Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 209 - 30. oktober 2008 tíðindi Motorcrosskoyrarin, Kenneth Danielsen, fer á fundi sunnu­ dagin at greiða frá, hvussu tað er at koyra motorcross á semi­ professiónellum støði MOTORCROSS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sunnudagin verður áhuga­ verdur upplýsandi fundur um at koyra motocross á semi­professionnellum støði. Tað er føroyingurin Kenneth Danielsen, ið flutti til Danmarkar sum smá­ drongur, ið kemur at greiða frá, hvussu tað er at koyra motocross, hvørjar reglur og krøv, ið verða sett, hvørjir klassar og aldurs­ bólkar eru, hvussu er við­ líkahald og uppsetan av súkklu osfr. Kenneth Danielsen hevur sjálvur koyrt á semi­pro­ fessionellum støði í Dan­ mark, og hann hevur tikið súkkluna við til Føroya, so um veðrið verður tilvildar, verður framførsla av koyr­ ingini aftaná. Fundurin er almennur og verður á Tekniska skúla í Havn kl. 15, og øll eru væl­ komin. Fyriskiparnir vóna, at nógv áhugað møta upp og eisini foreldur at teimum, ið koyra, ella kundu hugsað sær at koyrt, tí sera umráð­ andi er, at eisini foreldrini hava eina vitan um hetta. Eisini pápin hjá Kenneth vera á fundinum, so høvi verður at fáa eitt prát við hann um, hvussu man sum foreldur kann stuðla børn­ um sínum. Kenneth greiðir frá um motorcross Nýggi ferðavinnu­ samskiparin í Suðuroynni metir, at oyggin hevur nógv at bjóða, men ymiskt má betrast og broytast, og parturin av útlendskum ferðandi, ið koma til Suðuroynna, má økjast FeRðavinna Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Samskipari er settur fyri ferðavinnuna í Suðuroynni. Eileen Sandá er sett í starv­ ið og byrjar hon tann 1. desember í nýggja starvi­ num. Móti streyminum Eileen Sandá er fødd og uppvaksin í Vági, men hevur lisið og búð uttanfyri landoddarnar, í Keyp­ mannahavn, og eisini nøkur ár í Havn, men fyri nøkrum árum síðani gjørdu hon og familjan av at royna eydnuna í Suðuroynni, og sostatt flyta úr miðstaðarøkinum, og í útjaðaran. Hon hevur ymsar starvs­ royndir, og hevur seinasta árið havt avloysarastarv í Vágs Kommunu. Nýggj avbjóðing Um nýggju avbjóðingina sigur Eileen Sandá, at nógv er at tríva í, men at nógv longu er, ið verður bjóða fram, ella er vert at bjóða ferðafólki. Eisini metir hon, at náttúran í Suðuroynni er vøkur, men at ymsir karmar kundu verið betraðir. Millum annað forða trongu tunnlarnir til Hvalbiar og Sandvíkar fyri, at størri bussar við ferðafólki sleppa tann vegin, og mugu slíkar ferðir tí skipast í smærri bólkum. Hon fegnast um, at seinnu tíðina er ymsikt hent, ið m.a. bjóðar Suðuroynna fram sum mál fyri upplivingarferðum, og at ymiskt annað er ávegis, tá umræður gistingarhús og mentanar­ tilboð. Eisini metir hon, at rímu­ ligt hevði verið at fingið campingpláss í Suðuroynni. Hon vísir á, at onki slíkt er í landinum, sum stendur mát við altjóða krøv, og her kundi Suðuroyggin gingið á odda. Eisini metir hon, at ov lítil partur av teimum útlendsku ferðandi, ið vitja í føroyum, leggja leiðina til Suðuroyar, og at hetta má broytast. Eileen Sandá sigur, at nakað av tí fyrsta, ið hon fer at gera, er at arbeiða við heimasíðu, ið lysir tilboðini í Suðuroynni. Eisini fer hon at tosa við tey fólk í oynni, sum fáast við ferðavinnu. Enn veit nýggi ferða­ vinnusamskiparin ikki, hvar haldast skal til, tí enn er ikki gjørt av, hvar skriv­ stovan hjá nýggja sam­ skiparanum skal vera. Suðuroyggin nógv at bjóða Eileen Sandá, nýsettur ferðavinnusamskipari í Suðuroynni Kenneth Danielsen er semi - professionellur motocrosskoyrari Mynd: Álvur Haraldsen