hósdagur 30. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 209 - 30. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 1. november
verður
mamma
okkara,
Marna Nolsøe Joensen á
Eiði, 80 ár.
Marna er fødd á Tvøroyri
01.11.1928. Foreldrini vóru
Sanna Helena og Óli Nolsøe
og tey fingu børnini: Kaj
1927, Marnu 1928, Knút
1930 og John 1935. Kaj býr
á Sandi, Knút á Tvøroyri og
John, sum búði í Havn,
doyði í 2005.
Mamma vaks upp á Tvør
oyri og var farin í prelimin
erskúla, men gavst har, tí at
foreldrini valdu at senda
hana til Sumbiar til ommuna
og abban undir krígnum.
Knút fór til Hvalbiar, meðan
Kaj og John vóru heima hjá
foreldrunum.
Mamma var í Sumba í
tvey ár og hevur enn sterkar
kenslur fyri bygdini, eins
og Tvøroyri eisini fyllir
nógv í hennara huga. Hóast
hon hevur búð á Eiði í yvir
50 ár, so tosar hon ektað
suðuroyarmál enn.
Sum ung genta tænti
mamma á Tvøroyri og eisini
lærdi hon at seyma í eitt ár.
Seinni arbeiddi hon á ”sjúk
húsinum” til hon 19. nov.
1955 bleiv gift við pápa
okkara, Jákup Andreas Joen
sen av Eiði.
Tey búðu fyrst á Tvøroyri,
men bygdu hús á Eiði og
fluttu inn tann 5. juni 1957.
Mamma og pápi fingu 4
børn: Edvard 1956, Óluvu
1959, Karin 1963 og Annu
1969. Edvard býr í Sanda
vági, Óluva í Kollafirði,
Karin á Eiði og Anna á
Strondum.
Tá vit vóru smá, vóru vit
á Tvøroyri hvørja einastu
summarfrítíð á tamb. Tað
eru góð minni. Vit høvdu
ikki bil, so mamma og pápi
fóru við hesum 4 børnunum
í rutuni til Havnar, og so
kom pápi altíð við suður
við Smyrli, sum ofta vóru
buldrutir túrar. Tá so øll
vóru komin á pláss hjá
ommu í Suðri, fór pápi norð
ur
aftur.
Omma
hevði
hvørki heitt vatn, vaski
maskinu ella støvsúgvara,
men væl bar til kortini.
Mammu hevur altíð dámt
væl ítrótt, og hon spældi
hondbólt við TB sum ung.
Mest tosar hon tó um, tá
tær róðu kapp við Firvaldi
og blivu Føroyameistarar 3
ár á rað. Tað er sami bátur,
sum eitur Hulda í dag.
Mamma hevur ikki havt
lønt arbeiði, síðan hon bleiv
gift, men hennara partur av
arbeiði liggur ikki eftir. Vit
hava, bæði sum børn og
vaksin, havt ein ótrúligan
framíhjárætt at hava eina
sovorðna mammu. Tað tyk
ist, sum hon er eitt ævigt
gonguverk. Hon er ALTÍÐ
klár til ALT, sum vit biðja
hana um, og eisini er hon
ofta klár, longu áðrenn vit
hava talað orðið.
Mammu dámar sera væl
at fáa gestir og vit plaga at
arga hava við, at í hvussu er
allir suðringar hava verið á
gátt hjá henni og so ein
stórur skari av fólki afturat.
Mamma hevur altíð gjørt
mat til húskið pluss eitt
sindur afturat, so um man
kemur á gátt á middegi ella
nátturðatíð, so er altíð nóg
mikið til nøkur eyka. Með
an vit tosa um mat, so siga
børnini altíð, at alt smakkar
best hjá ommu.
Mamma hevur ikki koyri
kort, men tíbetur hevur hon
”privatsjafør”, tí pápi hevur
altíð verið óførur at koyra
mammu bæði higar og hag
ar. Men so má eisini sigast,
at mamma altíð hevur verið
har fyri pápa. Vit minnast,
tá pápi arbeiddi á Loran
støðini og hevði regluligar
vaktir og alt gekk so friðar
ligt fyri seg. Tað arbeiðið
bleiv niðurlagt í 1970 og tá
byrjaði pápi at rógva út. Tað
bleiv ein øgilig broyting
heima hjá okkum, tí nú
bleiv alt ótryggari, bæði
fíggjarligt og á annan hátt.
Tað var stórur munur á eini
fastari inntøku, og so at
skula liva av útróðri. Sam
stundis blivu arbeiðstíðirnar
hjá pápa óregluligar og
ofta, tá vit koma um portrið
hjá teimum hoyra vit enn
fyri okkum mammusa orð:
”Ikki klamsa, pápi tín svev
ur,
tí
hann
skal
til
útróðrar”.
Óansæð, nær pápi kom
heim, ella nær, hann skuldi
upp, ella nær vit komu úr
skúlanum, so var altíð heit
ur døgurði í varmaskápin
um.
Mamma hevur altíð verið
lívlig og havt áhuga í øllum
møguligum. Tá dansifelagið
á Látrinum bleiv stovnað,
byrjaði pápi beinan vegin at
dansa har, men mamma
kundi ikki, tí hon var so
ring av gikt. Sum 68 ára
gomul fekk hon eina nýggja
mjødn, og tá byrjaði hon at
dansa føroyskan dans!
Hóast vit øll hava vitjað
ofta aftur á Eiði, so hava vit
ikki verið so røsk at ferðast
leingi, sum mamma var, tá
vit vóru smá, men ommu
børnini hava øll elskað at
ferðast á Eiði, og hava verið
har bæði ofta og leingi.
Hon hevur stóran áhuga í
EBStreymi, men er ein av
teimum konunum, sum ikki
tora at koma til dystirnar.
Hon lurtar tó eftir útvarpin
um, og tá Formulaliðið 21.
oktober í ár spældi avger
andi dystin á Skála, var hon
so spent, at meðan hon lurt
aði, hevði hon bæði vaskað
gólv í køkinum og stovuni
og skift gardinur. Tá dystur
in so var vunnin og vit komu
til Eiðis, var ljós í hvørjum
vindeyga og eisini vóru
fløgg
sett
fram.
Fínur
nátturði var á borðinum,
sjálvt um vit øll skuldu til
Margáir at fáa suppu seinni.
Sjálvandi vóru mamma
og pápi ímillum tey 900
fólkini, sum vóru á gull
veitsluni hjá EBStreymi,
og tá hildu tey, at hóskandi
var at fara í klæðini, tey
vóru í, tá tey høvdu gull
brúdleyp í 2005, so pápi var
í gullslipsi eins og spælar
arnir á Formulaliðnum.
Góða mamma. Tú ert so
nógv fyri okkum øll. Nú
eru vit blivin til ein hampu
ligan flokk, eini 2530 í
tali, men mammusa hjarta
hevur altíð pláss fyri einum
afturat, og eins og vit føla
okkum elskaði av tær, so
elska vit teg øll sera nógv.
Hjartaliga tillukku á 80
ára
føðingardegnum
og
bestu heilsur senda vit eis
ini pápa.
Føðingardagurin verður
hildin í EBhúsinum á Eiði
leygardagin 1. november
frá kl. 10.00 og vónandi
koma nógvir gestir.
Børnini
Marna Nolsøe Joensen 80 ár
Tíðindaskriv
2. novembur er, sum øllum
kunnugt Alla Halganna
dagur. Flestu kirkjurnar í
Føroyum minnast hendan
dagin tey fólk, sum doyðu
á sjónum í farna árinum.
Felagið Pinkubarnadeyði
(er ikki til longur) tók stig
til slíka gudstænastu á
fyrsta sinni í nov. 97. Undir
tøkan var so góð, at vit
valdu at gera hetta sum ein
vakran og afturvendandi
sið, har øll kunnu minnast
deyða barn sítt – óansæð
nær og í hvørjum sambandi
barnið er deytt. Hóast fel
agið ikki er aktivt longur,
vilja vit virka fyri at guds
tænastan í november altíð
verður ein fastur siður.
Vit vita, at tá ið vit missa
eitt barn, missa vit ein part
av okkum sjálvum. Ein
part av okkara framtíð, ein
part av okkara samleika.
Vit náddu at knýta sterk
bond til børn okkara,
annaðhvørt tey vóru fødd
ov tíðliga, til tíðina ella vit
hava livað saman við
teimum.
Saman við børnunum í
familjuni – tey sum vóru
og tey, sum eru komin –
minnast vit tey deyðu
børnini við einum dámi av
góðsemi og fløvan. Einum
siði við ritualum, ið er við
til at binda bond ímillum
fortíð og framtíð.
Minningarhaldið verður
Alla Halganna sunnudag
2. novembur kl.16.00 í
Dómkirkjuni, har Sverri
Steinhólm, prestur prædik
ar. Guðrið Hansdóttir lut
tekur við sangi og tón
leiki.
Minningarhaldið verður
sum ein vanlig gudstæn
asta. Tað verður møguleiki
hjá teimum, sum hava hug
til tess at tendra eitt ljós,
fyri tí barnið, ið farið er.
Í dag liva vit í eini ment
an, har vit dagliga skulu
vísa skjótleika og fram
fýsni, sum prógv uppá, at
vit liva lívið til fulnar. Vit
geva okkum ikki stundir at
dvølja og sansa. Henda
sterka kenslan av felags
lagnu, gevur bæði foreldr
um og avvarðandi stundir
til at minnast børnini, ið
fingu eitt alt ov stutt lívs
skeið.
Tá ið vit tendra ljós í
kirkjuni fyri børnum okk
ara, er tað eitt tekin um
kærleika
og
at
børn
okkara enn lýsa í hjørtum
foreldranna.
Minningarhald fyri deyð børn