hósdagur 30. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2008
17
tíðindi
Í dag, 30. oktober, eru liðin
35 ár síðan brúgvin um
Streymin varð latin upp fyri
almennari
ferðslu.
Atli
Dam, sum var løgmaður,
kvetti
snórin,
ið
varð
spentur tvørtur um brúnna.
Arbeiðið við at gera brúnna
byrjaði í mars 1971.
Brúgvin er 220 metrar
long og 9,5 metrar breið.
Koyribreytin er 7 metrar
breið og báðumegin er smøl
gongubreyt, 1 metur breið.
Mitt undir brúnni er sigling
arrenna, ið er 25 metrar
breið og klødd við bullverki.
Siglingarhæddin er á kyrr
indum 17 metrar.
Byggifelagið E. Pihl &
Søn, stóð fyri arbeiðinum
at gera brúnna og Lands
byggifelagið hevði eftirlitið.
Felagið Rambøll & Hanne
mann teknaði og projekt
eraði. Kostnaðurin varð
umleið 13 milliónir krónur.
Teir sum hildu røður
hendan dagin vóru: Mikkjal
Helmsdal, landsverkfrøð
ingur, Petur Zachariasen,
bygdaráðsformaður,
úr
Streymnesi, Jógvan Mørk
øre, bygdaráðsformaður á
Eiði, og Atli Dam, løg
maður.
Kelda: Myndaárbókin Árið ið fór
1973
Brúgvin um Streymin 35 ár
Nýggj mynd av brúnni um Streymin. Stórar broytingar eru farnar fram hesi 35 árini
Jens Kristian Vang
Myndin er tikin beint eftir at brúgvin varð latin upp fyri almennari ferðslu. Leggið til merkis at vegurin niðan til bergholið ikki er gjørdur