Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 Í hesum døgum verður seinasta hondin løgd á arbeiðið við fíggjarætlanini fyri 2009 hjá Klaksvíkar kommunu. Fíggjarstøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Klaksvík: Fram er komið, at fíggjarstøðan er ikki ov góð, og at býráðið tí hevur tvinnanda kostir í at velja: Annaðhvørt spara ella hækka skattin. Ella kanska gera bæði tvey. Tað er hetta sum arbeitt verður við í løtuni, og sum fyrst kemur alment fram, tá býráðsfundur verður aftur í Klaksvík týsdagin í kom­ andi viku. Lítil ivi man vera um, at klaksvíkingum flest dáma illa at skula gjalda meiri í skatti. Og tað fekk Sosialur­ in eisini fullgott prógv fyri, tá vit hittu nakrar klaks­ víkingar í kiosk Vár seinna­ partin í gjár. Semja var um, at avgerð býráðið at hækka skattin, so er tað ein skeiv avgerð! Skeivt at hækka skattin í Klaksvík Diana: - Ov galið Diana Johannesen var eisini til arbeiðis í kiosk Vár seinnapartin í gjár. Hennara viðmerking til spurningin var stutt og greið: - Tað er ov galið, at vit nú skulu til at gjalda meiri í skatti. Nógvar familjur gjalda longu nógv í skatti, og spurningurin er, um øll fara at klára tað við einum hægri skattaprosenti. Eli: - Gjaldi nokk sum er Seinnapartin í gjár fór Eli Arge Borgarklett eitt lítið ørindi í kiosk Vár. Hann fekk eisini sama spurningin: - Hvat heldur tú um, at Klaksvíkar kommuna ætlar at hækka skattin? Eins og hjá hinum var svar hansara ikki at fara skeivur av: - Tað haldi eg lítið um. Eg eri lærlingur, og eg haldi meg longu nú gjalda nokk sum er. Jóhanna: - Rotið at gjalda meiri Við diskin í kioskini arbeiðir Jóhanna Hammer. Hon fekk eisini sama spurningin. - Eg haldi, at vit gjalda nóg nógv í skatti sum er. Tí er tað bæði rotið og langt úti, at skattaprosentið nú skal hækka. - Hinvegin er støðan so vánalig sum teir siga, so eri eg sjálvandi sinnað at hjálpa til við at fáa alt upp á føtur aftur. Vit hava tað í øllum førum gott í Føroyum. Piddi: - Áttu at dugað betri Uttanfyri kioskina sat klaksvíkingurin Piddi Vágsá í serbygda akfari sínum og krokaði fyri einum frekum æli. Hann fekk spurningin: ­ Hvat heldur tú um, at Klaksvíkar kommuna ætlar at hækka skattin? Svar hansara kom beinanvegin: ­ Tað haldi eg lítið um! ­ Eg haldi, at teir áttu at dugað betri at arbeitt við okkara pengum! Kendur Kirkegaard-granskari á Lindini Tey, ið dáma væl alt tað, sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin Søren Kirkegaard lat úr hondum, fáa ein gyltan møguleika at hoyra ein serfrøðing á økinum greiða frá sínum »royndum« við kenda dananum, sum livdi í 19. øld. Tá fer nevniliga útvarpsrásin Lindin at hava eitt prát við prestin, Anders Kingo (myndin) sum millum annað hevur givið út eina bók um Kirkegaard, har hann vísir á, at hesin eisini hevur ein boðskap at bera fólki í dag, 150 ár eftir at hann andaðist. Anders Kingo gjørdist í 1995 doktari í gudfrøði júst um Kirkegaard, sum metti seg at vera eina rødd sum skuldi rópa boðskapin út, 300 ár eftir at Luther livdi. Sum skilst verður í løtuni arbeitt við at fáa Anders Kingo til Føroyar, og sum skilst fer hetta eisini at eydnast í vetur. Fríggjadagin klokkan 16:30 verður so høvið at fáa ein forsmakk upp á tað, sum hesin 53 ára gamli presturin hevur at bera fram. Hann er í løtuni prestur við Ullerup Kirke. Her hevur hann virkað síðani í 1991.