Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 209 - 30. oktober 2008 tíðindi Stutt Sagt Duldarfullur ringur á luftini Nógvir bilførarar á Reykja­ nesi í Íslandi bremsaðu, tá tá fyrradagin fingu eyga á ein løgnan ring uppi á luft­ ini. Fólk, sum vóru til gongu á leiðini, steðgaðu eisini á og stardu at hesum løgna fyribrigdinum. Onkur gitti ivaleyst, um Ísland mundi hava fingið vitjan uttaneftir úr rúmdini, men so var ikki. Fjølmiðlar­ nir vistu at siga, at ringurin var roykur, sum stavaði frá einari trygdarvenjing, sum trygdar­ og bjargingartæn­ astan á altjóða flogvøllinum í Keflavík hevði havt. Mill­ um annað høvdu teir sprongt eitt ella annað í luft­ ina, og tað var haðani, at roykringurin kom, skrivar Morgunblaðið. Bankastjóri í geglið Ein fyrrverandi tjóðbanka­ stjóri í Indonesia varð í gjár dømdur fimm ára fongsul fyri svik og fíggj­ arundandrátt fyri 11 milli­ ónir amerikanskar dollar­ ar. Sambært dóminum brúkti hann ein part av pengunum til at mutra nakrar politikarar. Tann 60 ára gamli Burh­ anuddin Abdullah var stjóri í indonesiska tjóðbank­ anum frá 2003 til mai í ár, tá hann noyddist at fara frá, tí ákæruvaldið kannaði skuldsetingar ímóti honum. Endin varð, at Burhanuddin bleiv ákærdur fyri at hava tikið 11 milliónir dollarar úr einum grunni hjá tjóð­ bankanum, og at hann í minst tveimum førum hevði mutrað tveir tingmenn. Hesir báðir sita nú í ind­ onesisku stjórnini, skrivar AP. Annar teirra er sum skilst verfaðir indonesiska forsetan, men tað er ikki greitt enn, um ákæruvaldið fer longri við málinum. Umframt tey fimm árini í fongsli skal fyrrverandi tjóðbankastjórin rinda 22.500 dollarar í bót. Hann boðaði alt fyri eitt frá, at hann var ósekur, og at hann ætlaði sær at kæra dómin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Politikkurin hjá Barrack Obama tykist sera óbúgvin, og tey vøkru orðini tykjast innihaldsleys Nicolas Sarkozy samb. ísraelskum blaði útlond Avgerðin hjá amer­ ikanska tjóðbank­ anum at lækka rent­ una hevur havt jaliga ávirkan á virðisbræva­ marknaðirnar kring heimin, og fleiri rentu­ lækkingar eru á veg Tann góða gongdin á virðis­ brævamarknaðunum í Evropa í gjár helt fram í dag, og serfrøðingar ivast ikki í, at tað var avgerðin hjá amerikanska tjóðbankanum at lækka rentuna eitt hálvt prosentstig, sum er orsøkin. Samstundis verður roknað við, at Evropeiski Miðbankin fer at lækka sína rentu í næstu viku, og at tjóðbankar í Japan og aðrastaðni fara at gera tað sama. ­ Rentulækkingin fer at geva meiri støðug viður­ skifti á marknaðinum kring heimin, og vit vænta eisini, at hetta verður galdandi her hjá okkum, sigur Anders Matzen, greinari hjá Danske Bank, við danska kring­ varpið. Dagurin í gjár royndist sera væl á marknaðinum í Keypmannahavn, og longu frá byrjanini í morgun hækk­ aði virðið á teimum flestu partabrøvunum. Hjá teim­ um størstu fyritøkunum var talan um hækkingar um 3,0 prosent, men hjá summum so sum bryggjarífyritøkuni Carlsberg og vindmyllufyri­ tøkuni Vestas var hækkingin millum 7,0 og 9,0 prosent. Tað skal tó sigast, at júst hesar báðar fyritøkurnar hava verið í sera ringum sjógvi á marknaðinum í seinastuni. Eusini eystanfyri Á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo hækkaði Nikkei­ vísitalið longu frá byrjanini í nátt 3,25 prosent, og tá marknaðurin lat aftur í morgun, var hækkingin komin upp á 9,96 prosent. Í Hongkong hækkaði partabrævavirðið 6,9 pro­ sent í nátt, og á marknaðinum í Suðurkorea kom hækking­ in heilt upp á 11,0 prosent. Harafturímóti var hækk­ ingin ikki so stór á markn­ aðunum í Shanghai og Singapore. Har hækkaði vísitalið ávikavist 2,0 og 2,5 prosent. Rentulækkingin virkaði Barrack Obama brúkti 30 milliónir krónur til 30 min­ uttir í amerikonskum sjón­ varpi í nátt, og so nógvar pengar hevur einki annað forsetavalevni brúkt upp á so stutta tíð fyrr. Sendingin, sum var ein reklamufilmur, var í bestu senditíð, og ser­ frøðingar eru á einum máli um, at hon var sera væl fyri­ skipað. Tann stóri spurning­ urin er, hvønn týdning hon fær á valið. Heldur óvæntað nevndi Obama ongantíð mótstøðumannin John McCain, men brúkti heldur teir 30 minuttirnar til at lýsa seg og sínar ætlanir. Tosaði fyri eina millión um minuttin Ein svenskur loftferðslu­ serfrøðingur væntar, at umleið 25 flogfeløg fara á húsagang í hesum árinum Sambært Anders Lind­ man er Sterling Airways ikki tað einasta flogfelagið, sum er komið í so ringan sjógv, at tað nmoyðist at gevast við virkseminum. Við Aftonbladet sigur svenski loftferðsluserfrøði ngurin, at tað eru alt ov mong flogfeløg, men at fíggjarkreppan fer at gera, at fleiri teirra verða noydd at gevast. Anders Lindman er ikki tann einasti, sum væntar fleiri húsagangir í loft­ ferðsluni. Espen Andersen á norska Handilsháskúlan­ um sigur við norsk bløð, at fleiri flogfeløg hava stórar trupulleikar í hesum døgum. ­ Feløgini hava lítlan og ongan vinning, og fleiri teirra fáa hjálp til at draga andan, sigur Espen Ander­ sen við Aftenposten. Anders Lindman og Espen Andesen siga, at tað kom ikki óvart á teir, at Sterling noyddist at seta síni flogfør. Millum feløg­ ini, sum eftir øllum at døma fáa somu lagnu, eru eitt nú Olympic Airways og Alitalia. 25 flogfeløg rúka afturat í ár Roykringurin uppi yvir Reykjanesi Mynd: Morgunnlaðið