hósdagur 30. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 209 - 30. oktober 2008
Stuðulstiltak
Í sambandi við byggingina av nýggja Blákrossheiminum, verður
skipað fyri stuðulskonsert í Vesturkirkjuni. Jens Lisberg, sum er
kendur sum Mr. Country, kemur at framføra. Kristel Lisberg,
dóttir hansara, verður eisini at hoyra. Hóast sín unga aldur hevur
hon góðar royndir á tónleikapallinum. Umframt hesi bæði
framførir gospel-kórið VOX, bæði av sínum egnu sangum og
saman við øðrum. Og Martin Joensen sleppur eisini framat.
Konsertin verður 8. novembur klokkan 20 og er ókeypis. Høvi
verður tó at lata eina gávu til nýggja Blákrossheimið.
22 ára gamal Birtia
Lilja Simonsen, dóttir
Wivicu Birch og
Kára Simonsen úr
Havn vann seinasta
vikuskifti danmarks
meistaraheitið sum
frisørlærlingur.
Hon luttók og fekk
heiðursmerki í fleiri
kappingum. Her er
hon saman við einum
av modellunum, sum
hon hevur gjørt hár
hjá Bitita Lilja er
aftara á myndini.
hárfríðkan
Jústinus L. Eidesgaard
justinus@olivant.fo
22 ára gamla Birita Lilja
Simonsen úr Havn vann
seinasta
vikuskifti
dan-
marksmeistaraheitið í langt-
hársklipping. Birita Lilja
lærir til frisør og hevur
verið undir útbúgving í
hálvtannað ár av fýra.
-Hetta var heilt ótrúligt.
Eg kom heim aftur við fýra
heiðursmerkjum,
sigur
Birita Lilja, ið er dóttir
Wivicu Birch og Kára
Simonsen úr Havn. Í løtuni
gongur hon á
á Style and Wellness Col-
lage í Aalborg, og soleiðis
verða tekniskir skúlar kall-
aðir í dag. Tað var hesin
skúlin, sum stillaði Biritu
Lilju og nakrar aðrar upp til
kappingina um danmarks-
meistaraheitið,
sum
var
hildið á Fyn seinasta viku-
skifti.
Tekniskir
skúlar
kring Danmark stillaðu 56
næmingar upp og Birita
Lilja endaði ovast í disiplin-
ini at klikka longum hári.
-Eg gjørdist eisini numm-
ar tvey í kappingini “Cut
and Color”. Í hesi kapp-
ingini vóru bæði næmingar
og útlærdir frisørar. Eg
luttók eisin á einum liðið
frá okkara skúla og har
gjørdust vit nummar tvey.
Disiplinin her var langhárs-
uppseting og bombage, sum
er eitt slag av gamaldags
føning fyri harrar. Á hesum
liðnum var eg yngst, hinar
vóru triðjaárslærlingar, sig-
ur Birtita Lilja.
Trúgv móti sær
sjálvum
Birita Lilja er ein dama við
bein í nøsini og hon er trúgv
móti sær sjálvum. Hon hev-
ur búð niðri seinastu 10
árini og hon hevur gingið í
skúla. Hon lærir væl og
fekk gott studentsprógv.
Heimurin lá opin fyri henni
og hon kundi velja hvørja
útbúgving tað skuldi verða
innan hægri lesnað.
-Eg fór til Aberdeen í
Skotlandi at lesa sálarfrøði.
Systir mín Guðrið hevur
lisið sálarfrøði í Skotlandi
og eg hugsaði, at eg vildi
eisini prøva. Í Skotlandi
fann eg út av hvat eg veru-
liga vildi. Tað eg skuldi
gera skuldi vera ordiliga
skeg. Tað skuldi verða okk-
urt eg brendi fyri og sum eg
tímdi av innasta hjarta.
-Tit kunnu ætla at míni
nærmastu undraðust, at eg
fór í handverkaralæru. Bab-
ba var ikki vilt imponer-
aður. Øll høvdu roknað við
at eg fór undir hægri lesnað
og eg ætlaði eisini at byrja
við at lesa til sjúkrarøktar-
frøðing. Men eg slapp ikki
av við spurningin inni í
mær sjálvum, tími eg hetta
ella er tað nakað, sum eg
nógv heldur við. Frisørfakið
er ógvuliga spennandi fyri
meg og at enda tók eg egnu
avgerð. Eg legði einki í hvat
hini søgdu. Eg havi nú verið
í læru í hálvt annað ár og eg
havi ikki angrað tað eina
løtu, sigur Birita Lilja
Simonsen.
Vil verða stylistur
-Eg haldi, at tað at fyrireika
seg til kappingar eru sera
mennandi fyri meg. Eg havi
ikki ætlanir bara at vera
frisørur.. Eg fari, tá ið eg
eri liðug at seta á stovn eina
stylistsalong og eg ætli mær
at mennast innan hetta fak,
sum ber í sær at styla frá
topp til tá, Birita Lilja
Tá ið Birita Lilja kom
heim aftur til Aalborg
seinasta sunnudag hevði
hon fýra pokalar heim við
aftur. Teir verða hentir, tá ið
hon fer at byggja karrieruna
upp í framtíðini.
Myndirnar í greini hevur
stolti pápin Kári Simonsen
tikið . Birita Lilja býr saman
við sjeikinum Kim í eini
íbúð í Aalborg.
Meistarin og modellin
Birita Lilja saman við
dukkuni og hárinum
sum gav henni fyrsta
plássið sum lærlingur í
danmarksmeistaraheitinum
Birita Lilja Simonsen saman við donskum modelli