Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 – Føroyskir arkitekt­ ar eru minst líka dugnaligir, sum danskir, sigur May­ finn Norð­oy, formað­­ ur í Arkitektafelag Føroya. Hann undrast yvir, at føroyskir byggiharrar velja danskar teknistovur fram um føroyskar Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjár varð kunngjørt at eldradepilin, ið skal byggj­ ast á trøðni hjá Júst Sivert­ sen yviri við Strond, er fallin danska felagnum Arkitema í lut at tekna. Hes­ in stovnurin er bara tann seinasti í røðini av fleiri ný­bygningum, ið fella donskum fyritøkum í lut at tekna. Mayfinn Norðoy, ið er formaður í Arkitektafelag Føroya, hevur áður funnist at føroyskum byggiharrum, ið velja danskar teknistovur framum føroyskar tekni­ stovur. ­ Trupulleikin er ikki at føroyskir arkitektar eru minni dugnaligir enn dansk­ ir. Statistikkurin vísur at føroyskar teknistovur gera færri byggigølur enn tær útlendsku, ið verða ný­ttar her. Hygg bara at millum annað Hoyvíkshøllini, har stórir trupulleikar vóru við takinum. Eisini eru fleiri onnur dømi um, at feilir verða gjørdir, har danskar teknistovur eru íblandaðar, sigur Mayfinn Norðoy. Størri merkir ikki betri Tann veruligi trupulleikin er sambært Mayfinn Norð­ oy ikki at føroyskar tekni­ stovur gera eitt verri arbeiði enn aðrar, men heldur støddin á føroyskum tekni­ stovum, ið kanska ofta hava ilt við at fylgja við byggi­ harranum. ­ Men tað er ein trupul­ leiki, ið lættliga kann loys­ ast. Vit hava eisini tekni­ stovur, ið telja upp í 16 fólk, og tá skuldi eingin trupul­ leiki verðið. Útlendsku teknistovurnar hava kanska upp móti 200 fólk í starvi, men hetta merkir ikki at tey seta so nógv fólk av til eitt arbeiði. Tær seta kanska ein bólk uppá 5 til 6 fólk av til at arbeiða við málinum, og tað er nakað vit eisini meg­ na. Tað krevur bara nakað av byggiharrunum og arki­ tektunum, at teir seta seg niður saman og finna eina loysn, sigur Mayfinn Norð­ oy, formaður í Arkitektafelag Føroya. Mayfinn Norðoy fý­list eisini á, at mann í niður­ gangstíðum velur at senda, í hesum førinum fimm, milliónir krónur av peningi hjá skattaborgarunum av landinum. Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð­ vísir aftur, at kommunan tilvitað­ velur danska fyri­ tøku framum før­ oyska. – Alt er farið­ rættvíst fram, sigur Halla Samuelsen, for­ kvinna Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sambært forkvinnuni í sosialu nevnd hjá Tórs­ havnar bý­ráð fór alt rætt­ víst fram, tá uppskotini um ný­ggja eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond, vórðu viðgjørd. Innkomin vóru fimm uppskot um at byggja eldradepilin, og tey fingu øll somu viðgerð. ­ Vit fingu fimm upp­ skot inn, og tey vórðu so øll hongd upp og viðgjørd. Dómsnevndin visti ikki hvør átti hvat uppskot, meðan vit viðgjørdu upp­ skotini. Tey fingu hvør sítt nummar, og síðan gingu vit runt og hugdu eftir upp­ skotunum og góvu teimum stig, alt eftir hvussu góð vit mettu tey vera, sigur Halla Samuelsen, forkvin­ na í sosialu nevnd hjá Tórshavanr bý­ráð. Øll somu viðgerð Útfrá teimum krøvum, ið vórðu sett til ný­ggja eldra­ depilin, gav dómsnevndin innkomnu uppskotunum stig. Tey stigini vórðu givin útfrá millum annað hvat tilfar verður ný­tt, um svimjihylur var við, parkeringsviðurskiftum og kostnaði. ­ Vit ynsktu eisini at íbúðirnar skuldu venda út móti Nólsoyarfirði, og tað vóru ikki allar, ið gjørdu tað. Harafturat var okkurt uppskot í tveimum hædd­ um, og tá hugsaðu vit mill­ um annað um starvsfólkini, vísir Halla Samuelsen á. Tá uppskotini vóru liðugt viðgjørd, vórðu stig­ ini tald saman, og tað upp­ skotið við flest stigum, gjørdist vinnarin. ­ Tá kundu vit síðani lata brævbjálvan upp og finna útav, hvør átti besta uppskotið, og tað vísti seg so í hesum førinum at verða eitt danskt felag, nevnliga Arkitema. Sostatt hava øll uppskotini fingið somu viðgerð, og dóms­ nevndin valdi besta upp­ skotið burturúr mongdini á mest rættvísa hátt hugs­ andi, sigur Halla Samuel­ sen, ið er forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórs­ havnar bý­ráð. Fimm milliónir krónur eru settar av komandi ár til at projektera eldra­ depilin, umframt at nevnd­ in hevur samtykt eina fimm ára ætlan, har 38 milliónir verða settar av til økið næstu fimm árini. Øll uppskotini hava fingið somu viðgerð, og dómsnevndin valdi besta uppskotið burturúr mongdini á mest rættvísa hátt hugsandi, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd Alt farið rættvíst fram - Trupulleikin er ikki at føroyskir arkitektar eru minni dugnaligir enn danskir. Statistikkurin vísur at føroyskar teknistovur gera færri byggigølur enn tær útlendsku, ið verða nýttar her, sigur Mayfinn Norðoy Minst líka dugnaligir sum danskir arkitektar Mynd úr uppskotinum hjá Arkitema ið vann kappingina Kafé Blákrossstovan 10 ár Tann 4. novembur eru 10 ár liðin síðan Kafé Blákrossstovan lat upp í Kongagøtu 8 í Havn. Blái Krossur rekur hesa kaféina sum eitt tilboð til núverandi og fyrrverandi rúsmisný­tarar og onnur, sum hava áhuga í einum rúsfríum stað, har tað ber til at keypa sær ein drekkamunn og okkurt afturvið. Eisini verður kaféin nógv brúkt, til at sita og práta í hugnaligu hølunum. Tað eru eisini møguleikar, um tað er ynskiligt at samrøðan skal vera í trúnaði, tí aftanfyri kafeina er samtalurúm.Seinastu árini hevur kaféin boðið eina ókeypis máltíð hvønn leygardag í vetrarhálvuni. Viðhvørt er tað suppa, men turr grind ella turrur fiskur verður eisini serveraður til stóra gleði fyri tey vitjandi. Í samband við 10 ára dagin verður almenn móttøka í Kafé Blákrossstovuni í Kongagøtu 8 tý­sdagin 4. november frá klokkan 15 til 18.