Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 30. oktober 2008 13 Bill Justinussen førdi í farnu viku av tingsins røð­arapalli fram, at søgulig fakta eru syrgilig, tá ið­ talan er um kvinnur í politikki. Tí har sum kvinnur hava verið­ uppií, hava verið­ tiknir upp spurningar sum liberaliser­ ing av rúsdrekkalóggávu, 266b og fosturtøka. Í sama við­fangi sigur hann seg vera øgiliga ivasaman í, um tað­ altíð­ er rætt at fáa kvinnur at taka lut í politikki. Siðspilla? Um spurningar sum libera­ lisering av rúsdrekkalógini, menniskjarættindi hjá minnilutabólkum og polit­ isk við­gerð­ av fosturtøku­ lóggávuni, ið­ er frá 1959, veruliga eru skað­iligir fyri okkara samfelag, má hvørt einstakt menniskja taka støð­u til. Sjálv eri eg sann­ førd um, at slíkir spurning­ ar eru við­komandi fyri nógv menniskju, sum búleikast ella ynskja at búleikast í Føroyum. Og at politikarar eru, sum taka hesar spurningar upp til við­gerð­ar, er eitt tekin um, at politiska kjakið­ gerst alt fjølbroyttari og í alt betri samsvari við­ okkara samtíð­ og við­ tað­, sum rørir seg í einum samfelag í 21. øld. Álvaratos ella ørvitistos? Tað­ er ikki hvørt gildi, tú skalt fara til og hvørt orð­, tú skalt svara til! Útsøgnir sum tann hjá Bill Justinus­ sen um, at konufólk í politikki standa fyri eini vandamiklari politiskari kós, eru ikki eyð­sæddar at svara uppá, tí at tær eru so burturi úr vón og viti, at her flættast ikki við­. Vit sóu í Degi og Viku mánakvøldið­ 27. oktober, at bæð­i Bill Justinussen sjálvur og konufólk í Mið­­ flokkinum bóru í bøtuflaka fyri tí, sum hann hevð­i ført fram av tingsins røð­arapalli 22. oktober. Spurningurin er, um hetta merkir, at eingin orsøk er til at taka tað­, sum Bill Justinussen sigur í tinginum, í álvara. Kamartónin Okkara háttvirda løgting hevur eina tingskipan, har ásett er, hvussu arbeið­ið­ í tinginum eigur at fara fram. Sambært hesi ting­ skipan er ein av uppgáv­ unum hjá formanninum at ansa eftir, at alt er í góð­um skili, og at við­gerð­in er virð­ilig. Vanliga fáa ting­ fólk átalu, tá ið­ tey av tingsins røð­arapalli gera so álvarslig mistøk sum at umtala onnur tingfólk við­ fornavni ella venda sær beinleið­is til onnur tingfólk uttanum formansskapin. So tað­ undrar stórliga, at ikki eitt kis var at hoyra hað­ani eftir orð­afloymin frá Bill Justinussen, sum eftir mínum tykki var alt annað­ enn virð­iligur. Javnstøða – eisini í politikki At útsøgnir, sum seta spurnartekin við­ politiska førleikan og moralska skynið­ hjá føroyskum konufólki, sleppa óátalað­ar gjøgnum formansskapin, sigur okkum ein heilan hóp um arbeið­sumstøð­urnar hjá hinum kyninum á Føroya løgtingi. Og tað­ sigur okkum enn meira um, hvussu stóran týdning javnstøð­a millum kyn hevur í politikki. Við­ øktari javnstøð­u í føroyskum politikki fáa slíkar avoldað­ar og nið­r­ andi útsøgnir eitt skikkað­ mótspæl. Slíkt mótspæl er neyð­ugt, soleið­is at karmarnir um føroysku tilveruna kunnu mennast fyri at rúma øllum teimum menniskjum og øllum teimum við­urskiftum, sum skulu til, fyri at vit sum land og sum fólk við­ for­ tíð­ini sum grundarlagi skulu megna at lofta samtíð­ini fyri at koma væl inn í framtíð­ina. Bill og konufólkini forkvinna í Javnstøðunevndini Kristianna Winther Poulsen Tørvurin á bátaplássum í Tórshavnar kommunu hevur verið­ støð­ugt vaks­ andi seinastu árini, og íalt munnu útivið­ 300 umsókn­ ir liggja hjá kommununi í løtuni um bátapláss. Sum er eru 654 teymar og brúgvapláss í kommun­ uni: 526 í Havn og á Argj­ um, 74 í Kollafirð­i og á Signabø, 13 í Kaldbak og Kaldbaksbotni, 25 í Nólsoy og 16 í Hesti. 10 bátapláss eru tøk í løtuni, 6 í Hesti og 4 í Nólsoy. Í øllum hinum plássunum er tørvur á bátaplássum: 265 í Havn/ Argjum, 8 í Kollafirð­i/ Signabø og 9 í Kaldbak/ Kaldbaksbotni. Á Hvítanesi, í Hoyvík, á Velbastað­, í Kirkjubø og Norð­radali eru eingin beinleið­is bátapláss, men har er lending og privat neyst. Í Syð­radali er hvørki lending ella neyst. Gamlarætt Í sambandi við­ at Kirkju­ bøar kommuna í 2005 legð­i saman við­ Tórshavn­ ar kommunu, søkti Tórs­ havnar havn Landsverk um loyvi at hava bátapláss á Gomlurætt, men fekk noktandi svar. Tó fingu vit loyvi ­ fyri eitt árligt gjald upp á 20 tús. kr. ­ at hava eina flóti­ brúgv liggjandi har til bát­ ar, ið­ sigla við­ ferð­afólkum millum Gomlurætt, Hest og Koltur. Sum grundgeving fyri ikki at vilja eftirlíka um­ sóknini um onnur báta­ pláss, vísti LV m. a. á, at hetta fór at darva skiparun­ um á Teistanum at fáa lagt skipið­ at bryggju. Tí undrar tað­ meg eitt sindur nú at lesa í Sosiali­ num (28/10­08), at skipari á Teistanum verð­ur endur­ givin fyri at siga, at teir als ongar trupulleikar hava av bátunum, sum í áravís hava ligið­ har, men sum LV nú brádliga vil hava burtur við­ sera stuttari freist. Annars er skipanin við­­ víkjandi bátaplássum tann, at borgarar á plássum, har eingin bátapláss eru, kunnu søkja um bátapláss á nærm­ asta stað­i. Kirkjubøur, Velbastað­ur og Syð­radalur hoyra í hesum sambandi til Tórshavn/Argir og Norð­ra­ dalur til Kollafjørð­/ Signabø. Langtíðarætlan gjørd Til tess at nøkta tørvin á bátaplássum í kommununi hevur Tórshavnar býráð­ í einari langtíð­arætlan gjørt av at seta 5 mió. kr. av um árið­ til útbygging av smá­ bátahavnum/smábáta­ plássum. Sambært ætlanini, ið­ fevnir um stívliga 300 bátapláss íalt og sum er mett at kosta millum 50 og 60 mió. kr. tilsamans, skulu 90 bátapláss útvegast aftrat á Argjum, 150 í Ála­ keri, 23­43 í Gomlurætt og 50 pláss í verandi bátahyli á Signabø. Ætlanin er at byrja á Argjum (umsókn um loyvi liggur hjá yvirfrið­ingar­ nevndini). Næst í røð­ini er Álaker, síð­ani Gamlarætt og at enda Signabøur. Rað­­ festingin er gjørd eftir, hvar tørvurin á bátapláss­ um er størstur. Bátapláss á landi Støð­an við­ bátaplássum á landi líkist nógv støð­uni við­ bátaplássum á sjónum, og tí verð­ur eisini arbeitt við­ at útvega fleiri bátapláss á landi, herundir eisini at leiga út til vetrarparkering av bátum, eins og parkering av bátavognum. Samanumtikið­ ein stór, umfatandi, men neyð­ug ætlan, skulu vit megna at nøkta tørvin á bátaplássum og harvið­ eisini økja um trivnað­in hjá tí alsamt vaksandi hópi av borgar­ um, sum hevur hetta sum frítíð­arítriv. Vísir tú mær álit á býráð­svalinum týsdagin 11. november, kanst tú vera vísur í, at hesar ætlanir ikki enda í eini skuffu eftir valið­, men tvørturímóti verð­a framdar í verki eftir omanfyri nevnda leisti. Stívliga 300 bátapláss í umbúnað býráðslimur og valevni á Lista E leivur hansen Hugdi eftir kjakinum í SVF hetta kvøldið­, kringvarpslógin var til við­gerð­ar. Løgin sending, ið­ eftir mínari meting undirstrikar týdningin av, at Kringvarp­ ið­ eigur at hava strangar reglur at ganga eftir, ella onnur skipan eigur at vera roynd. Tí hvørgin av politikar­ unum, ið­ vóru við­ í send­ ingini, vóru við­ at sam­ tykkja lógina um Kring­ varpið­. Var tað­ av tilvild, ella av bráddum huga? Eg haldi ikki, at handan sendingin borgar fyri tí neyð­uga óheftni ella marg­ faldni í tíð­indaflutning­ inum, ið­ vit eiga at krevja av Kringvarpinum sum einasta almenna public service stovninum i Føroyum. Var tað­ eitt hvørt annað­ evnið­, ivist eg ikki í, at Kringvarpið­ hevð­i við­gjørt tað­ væl meira kritiskt. Hvussu hevur Kringvarpið­ ikki tugt og tanlað­ summi tilvildarlig tíndini í eina heila viku, tá talan hevur verið­ um onnur evnir? Men hesa ferð­ var tað­ teirra egna verð­, var tað­ tí, at kritiska røddin ikki kom til orð­anna? Eg skal tó við­ganga, at tað­ kanska ikki er rætt at lóggeva, at Kringvarpið­ hevur tvær óheftar tíð­inda­ redaktiónir, men samskipar arbeið­skreftirnar fyri at fáa sum mest burtur úr, so vit ikki hoyra og síggja somu tíð­indini í báð­um mið­lun­ um sama kvøld. Men so má spurningurin setast: Hvussu tryggja vit okkum so margfaldni í loftbornu mið­lunum? Her eru eftir mínari meting tveir møguleikar: Antin nokta almenna Kringvarpinum at hava kunngerð­ir og handils­ lýsingar, soleið­is at alterna­ tivir mið­lar (í løtuni Rás 2­ radio­ og Rás 1­televarp) kunnu nýta hesar inntøku­ møguleikar at skapa Kringvarpinum kapping. Ella at veita Rás 2 og Rás1 fíggjarligan stuð­ul, so hesi kunnu vera við­ í kappingini framyvir. Tí kapping krevst, skulu vit hava munadyggar loftbornar mið­lar! Eg eri vísur í, at endar tað­ við­, at Rás 2 bukkar undir fíggjarliga (og Rás 1 hjá Televarpinum eisini), so stendur ikki so væl til við­ bert einum Kringvarpi við­ einari tíð­indaredaktión. At enda skal eg siga, at eg eri glað­ur fyri, at Helena Dam á Neystabø, mentamálaráð­harri, í omanfyri nevndu sending segð­i, at hon vildi lata allar partar – eisini teir løgtings­ limir, ið­ gjørdu lógina um Kringvarp Føroya – koma til orð­anna, áð­renn hon ger sinar nið­urstøur í hesum týdningarmikla máli. Ein ella tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum sofus Debes Johannesen