Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 Stór avgerð at taka Tað krevst sjálvandi sítt at vera leiðari fyri eini privatari kristnari sjónvarpsrás í Føroyum. Hetta er Anja Hansen fult greið yvir, tí sum hon sigur: - Tað er ein stór avgerð at gerast partur av leiðsluni í eini sjónvarpsstøð. Men hesa avbjóðingina taki eg fegin! Sjálv hevur Anja nærum fingið tann tøkniliga partin av einum miðli inn við móðurmjólkini, í samband við arbeiðið hjá pápanum og brøðrum hennara við Rás2 og sendineti teirra. Umframt henda partin, hevur Anja altíð hugt nógv eftir útlendskum kristiligum sjónvarpsrásum, og hevur sjálv einar 15- 20 slíkar á parabolinum heima við hús. - Út frá hesum havi eg so gjørt mær nakrar hugsanir um, hvat krevst til eina slíka rás og hvat vit sjálvi kunnu leggja dent á. - Hetta vóni eg eisini, at hyggjararnir fara at leggja merki til og dáma, sigur programleiðarin á Iktus. Kristiligt sjónvarp fimm dagar um vikuna