hósdagur 30. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Anna Kristina Dam
Schultz, ættað úr Vest
manna,
búsitandi
í
Albertslund
andaðist
mikudagin 22. oktober,
73 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Glostr
up kirke leygardagin 1.
november
klokkan
12.30.
Linda
Sandø
Wils
Poulsen, kona Petur
Olaf Poulsen, vanliga
nevndur Pidde, fer til
gravar
úr
Gilleleje
kirkju
hósdagin
30.
oktober klokkan 15.
Andlát og jarðarferðir
Pápi mín Kristinn Johnsson var ein
sjálvstýrismaður, sum var sera errin
av landi sínum, Føroyar. Honum
dámdi væl at vitja norðuri við Gjógv,
har hann hevði nógv góð minni frá
sínum ungu og eldri árum.
Pápi mín var ein góður pápi og
vísti tað í gerðum og orðum. Hann
var eitt menniskja, sum út frá sínum
lívstreytum og lívskorum gjørdi tað
besta fyri síni nærmastu. Hann var
ein fryntligur, trúgvandi og hjarta
góður maður við nógvari lívsmegi
og lívsgleði umframt einum óenda
ligum áhuga í øllum, sum lívið hevur
at bjóða. Hann elskaði at lesa bøkur
og hava drúgvar og djúpar samrøður
við onnur fólk um alt møguligt, tað
verið seg politikk, lívsáskoðan ella
vísind. Fótbóltur og ítróttur sum
heild hevði eisini hansara heilt stóra
áhuga.
Samstundis fari eg eisini altíð at
minnast pápa mín sum ein stoltan
mann við einum sunnum lívsstíli,
risasterkum vilja og drívmegi. Eitt
satt náttúrumenniskja, sum elskaði
langar gongutúrar í føroysku fjøll
unum. Eg minnist enn, tá eg sum
barn ein kaldan og vátan føroyskan
summardag var við honum á veg
niðan á Slættaratind, og komnir
hálva leið niðan fór eg at grenja um,
at eg var kaldur um føturnar. Hann
hugdi at mær og segði, at eg ikki
skuldi geva upp, fyrr enn vit vóru
komnir heilt niðaná. At enda komu
vit heilt niðan á toppin, og við vakra
útsýninum sat eg hjá honum, meðan
hann hitaði føturnar hjá mær, so túr
urin oman aftur skuldi verða lættari.
Men hann var ein treiskur maður.
Kenslurnar sótu ikki altíð uttaná, og
í mótráki tímdi hann ikki at brúka
tíðina til at taka synd í sær sjálvum.
Pápi mín var úr einum ættarliði, sum
sær eitt sindur øðrvísi upp á kenslu
lívið. Hann kundi flenna eitt sindur
eftir nútíðar menniskjanum, sum
altíð skal kjakast og viga alt eftir
kenslunum hjá fólki. Einaferð segði
hann mær, at nógv fólk í dag gráta
um ting í lívinum uttan at hugsa um,
hvussu gott tey í veruleikanum hava
tað.
Síðstu ferð eg møtti honum við
góðari heilsu, var tá familjan hjá
okkum kom saman, og eg fekk hann
við út at renna ein 6 kilometra langan
túr við heyggjarnar á suðurfjóni. Á
hesum rennitúrinum við róligari ferð
kundu vit kanska fáa møguleikan at
tosa um lívsins viðurskiftir. Men tá
vit byrjaðu, setti hann fulla ferð á
niðan gjøgnum ta fyrstu brekkuna
fyri at vísa mær, at hann framvegis
kundi fylgja við mær, sjálvt um hann
júst var fyltur 60 ár. At enda kom
hann tivandi aftan á mær á mál, og
eg var eitt sindur keddur av, at vit
ikki fingu prátað saman um lívið,
bara vit báðir. Men tá eg líti aftur,
vísti hann mær, hvussu tú við góðum
treysti
kanst
kempa,
líkamikið
hvussu nógv árini eru blivin. Pápi
mín var við til at geva mínum lívi
megi og fløva, og tað fari eg altíð at
vera takksamur fyri.
Tá eg møtti honum á sjúkrahúsinum
í Hvidovre, varð eg sera keddur um
at síggja mín enn lívsglaða pápa í
nógvari pínu. Djarvur stríddist hann
móti eini sjúku, sum ikki gav honum
nakran møguleika fyri at yvirliva.
Síðsti ferð eg sá hann við viti og til
reiðar áðrenn skurðviðgerðina, segði
hann við nógvari pínu við meg:
“Nær byrjar fótbóltskappingin?”
Hetta skuldu gerast hansara seinastu
orð við meg, og fyri mær kennist tað
ótrúligt, at hann kundi liggja har við
so nógvari pínu og hugsa um nakað,
sum eg setti so stóran prís uppá í
mínum gerandisdegi. Áhugin fyri tí,
sum var uttanfyri, fylgdi honum til
tað seinasta.
Pápi mín var sjúkur í 13 dagar og
vaknaði ongantíð frá skurðviðgerðini,
og eg haldi, at hann til tað seinasta
vónaði at yvirliva. Dagin eftir sovn
aði pápi mín stillisliga inn í deyðan
uttan nakrantíð at hava hoyrt dia
gnosuna krabbamein.
Sorgin
Eg siti í dag við eini kenslu av órætt
vísi, tí eg ikki fekk nóg nógva tíð
saman við honum, áðrenn krabba
sjúkan uttan ávaring tók hann frá
mær. Longsulin og sorgin um bara at
kunna tosa við og síggja pápa mín
einaferð afturat er ikki til at bera.
Sorgin um, at tað menniskjað ikki
er til longur, fer altíð at vera har,
men eg eri komin eftir, at tá tað er
eitt sindur fráliðið, kann sorgin um
tað at missa ikki máta seg við gleð
ina, ið var undan henni. Hetta fann
eg út av við at seta mær sjálvum
tann einfalda spurningin: “Vildi eg
havt verið hann fyriuttan og harvið
sloppið undan hesi sorgini?” Tað
vildi eg so avgjørt ikki, og í dag
stendur sorgin fyri mær sum heim
leysur kærleiki.
Eftir pápa mín sita mamma mín, 5
børn og 9 abbabørn.
Ærað verið hansara minni.
Julian
Pápi mín Kristinn Johnsson
Dagurin
30. oktober. Absalon. Er navnið á soni Dávids kongs.
Bíbilska navnið merkir faðir at friðinum.
At Harrin tekur og at Harrin gevur,
at ikki altíð vár er Hansar’ vegur
mong kenna, men tó sjáldan munnu skilja,
hví sorgarboð berast við Hans vilja.
Tann saknur og tann sorg er tung at bera,
at Kristin ei hjá okkum meir skal vera;
men minni góð vit eftir teg tó eiga,
sum skulu gjøgnum sorgina oss leiða.
Takk, at við gleði vit teg kunnu minnast,
takk, at bert ljós, góð minni um teg finnast,
takk fyri tíð í álvara og gaman,
sum her á foldum untist okkum saman.
Vit minnast, meðan smábørn enn vit vóru,
foreldur oss á bønarveingjum bóru,
og hornasteinin mundu okkum tryggja
hará vit lív várt síðan kundu byggja.
Tí vilja vit í vónloysi ei syrgja,
for náðarstreymum Harrin ei vil byrgja,
sum dagur er, so skal vár styrki verða
oss legst ei á meir enn vit kunnu bera.
At tínum kæru Harrin troyst vil bera,
sum nú teg fyri uttan mugu vera.
Vit biðja, og at Hann við lið teim stendur
ein dag vit møtast øll við himna strendur.
Jonnamostir, Jórun og Tórur
Takk til okkara kæra
Kristin Bærentsen