
var settur á landskapp-
ingina í Føroyum, so kann
ikki sigast annað, enn at
úrtøkan var góð.
Setningurin hesa ferð er
at endurtaka úrslitið í
Luksemborg og at betra eitt
lítið sindur um úrslitið frá
dystinum í Russlandi.
Nógvar royndir
Landsliðsspælararnir vera á
Skálafjørðinum
inntil
leygarkvøldið. Tá tveir
dystir eru á skránni í fýra
dagar, hava teir onkuntíð
fingið frí eftir fyrra dystin,
og so hava teir hittst aftur
sunnukvøldið. Tá fara teir
at halda til á Hotel Før-
oyum og at venja á Tórs-
vølli.
Allan Simonsen hevur
givið nítjan spælarum boð.
Tað er bara loyvt at hava
átjan spælarar á listanum.
Tað vil siga, at ein skal sita
millum áskoðararnar, um
ikki onkur fer at geva
avboð.
Tað eru ikki nógv lands-
lið, sum í landsliðshøpi
hava meiri royndar spælar-
ar, enn Allan Simonsen
hevur. Tíggju spælarar hava
spælt tjúgu ella fleiri
landsdystir. Teir eru Allan
Mørkøre (54), Jens Martin
Knudsen og Óli Johanne-
sen (52), Øssur Hansen
(47), Julian Johnsson (41),
Jens Kristian Hansen (38),
Kurt Mørkøre (35), John
Petersen
(34),
Jákup
Mikkelsen (22) og Hans
Fróði Hansen (20).
Uttan at flestu teirra hig-
artil hava verið roknaðir at
vera fastir menn av liðnum,
so hava fleiri av hinum
spælarunum longu nógvar
royndir. Tað vísa dystar-
tølini: Jákup á Borg (15),
Fróði Benjaminsen (12),
Rógvi
Jacobsen
(11),
Jóhannis
Joensen
(9),
Christian Høgni Jacobsen
(6), Johan B. Hansen (5),
Heðin á Lakjuni (4) og
Súni Olsen (3). Einasti
maður í nítjan manna lið-
num, sum ikki hevur verið
á landsliðnum, er Hjalgrím
Elttør. Men hann hevur
nógvar altjóða royndir í
viðførinum, tí hann hevur
verið fastur maður á U–16
og U–18 landsliðunum.
Tveir sóu reytt
Fótbóltsárið er í hæddini,
og tí eiga landsliðsspæl-
ararnir at vera væl fyri. Teir
eiga í hvussu so er at vera
væl betri fyri, enn teir vóru
tíðliga í vár, tá teir spældu í
Luksemborg og Russlandi.
Men tað hevur verið eitt
sindur upp og niður hjá
spælarunum hesa síðstu
vikuna.
Jens Martin Knudsen helt
tætt ímóti HB týskvøldið,
meðan Jákup Mikkelsen,
sum vardi landsliðsmálið
so meistarliga í Beograd, í
tveimum dystum síðani tá
hevur verið noyddur at
finna seg í at sita á beink-
inum í Molde.
Johan B. Hansen er onkra
ferðina á beinkinum hjá OB
í superliguni, men fyri tað
mesta má hann fær hann
dystarvenjing í danmarks-
seriuni og á U–23 liðnum
hjá OB. Hetta er sami
leikluturin, sum Súni Olsen
fyri tað mesta hevur havt í
Zwolle.
Christian Høgni Jacob-
sen spælir heldur ikki 1.
liðs fótbólt í Esbjerg. Men á
sama hátt sum teir oman-
fyri nevndu, so venur hann
við teimum bestu.
Tveir av landsliðsmonn-
unum hava sæð reytt. John
Petersen varð vístur út í
Miðvági, tí dómarin metti,
at hann hevði hevnt seg
ólógliga, og Jóhannis Joen-
sen varð útvístur í Gunda-
dali týskvøldið fyri at
mótmæla. Hvørki ímóti
Luksemborg ella Russlandi
hava føroyingar ráð at
koma í minniluta.
Allan Mørkøre er komin
aftur í landsliðshitan. Tá
ein spælari hevur verið 54
ferðir á landsliðnum, er tað
ikk ein einstakur dystur fyri
felagið, sum ger av, um
spælarin er kvalifiseraður
til landsliðsfótbólt ella ikki.
Men tað er merkisvert, at
Allan Mørkøre týskvøldið
ikki
kom
á
vøllin
í
Gundadali fyrr enn eftir
hvíldina.
Saman við hinum HB
spælarunum hevur Rógvi
Jacobsen tað torført. Tað er
lítið at síggja til ferðina og
dynamikkin, sum hann
áður hevur víst
Eru væl fyri
Jákup á Borg var leikbann-
aður, tá B36 var í Miðvági.
Hann hevur verið væl fyri í
ár. Saman við liðfeløgunum
vóru Jens Kristian Hansen
og Heðin á Lakjuni ikki so
eyðsýndir í Miðvági, sum
teir hava verið fyrr í ár.
Men tá tað var neyðugt at
taka ábyrgd fyri at fáa stig-
ini, taldust landsliðsmenn-
inir millum teirra, sum
gingu undan.
Kurt
Mørkøre
hevur
kanska ikki enn skotið so
nógv mál, sum teir í Klaks-
vík høvdu vónað. Honum
restaði dystarvenjing, tá
hann kom úr Sogndal, og
tað tykist ganga rætta
vegin. Tað má roknast við,
at Hjalgrím Elttør er, so
segði maðurin, við fyri at
læra. Tær seinastu ferðirnar
hevur gingið eitt sindur
striltið við málskjótingini
hjá honum.
Fróði Benjaminsen er
toppskjútti hjá B68, og
Hans Fróði Hansen hevur
síðani summarsteðgin og
aftur sunnudagin víst, at nú
er hann væl fyri.
Tað er lítil ivi um, at fleiri
av útisetunum eru væl fyri.
Her verður fyrst og fremst
hugsað um Julian Johns-
son, sum í kapping við
fimm aðrar hevur megnað
at vunnið sær fast pláss á
miðvøllinum í Hull. Óli
Johannesen og Øssur Han-
sen eru fastir menn á lið-
num í ávikavíst Hvidovre
og í B93. Teir hava báðir
skorað innanfyri síðstu
vikuna, og tað eigur at geva
teimum sjálvsálit, sum Før-
oyar kunnu fáa nyttu av, tá
Luksemborg leygardagin
verður mótstøðuliðið.
John Petersen var annar av
landsliðsmonnunum, sum sá
reytt í 14. leikumfarið, men
hetta fer neyvan at nerva
luttøku hansara í
landsdystinum
Teir vita hvat tað
snýr seg um
19
18
Nr. 166 - 30. august 2001
Vegna
tryggingarfelagið Trygd
selja vit ein skaddan
Mazda 323 sedan 2,0 diesel
Árg. 8/97
Km.: 67.000
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
Skeiðsrøðir
2001–2002
Í tíðarskeiðnum september 2001 til mars/apríl
2002 verða hesi skeið hildin, treytað av, at talið á
luttakarum verður 8-10.
ENSKT
Enskt lágstig (KET) - 6 vikuskifti
Enskt framhaldsskeið (PET) - 6 vikuskifti
Enskt hástig (FCE) - 6 miðvikur
Enskt í frálandavinnuni - 2 modul, 4 dagar
hvørt
Enskt í ferðavinnuni - 3 seminar, 4 dagar
hvørt
FØROYSKT
Føroyskt fyri øll - 6 vikuskifti
Føroyskt í fyri-og umsiting - 6 miðvikur
Faroese for non-Nordic Speakers - 6
vikuskifti
ONNUR SKEIÐ
Hvussu menna vit smávirki og -fyritøkur á
bestan hátt - 2 støk seminar
Ferðavinna í alheimshøpi - 2 seminar, 2
vikuskifti
Tvørmentanaligt samskifti - 2 seminar, 4
dagar hvørt
Tilmelding innan 3 september.
Upplýsingar fáast við at venda sær til avgreiðsl-
una, tlf. 42 25 74, ella á heimasíðu okkara,
www.depilin.fo, har tilmelding eisini kann gerast.
SKEIÐSDEPILIN
438 Langasandur
Tlf. 42 25 74
www.depilin.fo
Hús til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða sethúsini í Børku-
gøtu 4 seld.
Áhugað kunnu ringja á
Tlf. 315371 ella 257478 eftir kl. 15:30
Til limir Føroya
Lærarafelags
Hóast fólkaskúlin hevur stóran tørv á eftirútbúgv-
ing og skeiðum til lærarar,so teir kunnu nøkta tørv-
in í einum framkomnum skúla, hava skúlamyndug-
leikarnir skorið eftirútbúgvingina av fólkaskúlalær-
arum heilt burtur.
Vikartímar verða heldur ikki latnir til teir skúlar,
hvørs lærarar ætla sær á eftirútbúgvingarskeiðini,
sum Landsmiðstøðin bjóðar fram.
Hetta seinasta ger, at næmingarnir mugu sendast
til hús, tá lærarin fer á skeið.
Um myndugleikarnir ynskja ein fólkaskúla, sum
stendur í stað vegna væntandi játtan til eftirút-
búgving og skeið, so eru teir komnir væl á leið til at
drepa alla framdrift í Føroyska fólkaskúlanum.
Tí heitir Føroya Lærarafelag á limirnar um ikki at lut-
taka á hesum skeiðum.
Sigast skal,at hetta ikki er vent móti Landsmiðstøð-
ini,men felagið ger hetta fyri at kasta ljós á ótolandi
støðuna, tá tað snýr seg um skeið og eftirútbúgv-
ing.
Føroya Lærarafelag
Kunngerð
til íbúgvarnar í Skála kommunu.
Vísandi til áður útsent rundskriv viðvíkjandi drekki-
vatninum,
skal við hesum boðast frá,
at
reinsiverkini nú seru sett til, og at drekkivatnið á
Skála og í Skálafirði verður sóttreinsað.
Sostatt er ikki neyðugt at kóka vatnið longur.
Skáli 27.08.2001.
Skála bygdaráð
Sethús í Havn
Fult møblerað við øllum hentleikum til leigu frá 1.
sept. 1/2 ár fram, kann evt. leingjast.
Húsini Suðuroyarvegur 12 eru 235 m2 í tveimum
hæddum.
Leiga min. 6.000 kr. uttan ljós og hita.
Tlf. 315468
Rimmar útsøla
Hópin av góðum tilboðum - m.a.
Buksir
198,-
Blusir
198,-
Mánadag-hósdag
kl. 10.00-17.30
Fríggjadag
kl. 10.00-19.00
Leygardag
kl. 10.00-14.00
Stoffalág 41 • 100 Tórshavn • Tel. 314979
av mótaklæðum og meturvørum byrjar fríggjamorgunin 31. aug. kl. 10.00
Sosialurin - 311820
30% & 50%
av
ymiskum
vørum
20% av øllum tí nýggja
bert galdandi fríggjadagin
Komið og gerið kvettið
Flogbóltur - FLEYR
Kl. 15.30 G10
Kl. 17.00 D12
Kl. 18.30 KVU
Kl. 20.00 G16
Kl. 21.30 1K
Kl. 15.30 D10
Kl. 17.00 D14
Kl. 18.30 D16/MU
Kl. 20.00 MK
Kl. 21.30 MM
Kl. 15.30 G14
Kl. 17.00 G12
Kl. 18.00
Kl. 20.00 MO
Kl. 21.00
Kl. 21.30 1M
TÝSDAGUR Í GUNDADALSHØLLINI
20.00 - 21.30
D14
MM
1K
21.30 - 23.00
KVU
D16
MK
HÓSDAGUR Í GUNDADALSHØLLINI
18.00 - 20.00
G14
MM
D16/MU
G16
FRÍGGJADAGUR Í GUNDADALSHØLLINI
C
M
Y
K
18