hósdagur 30. august 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 30. august 2001
21
C
M
Y
K
Jóhannis Joensen,
sum fekk reytt kort
fyri kjaftaslit, helt
eftir dystin, at tað
var ein brølari av
teimum stóru, sum
førdi til hetta
ÚTVÍSING
Jákup Mørk
Hvat dramatikki viðvíkti,
so er lítið at ivast í, hvat
var hæddarpunktið í ann-
ars hendingarleysa dysti-
num millum HB og NSÍ
týskvøldið.
Tá dómarin í dystinum
gav Jóhannis Joensen hjá
HB fyrsta tað gula og síð-
ani tað reyða kortið,
flokkaðust leikarar kring
svartklædda mannin at
mótmæla hesum.
Langt úti
Dómurin stóð tó við, og
eftir dystin fingu vit orðið
á Jóhannis, og spurdu
hann, hvat tað var, sum
veruliga hendi.
- Fyri tað fyrsta, so haldi
eg, at tað er langt úti, at
dómarin skal geva mær
gult kort, tá eg steðgaði
bóltinum. Eg helt sjálvur,
at dómarin stóð væl pla-
seraður, og at hann mátti
sæð, at bólturin kom á
bringuna og ikki armin,
segði Jóhannis.
- Tá hann so fyrst dømir
fríspark og síðani gevur
mær gult kort, bleiv eg í
øðini. Eg hevði tvey gul
kort undan dystinum, og
sostatt fekk eg nú leikbann
til dystin móti B71. Eg
tími altso ikki at finna
meg í slíkum, og tí fór eg
eisini yvir til dómaran, og
segði honum, hvat eg helt
um hendan dómin.
- Tað endaði so við, at
eg spurdi, um hann var
idiot, og tá smekkaði hann
mær so reyða kortið í and-
litið.
Taka sær ov nær
At Jóhannis soleiðis fekk
beinleiðis reytt kort eftir
hitt gula merkir eisini, at
hann nú er leikbannaður í
tveir dystir. Fyrst fyri trý
gul og síðani fyri reyða
kortið.
Eftir dystin var eisini
líkt til, at hetta var nakað,
sum harmaði hann almik-
ið.
- Eg haldi tað bara vera
langt úti, at ein slíkur brøl-
ari skal kosta mær somik-
ið nógv. Sjálvandi veit eg
av, at tú ikki skalt brúka
teg móti dómaranum, men
tað er nú eina ferð soleið-
is, at mann gerst heitur,
meðan dysturin fer fram,
og ofta er tað soleiðis, at
dómararnir taka sær hetta
alt ov nær. Ikki minst teir
meira royndu dómararnir,
og hetta er stórt spell,
segði Jóhannis Joensen at
enda.
Eftir at dómarin hevði givið Jóhannis Joensen reyða kortið,
flokkaðust leikarar kring dómaran í tí, sum var dramatiska
hæddarpunktið í einum annars keðiligum dysti
Mynd: Álvur Haraldsen
Langt úti
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
B36
14
12
-
1
-
1
50
12
38
37
2
GÍ
13
10
-
2
-
1
39
14
25
32
3
B68
14
8
-
2
-
4
30
19
11
26
4
KÍ
14
7
-
0
-
7
20
30
-10
21
5
VB
14
6
-
2
-
6
31
20
11
20
6
NSÍ
14
5
-
3
-
6
17
19
-2
18
7
HB
13
5
-
2
-
6
22
17
5
17
8
EB/Streymur 14
4
-
1
-
9
15
26
-11
13
9
FS Vágar
14
3
-
0
- 11
15
57
-42
9
10 B71
14
2
-
1
- 11
11
36
-25
7
undadali
Dysturin
í tølum:
HB-NSÍ 0-0
Dómari: Niclas á
Líðarenda (GÍ)
HB: Bárður Johannesen
– Eyðfinn Fjalsbak, Jó-
hannis Joensen, Jón Rói
Jacobsen, Janus M. Joen-
sen – Hallur Danielsen,
Rúni Nolsøe, Høgni M.
Joensen – Bárður Mort-
ansson, Rógvi Jacobsen,
Bjarni Jørgensen
NSÍ: Jens Martin Knud-
sen – Kári Hansen, Djóni
N.
Joensen,
Arnfinn
Langgaard, Jónstein Pet-
ersen – Gert Langgaard,
Sjúrður Jacobsen, Ian
Højgaard, Abraham Han-
sen, Eddie Mikkelsen –
Ken Nónklett
21
20
Nr. 166 - 30. august 2001
C
M
Y
K
Hvørki HB ella NSÍ
megnaðu at skapa tað
heilt stóra í dystinum
týskvøldið, har hædd-
arpunktið annars var
ein fullkomuliga
óskiljandi dómara-
avgerð við reyðum
korti sum fylgju
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Nógv skriving var undan
hesum dystinum millum
dystinum millum HB og
NSÍ. Í trimum fylgjandi
bløðum sóust báðir partar
úttala seg um, hvussu mis-
nøgdir teir vóru við ymisk
viðurskifti í flytingini av
dystinum.
Hvussu var og ikki, so
varð dysturin ásettur til týs-
kvøldið kl. 18.00, sam-
stundis sum HB varð biðið
um at rinda NSÍ 10.000
krónur.
Við hesum er nærum øll
søgan um dystin skrivað, tí
tað var ikki tað heilt stóra,
sum hendi á vøllinum í
Gundadali týsdagin.
Broytt til tað verra
Talan er annars um tvey lið,
sum tey bæði seinnu árini,
og serstakliga í fjør, taldust
millum teirra, sum sýndu
tann besta fótbóltin. NSÍ
leyp tá hvøkk á alt og øll, tá
teir fleiri vikuskifti upp í
slag vunnu knúsandi sigrar
á oddaliðum. HB taldist tá
millum hesi, og eftir fyrstu
umførini av inniverandi
kappingarári tóktust teir
reyð/svørtu so avgjørt eis-
ini sum eitt gott boð upp á
ein komandi meistara.
Tað var tó frá fyrsta
bríksli sjónligt, at nógv er
broytt á hesum báðum
liðunum hetta seinasta árið
ella so. Spæligleðin, sum
eyðkendi tey tá, tóktist
næstan horvin. Kvikligu
bóltflytingarnar inn á mið-
juna og út í borðini vóru als
ikki at hóma, men heldur
var tað soleiðis, at hvør
spælari vildi nerta so ofta
sum gjørligt við bóltin, áðr-
enn spælt varð víðari, og tí
kom ongan tíð ferð á spæl-
ið. Verjurnar fingu snøgt
sagt alt ov góðar stundir at
umstilla seg, og tí var tað
sera rár hending, at verulig-
ir málmøguleikar vórðu
skaptir.
Einki trýst
Nakað, sum annars eisini
tóktist sera merkisvert við
dystinum, var, at hvørgin
parturin tóktist at hava
hvørki kropsligt ella sálar-
ligt yvirskot til at leggja eitt
veruligt trýst á mótstøðu-
menninar. Ikki minst, tá
spælið gekk somikið seint
fyri seg, og at tað tí ikki átti
at verið nakar trupulleiki,
um hetta varð gjørt við bert
eitt lítið sindur av um-
hugsni.
Í einstøkum førum royndi
Rúni Nolsøe, sum aftur var
at síggja á HB liðnum, at
draga miðvøllin fram í eini
roynd at trýsta, og tað var
eisini, tá hetta varð gjørt, at
fáu málmøguleikarnir í
fyrra hálvleiki stungu seg
upp. Talan gjørdist tó bert
um ein veruliga opnan
møguleika, men Jens Mart-
in vardi meistarliga fyri, tá
Bjarni Jørgensen royndi at
leggja bóltin flatt við hand-
ara stólpa.
Fram móti endanum av
hálvleikinum hevði HB
fleiri hálvar møguleikar, tá
teir í einar fim minuttir
gjørdu eina roynd at trýsta,
men annað enn nøkur skot
inn í trunkan av verjuleik-
arum, gjørdist talan ikki
um.
Afturhaldandi
runavíkingar
Runavíkingar høvdu í sín
part valt at nýta somu
spæliætlan, sum riggaði so
væl, tá KÍ var á vitjan fyri
góðari viku síðani. Tað vil
siga, at teir høvdu bert ein
mann á toppinum, meðan
væl pakkaði miðvøllurin so
skuldi royna at stuðla upp-
undir, tá farið varð í álop.
Í løtum í fyrra hálvleiki
vóru onkur tekin at hóma
um, at hetta kanska kundi
skapa nakrar málmøguleik-
ar, men hvørja ferð varð
møguleikin spiltur, tí spæl-
arar antin ikki offraðu seg
nóg nógv frameftir, ella tí
sendingarnar ikki høvdu
neyðuga neyvleikan, og at
spælarar í ferð tí máttu
steðga á, fyri at fáa bóltin
við sær.
Annars var tað stuttligt at
síggja
superveteranin,
Abraham Løkin, stýra tí
spæli, sum var á NSÍ mið-
vøllinum. Hann rennur ikki
eins nógv longur, sum hann
fyrr var vanur at gera, men
dúgvu royndirnar viðføra,
at hann aloftast megnar at
standa á røttum stað, og á
tann hátt er viðvirkandi til
at tetta holini, sum íkomu,
tá aðrir á miðvøllinum fóru
við í álop.
Stendir illa til
Í spælinum á vøllinum var
seinni hálvleikur ikki stórt
øðrvísi enn hin fyrri, tí
hvørgin parturin hevði sum
so broytt stórvegis um tak-
tiska uppleggið til dystin.
HB hevði tó broytt nak-
að, við tað at Allan Mørk-
øre, sum onkursvegna varð
settur á beinkin, nú varð
settur inn í álopið. Fyrsta
korterið ella so gav hetta
eisini HB eitt sprell rætta
vegin, og einaferð spurdist
ein heilt góður møguleiki
burturúr, men Bárður Mort-
ansson kiksaði, tá hann í
fríari støðu skuldi temja
innleggið, og so megnaði
Jens Martin eisini at verja
fyri teirri royndini.
At Allan Mørkøre byrjaði
á beinkinum, var tó ikki
einasti leikurin, sum Ion
Geolgau hevði framt til
dystin. Ikki minni óvæntað
var Rúni Nolsøe aftur at
síggja á vøllinum eftir
skaða,
og
hetta
sigur
kanska eisini eitt sindur um
støðuna hjá tunna HB-
hópinum í løtuni. Rúni var
nevnliga langt ífrá tí støði-
num, sum hann vanliga er
á, og seinasta hálva tíman
tóktist tað vera ein stór
gáta, at venjarin ikki skifti
hann út. Knæskaðin darv-
aði týðiliga, og sjálvur var
Rúni ta einu ferðina á veg
av vøllinum, tá hann brád-
liga uppdagaði, at tað ístað-
in var Høgni M. Joensen,
sum venjarin vildi skifta út.
Saman við restini av HB
liðnum
følnaði
Allan
Mørkøre tó eisini, sum
dysturin leið. Kviki Jón-
stein Petersen fekk alt betri
tak á landsliðsmanninum,
og dysturin fór aftur at lík-
jast 0-0 dystinum, sum tal-
an hevði verið um í fyrra
hálvleiki.
Seint fatandi álopsspælið
gjørdi, at miðverjurnar ikki
høvdu stórvegis trupulleik-
ar av at stilla seg rætt, og tí
komu millum lítið og einki
av málmøguleikum afturat í
dystinum.
Keðilig minni
Hetta merkir tó ikki, at
einki meira hendi í dysti-
num. Seinastu 20 minuttir-
nir gjørdust nevnliga rætti-
liga dramatiskir, men tí-
verri var hetta ikki orsakað
av sjálvum spælinum.
Hinvegin varð tað dómar-
in, sum rættiliga kom í fok-
us, tá hann við eini skeivari
avgerð rættiliga setti fokus
á seg sjálvan. Tað mundi
neyvan vera nakar annar í
Gundadali, sum metti at
Jóhannis Joensen hjá HB
nýtti armin at steðga bólti-
num við, tá runavíkingur
royndu at senda inn um
verjuna til Sonna L. Peter-
sen. Bríkslað varð fyri frí-
sparki, og Jóhannis fekk
gult kort. Hesum mótmælti
hann heldur harðliga, og
úrslitið av øllum gjørdist, at
Jóhannis fekk reytt, meðan
tveir
aðrir
HB-leikarar
fingu gult kort, fyri fram-
haldandi at mótmæla.
Hetta kann ikki metast
sum stórt annað enn eitt
keðiligt hæddarpunkt í ein-
um keðiligum dysti. Dóm-
arin, Niclas á Líðarenda,
hevði fram til tá stýrt dysti-
num rættiliga væl, men við
hesi avgerðini kom rætti-
liga ilt í leikararnar. Tað
líktist eisini einari kompen-
satión, tá hann lat vera við
at geva Halli Danielsen
seinna gula kortið, tá hesin
eina løtu klandraðist við
Brynjálv Nielsen, og løtu
seinni mundi aftur verið
rok, tá álopsmaður hjá NSÍ
og verjuleikari hjá HB
brustu saman, uttan at bólt-
urin var nærhendis.
Seiansta punktumið varð
sett, tá Djóni N. Joensen
var heppin at sleppa við
gula kortinum, tá hann
rættiliga
ógvusliga
tók
beinini undan einum nær-
um leysum Rúna Nolsøe.
Orsøkin til hetta var tó
tann, at Allan Mørkøre eina
løtu gloymdi alt um Fair-
Play, og setti eitt álop í
gongd, meðan runavíkingar
bíðaðu eftir, at Allan fór at
geva teimum bóltin. Nakað
sum Rói Árting annars ikki
gjørdi, tá hann bert skeyt
eftirfylgjandi
frísparkið
oman av baklinjuni.
Alt í alt kann bara sigast
um dystin, at hesin var ein
av slagnum, sum helst
skuldi farið í gloymibókina
sum skjótast, men sum tí-
verri verður hangandi í
minninum orsakað av teim-
um seinastu 20 minuttun-
um. Hesir verða ístaðin
mintir fyri eina skeiva dóm-
araavgerð, og tí leikararnir
eftir hetta gloymdu alt um
spælið við rundu kúluni.
HB-NSÍ 0-0:Tómgongd í Gu
Fyri tað mesta gekk spælið í tómgongd, tá HB og
NSÍ dystaðust týskvøldið, og verjurnar báðar
høvdu sjáldan stórvegis trupulleikar
álopsspælararunum. Her er tað Arnfinn
Langgard, sum ruddar burtur, áðrenn Rógvi
Jacobsen hjá HB sleppur framat
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20