Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 Eikin á Argjum fær javnan brøv, sum av røttum skuldi verðið borin til Eik Banka, og møblafyritøkan dregist dagliga við feiluppringingum, sum skuldu verið til Eik Banka. Málið var fyri í Føroya Rætti í dag, men dómur fellur ikki fyrr enn seinni RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Longu tá Eik Banki av fyrstan tíð fekk sær Eik sum vørumerki, setti Eikin á Argjum seg í samband við bankan at tosa um møgu­ leikan fyri, at hesi so líku nøvnini fóru at skapa misskiljingar. Og tað hevur tað síðani víst seg at gjørt. Í so stóran mun, at spurningurin um vørumerkið og fyritøku­ navnið nú er endað í Føroya Rætti. Eikin krevur, at Eik Banki gevst við at nýta Eik sum vørumerki. Løgd vórðu fram eini 20 dømi um feilkorrespon­ dansu, har brøv til Eik Banka vórðu endað hjá Eik­ ini á Argjum. Í tí eina førin­ um var talan um eina panti­ fráboðan frá TAKS til Eik Banka, har víst var til pant­ ing av einum persóni í Før­ oyum upp á heilar 4,3 milli­ ónir krónur. Starvsfólk hjá Eikini greiddu eisini frá, at tey dagliga fingu feiluppring­ ingar frá fólki, sum skuldu hava fatur á Eik Banka. Partarnir hava tosað sam­ an, men einki kom burtur úr teimum tingingunum, og tí hevur Eikin gjørt av at stevna Eik Banka við kravi um, at Eik Banki gevst við at nýta vørumerkið Eik, umframt at bankin skal rinda Eikini 30.000 krónur fyri »tort og sviða«. Sakførarin hjá Eik Banka, Erik Hørlyck, kravdi hin­ vegin frídøming, tí Eikin ikki var eitt serskilt fyritøku­ navn. Sama navn Í síni proceduru segði sak­ førarin hjá Eikini, Sigmund Poulsen, at talan var um eitt og sama navn, og at Eikin hevði dagligar trupulleikar av tí at nøvnini koma í bland hjá fólki. Hann nevndi dømið, har Eikin fær pantifráboðan frá skattavaldinum, ið rættliga skuldi verið borin í bankan í staðin fyri. ­ Tað er neyðugt, at málið verður viðgjørt út frá før­ oyskum viðurskiftum. Vit eru í veruleikanum at meta við ein danskan provinsbý, bara meira viðkvom. Tær 20 sakirnar, sum eru lagdar fram í rættinum svara til 2000 líknandi í Danmark, segði Sigmund Poulsen. Hann vísti á, at talan var um sama navn, bundið í øðr­ um førinum og óbundið í hinum. Tað eru tríggir lutir, sum eru viðkomandi fyri málið, og hin fyrsti er aldargamli grundsetningurin um, at øll hava rætt til sítt egna navn uttan vanda fyri, at verða blandað við onkran annan. Tað næsta er partafelags­ lógin sum krevur, at feløg hava nøvn, sum ikki kunnu blandast við onnur, og hitt triðja er, at eitt partafelags­ navn kann blandast við eitt vørumerki. ­ Vit hava einki ímóti, at Eik Banki brúkar tað heitið, men vit krevja, at bankin gevst við at nýta Eik sum vørumerki, segði Sigmund Poulsen. Multichoise-dómurin Sakførarin hjá Eikini vísti síðani til nakrar dómar í Danmark, sum í stóran mun relatera til sakina hjá Eikini móti Eik Banka. Hann vísti á, at uttan mun til, um Eik Banki hevði skrásett vørumerkið ella ikki, so hevði sakin endað í rættinum kortini. Sigmund Poulsen dró ser­ liga eitt mál fram, sum var fyri í Hægstarætti í Dan­ mark í 1999. Málið snúði seg í stuttum um, at ein fyri­ tøka fekst við at framleiða ymiskt til prýðis, og hendan fyritøka nevndi seg Multi­ choise. Seinni stovnaði ann­ ar handilsmaður fyritøku, sum nevndist Multichoise Danmark. Fyrra fyritøkan stevndi við kravi um, at nýggja fyri­ tøkan ikki slapp at nýta navnið Multichoise. Málið endaði sum nevnt í Hægsta­ rætti, har avgerðin varð, at dómararnir góvu saksøkjar­ anum viðhald. Hetta hóast fyritøkurnar høvdu hvør sítt arbeiðsøki (branch). Sigmund Poulsen metti, at talan var um sama slag av máli, og at tað tí átti at verða sama slag av dómi. Ikki sernavn Verjin hjá Eik Banka, kendi danski sakførarin, Erik Hør­ lyck, kravdi hinvegin frídøm­ ing. Hann legði serligan dent á, at Eikin ikki var nakað sernavn, og at møblasølan í veruleikanum kundi rokna við at koma út fyri feilupp­ ringingum og øðrum. Somuleiðis vísti hann á, at talan var um eitt fyritøku­ navn mótvegis einum vøru­ merki, og at bæði vørumerkja­ lógin og partafelagslógin siga í meginregluni, at talan skal vera um partafeløg inn­ an sama arbeiðsøki og vøru­ merki innan sama arbeiðsøki, fyri at nakar kundi dømast at gevast við at nýta ávís vøru­ merki. Eisini hann hevði dómar at vísa til, sum sjálvandi stuðlaðu undir hansara argu­ mentir, men hann sló fleiri ferðir fast, at Eikin ikki var nakað sernavn, men bert navnið á einum træi, og hann nærmast róði upp und­ ir, at Eikin skifti navn til eitt nú Møblasølan Eikin. Hann vísti – kanska eitt sindur óviðkomandi – á, at Danske Bank ikki kundi forða øðrum fyritøkum í at nýta heitið »danske«. Erik Hørlyck segði, at tað í hesum førin var greitt, at ein fyritøka ikki kundi leggja seg á eitt heiti, fyri at forða øðrum fyritøkum at menna seg. Dómarin vildi vita, um royndir vóru gjørdar at finna eina loysn millum partarnar, og tað varð vátt­ að, um enn úrslitaleyst. Hann fer nú at taka málið upp til dóms, men gav ong­ ar ábendingar um, hvussu úrskurðurin fór at verða. ­ Málið kann falla báðar vegir, var einasta dómarin Jóhannes Madsen vildi siga. Dómur fellur sum nevnt seinni. Eikin plágast av Eik Eikin hevur stevnt Eik Banka fyri at nýta vørumerkið Eik Myndir: Álvur Haraldsen Sølurás á Skála um vikuskiftið Sølurásin 2008 verður í høllini á Skála 1. Og 2. November. Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri. Stevnan hevur altíð verið væl vitjað, og er høllin fullsett við framsýnarum. Eisini verður ymiskt undirhald báðar dagarnar. Nevnast kann, at leygardagin verður gyklarin Ásbjørn og Freki Finn og seinni koma Juliannu Boys og countrykongurin Hallur Joensen at undirhalda. Sunnudagin verður eisini ymiskt. Her kann nevnast, at tað verður gospel við Effata kórinum. Stórt vørutombola verður uppi í bygdarhúsinum Seinni á degnum kemur Trøllafamiljan at vitja og Jens Marni Hansen kemur á pallin at syngja. Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin. Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin. Høvuðsvinningurin eru tveir kekkar á 5.000 krónur (trekt tvær ferðir) millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin á Sølurásina 2008, heilsa fyrireikararnir.