Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 - Støðan er tann, at virkið í Vági kastar ov lítið av sær, so einfalt er tað sigur stjórin í Fiskavirking ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Virkið í Vági kastar minni av sær enn onnur virki gera. Tí fær tað ikki fisk. Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at hetta er tann stutta og einfalda orsøkin til, at onki arbeiði hevur verið á flakavirkinum í Vági nú í fleiri vikur. Hann staðfestir, at so leingi fiskiskapurin er so lakur sum hann er nú, er heldur ikki væntandi, at nakað serligt av arbeiði verður á virkinum í Vági. - So leingi so lítið av fiski kemur upp á land, er ikki væntandi, at virkið í Vági fær nakað serligt av fiski. Meinhard Jacobsen sigur, at tað stutta av tí langa er, at tað er alt ov lítið av fiski at fáa. - Vit á Fiskavirking noyð- ast at hugsa um fíggjarliga avkastið og tí noyðast vit fyrst at senda fiskin á tey virkini, har avlopið er størst, sigur hann. - Vit selja nógvan feskan fisk og í hesum sambandi stendur virkið í Vági aftast í røðini at fáa fisk. - Batnar fiskiskapurin, so at vit fáa nóg mikið av fiski, verður støðan beinanvegin ein onnur, leggur hann aftur- at. - Men batnar fiskiskapurin ikki, verður tað sera tórført at hava virkið í Vági opið, leggur hann afturat. Stórur munur Stjórin á Fiskavirking sigur, at tað er stórur munur á, at avlopið av hvørjum kilo er minni á virkinum í Vági enn á øðrum virkjum. Men hann vil ikki siga, hvussu stórur munurin er. Hann vil heldur ikki siga, hví munurin er so stórur. Hann staðfestir kortini, at venjingin við fiskaarbeiði kann vera ein orsøk. Somuleiðis staðfestir hann, at flutningskostnaður- in er ikki tann stóri trupul- leiki í hesum sambandi. Hann harmast um støð- una, tí hann staðfestir, at tey á Fiskavirking hava ikki brúkt pening upp á at fáa gongd á virkið við tí í hyggju at tað skuldi standa stilt. - Endamálið var at hava arbeiði á virkinum, men sum fiskiskapurin er nú, ber tað ikki til av fíggjarlig- um orsøkum, sigur Mein- hard Jacobsen. Onki arbeiði hevur verið á flakavirkinum hjá fiskavirking í Vági í fimm vikur. Ì gjárkvøldið hevði arbeiðsfólkið kreppu- fund um støðuna og nú ætla tey sær í holt við politikararnar úr Suðuroy ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta minnir akkurát um tað ringastu tíðina í nítiár- unum. Arbeiðsfólk í Suðuroy eru í rættiligum døpurhuga. Tað eru nú fimm vikur síðani, at arbeiði var á stóra flakavirkinum hjá Fiskavirk- ing í Vági, har yvir 100 fólk úr allari oynni annars hava arbeitt. Tað hevur ligið í kortun- um leingi, at arbeiðið var farið at minka, tí í alt summar hevur arbeiði bara verið onkrar hendinga dag- ar. Men nú er støðan so vána- lig, at Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, kallaði saman til kreppufundar í gjárkvøldið at viðgera støð- una. 20-30 krónur at liva fyri Rannvá Dalá, sum er for- kvinna í Fjallbrúður, stað- festir, at onki arbeiðið hevur verið á flakavirkinum í fimm vikur og at ongi útlit eru fyri at arbeiði verður aftur. Flakafólkið er limur í fiskavirkisskipanini hjá ALS, men har kunnu tey vera í átta vikur, so fara tey upp í tað vanligu skipanina. Men vansin er, at tá ið so lítið arbeiðið er, minkar gjaldið úr ALS og tað eru mong, sum ikki hava meiri enn einar 20-30 krónur um tíman at liva fyri. - Tað sigur seg sjálvt, at tað kann ongin liva fyri, siga vágbingar, sum arbeiða á flakavirkinum í Vági. Vilja ikki gevast Rannvá Dalá sigur, at eini 70 fólk møttu á fundinum í gjárkvøldið og fingu tey eitt gott kjak um støðuna. - Niðurstøðan er kortini, at tað helst er avmarkað, hvat tey kunnu gera. Men vit hava so sett okkum fyri, at vit gevast ikki og fyrsta stigið verður nú at tosa við politikararnar fyri at vita, hvat teir kunnu gera Forkvinnan í Fjallbrúður heldur, at politikararnir eiga at kunna gera okkurt við støð- una, tí hóast Fiskavirking er privat fyritøka, er tað tann almenni Framtaksgrunnurin, sum eigur ein stóran part av partapengunum. - Er viljin annars til tað, eigur hetta at seta politikarar í eina støðu, har teir kunnu seta krøv til, hvat almenni partapengarnir verða brúkt- ir til, heldur hon. Hon staðfestir, at arbeiðs- fólkið stúrir rættiliga illa fyri støðuni. - Virkið verið afturlatið í fleiri umførum og vit síggja fyri okkum, at letur tað aftur einaferð afturat, verð- ur seinur dagur, áðrenn tað letur uppaftur. Ov lítið avlop í Vági Rannvá Dalá sigur, at tey hava tosað við Fiskavirking og har eru boðini greið. - Orsøkin til, at virkið í Vági fær so lítið av fiski, er, at tað loysir seg verri at arbeiða fisk í Vági, enn á øðrum virkjum, hevur stjór- in í Fiskavirking boðað okk- um frá. Hann hevur greitt okkum frá, at tað er dýrari at arbeiða eitt kilo av fiski í Vági, enn tað er á øðrum virkjum og at avlopið av hvørjum kilo sostatt er ov lítið. - Ein orsøk skal vera, at tað gongur ov seint at arbeiða fisk á virkinum í Vági. - Tí eru tað virkini norð- anfyri, sum fyrst fáa fisk. Tað er ikki fyrrenn virkini norðanfyri hava nokk av fiski, at eitt møguligt avlop verður ført suður á virkið í Vági. - Og tá ið fiskiskapurin ikki er frægari enn tað er í løtuni, er ongin fiskur til avlops og sostatt kemur heldur ongin fiskur suður hendavegin. Spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at tað er dýrari at arbeiða fisk í Vági enn tað er aðrastaðni? Rannvá Dalá góðtekur ikki frágreiðingina um, at arbeiðsfólkini eru so sein- før, at tað loysir seg ikki. Tvørtur ímóti heldur hon upp á, at ein týðandi orsøk er, at fiskurin, sum kemur suður á virkið í Vági, er ov vánaligur og sostatt eisini ringur at arbeiða. - Vit hava onkra hendinga ferð havt fisk, sum er avreiddur beinleiðis til virkið og tað er klassamunur á, at tað hevur verið betri fiskur enn tað, vit plagdu fáa sendandi norðaneftir, sig- ur forkvinnan í Fjallbrúður. - Er avlopið av virkinum í Vági ov vánaligt, eru tað ikki arbeiðsfólkið, sum hev- ur skyldina. Skyldin liggur á høgri støði, tí tað má verða okkurt við fyriskipan- ini, sum haltar, sigur Rann- vá Dalá. Eftir at flakavirkið í Vági meiri ella minni hevði ligið stilt í fleiri ár, var bjartskygnið rættiliga stórt fyri einum ári síð- ani, tá ið Fiskavirking læt stóra flakavirkið í Vági upp aftur. Í fleiri mánaðir var eisini rættiliga nógv arbeiðið á virkinum og eitt skifti arbeiddu yvir 100 fólk úr allari oynni alt samdøgurið í trimum skiftisvaktum. Men sum tað leið út á várið fór arbeiðið at ganga undan. Tað bleiv longri og longri ímillum at fólk fingu arbeiðsboð og tá ið telefonin so loks- ins ringdi við arbeiðsboð- um, var tað ein stokkut gleði, tí sjáldan var arbeiði til meiri enn tann eina dagin, onkra hend- inga ferð í tveir dagar. Men serliga í alt heyst hevur verið heilt galið og nú eru fimm vikur síðani at arbeiðið var á virkin- um. Tað fekk vágbingar til at kalla saman til kreppufund í gjárkvøldið um støðuna, har eini 70 fólk møttu. Ein niður- støða av fundinum var, at tey nú skulu tosa við politikarrnar úr oynni fyri at fáa teir at taka mál- ið upp, eitt nú vísandi til, at tann almenni framtaks- grunnurin eigur ein stór- an part í Fiskavirking. Kreppufundur um arbeiðspláss í Vági Ov lítið avlop á virkinum í Vági Á flakavirkinum hjá Fiskavirking í Vági er alt arbeiðið hildið upp at og stemningurin er sum í ringastu krepputíðini í nítiárunum, men arbeiðsfólkið ætlar at gera sítt til, at varðveita virksemið í Vági Vatikanið brúkar tøkni Nú verður neyvan óvanligt, at katólskir biskopar hava ein iPod uppi á sær. Í øllum førum hevur Vatikanið góðtikið, at kristni boðskapurin eisini kann spreiðast við nýggjari tøkni, og Vatikanið hevur sagt gott fyri, at serligir bíbilskir ljóðfílar kunu gerast til eitt nú nógv brúktu iPod’arnar. - Heilaga orðið skal ekkóa í útvarpi, á interneti, á fløgum,á dvd og í iPod’um, siga biskoparnir í eini fráboðan, sum Sydney Morning Herald hevur endurgivið. Fingu pengar fyri vápn Fimm kirkjur í býarpartinum Harlem í New York bjóðaðu leygardagin fólki pengar fyri at lata vápn inn til kirkjuna. Og áhugin var stórur fyri tiltakinum. Heili 500 pistólar, byrsur og onnur vápn vóru latin kirkjunum, og aftur fyri fingu fólk 1000 krónur fyri hvørt vápnið. Vápnainnsavn- ingin hjá kirkjunum er ein partur av einum átakið, sum løgreglan í New York stendur fyri at minka um nøgdina av vápnum, sum finnast á gøtunum í býnum.